Vunnu tríggjar dystir um vikuskiftið

Flogbóltur, kvinnur: Kvinnurnar hjá Mjølni høvdu undan vikuskiftinum leikt færri dystir enn hini liðini, men so er ikki meir. Tær leiktu tríggjar dystir í vikuskiftinum og vunnu teir allar

Farnu vikurnar hava vit júkað um at einki fantilsi er í dystarrøðini í meistaradeildini hjá kvinnum. Nú skal ikki nógv meiri sigast um tað enn, at meistaradeildarliðið hjá Mjølnir hetta vikuskiftið var á »turné«. Tær vóru í Vágum leygardagin og leiktu móti Drátti og sunnudagin vóru tær á Tvøroyri og leiktu móti bæði TBa og TBb.

Men ikki sást á teimum at tær høvdu eina harða skrá. Tær vunnu allar tríggjar dystirnar og tað var bert í dystinum móti TBa, at nakar spenningur var um úrslitið.

Hinar báðar dystirnar vunnu tær greitt og uttan stórvegis trupulleikar. Tískil eru Mjølnirkvinnurnar nú púra einsamallar á odda í meistaradeildini. tær hava 16 stig fyri átta dystir, meðan TBa og Dráttur hava 12 stig. TB fyri átta dystir og Dráttur fyri níggju.


Gott heimalið

Tað er annars ikki bara sum at siga tað at fara til Giljanesar at spæla móti Drátti, tí tær hava fleiri ferðir víst, at tær hava eitt stak gott heimalið.

Mangir túrar hjá øðrum liðum eru endaðir við tapi, júst tí at vágagenturnar eru sera drúgvar á heimavølli. Men móti Mjølni hjálpti einki. Klaksvíksgenturnar vunnu tey bæði fystu settini rættiliga trygt. 15-7 í fyrsta setti og 15-8 í øðrum.

Í triðja setti var meira framdráttur í vágagentum og tað gav eisini úrslit. Sum rímuligt er, hava klaksvíksgentur tikið sær meira av løttum í hesum settinum. Tað verður tað ofta til tá ein er so langt frammanfyri. Men tað skal ikki gerast móti Drátti, tí tað eru tær ov royndar til.

Dráttur fekk fatur á settinum og vann tað 15-10.

Síðani skuldi eisini eitt fjórða sett til og tá tóku klaksvíksgenturnar seg av álvara saman. Tær vildu ikki hava sitandi á sær, at tær skuldu tapa móti Drátti, og tær gjørdu ikki mætari enn at endurtaka úrslitið frá øðrum setti og vunnu 15-8.

Dysturin var harvið vunnin og fyrstu stigini á trýtrinsrakettini úr Klaksvík vóru fingin til høldar.


So til Tvøroyrar?

Av Giljanesi fóru Mjølnirkvinnurnar í bussin og umborð á Sam, sum seinastu tíðina hevur avloyst Ternuna, eftir at hendan fekk ein frammaná.

Men í Havn bíðaði størri far eftir teimum. Tær vóru nú ávegis til Tvøroyrar, har tær sunnudagin skuldu leika tveir dystir. Ein móti TBb og ein móti TBa. So tær fingu seg rættiliga royndar, bæði hvat ferðing og spæli viðvíkur.

Dystirnir á Tvøroyri vóru lagdir soleiðis til rættis, at tann fyrri var ímóti betra liðnum hjá tvørámonnum og ikki kann sigast annað enn at liðini vóru líkastillað, tí tvørágentur høvdu verið í Havn dagin fyri og leikt móti Fleyr og høvdu tapt fyri havnakvinnum.

Úrslitaliga gjørdist fyrri dysturin á Tvøroyri ein løgin dystur. Hann endaði við 3-2 sigri til Mjølnir, men settmunurin var so stórur í øllum settunum, at tað mest minnir um skrivivillur.

Tað skal tó sigast beinanvegin, at orsøkin var, at liðini bæði skiftust um at leika væl og tí gjørdist munurin so stórur.

Tað vóru klaksvíksgenturnar, sum byrjaðu best. Tær vunnu fyrsta sett 15-4, men fullu so púrasta í dvala tey bæði næstu settini. TBa er ikki at spæla við og tað er sum tá ein rættur einum ávísum manni lítlafingur. TBa fór eftir øllum arminum og tað var nær við at eydnast. TBa vant burtur úr Mjølni tey bæði næstu settini og tí sá út til, at tað fór at eydnast teimum at hevna tapið tær vóru fyri í Klaksvík. Annað sett endaði 15-7 til TB og triðja sett 15-4.

Men, sum so ofta, so raknaðu Mjølnirkvinnurnar við aftur og tað við lít. Tær bardu seg av røttum inn í dystin og smurdu tvørágentur av 15-6.

Gongdin í fimta setti var tann sama, sum í fjórða og klaksvíksgentur lótu bert lítlafingur frá sær. Stiggevingin í fimta setti er øðrvísi enn í hinum. Tá fæst stig hóast liðið ikki servar, og tí kostar ein feilur meir í fimta setti enn hann ger í hinum settunum. Hetta sást aftur og Mjølnir vann settið 15-6.

Dysturin var harvið vunnin 3-2 og tað er einki yvir at dylja, at Mjølnirkvinnurnar vóru fegnar um úrslitið.


So var bert ein eftir

Seinasti dysturin á ferðini var móti TBb, men hóast Mjølnir hevði havt ein harðan dyst beint frammanundan, so fingu tvørágenturnar á næstbesta liðnum ikki eitt bein til jørðina.

Mjølnir gjørdi skjótt av og vann dystin 3-0. Settúrslitini vóru 7-15, 7-15 og 8-15.

Nú var bara heimferðin eftir og tað er einki at ivast í, at klaksvíksgenturnar vóru fegnar um úrslitið.

Sum sagt liggur Mjølnir einsamalt á odda í meistaradeildini hjá kvinnum. Einastu liðini, sum tykjast kunna geva teimum kapping eru TBa og Dráttur, men sum Mjølnir hevur leikt higartil, so verður tað ikki í ár, at tær verða riknar av rókini. Tær hava snøgt sagt verið suverenar í ár og tað hóast tær mundu snávað í fyrra dystinum á Tvøroyri, men tað vísir bara klassan at liðið, hóast ein hevur tapt, kann koma aftur í aftur og vinna.