Vitjaninar øktust úr 759 skipum í 2009 upp í 855 skip í 2010. Bruttotonagan (BT) øktist úr 1.370.000 í 2009 upp í 1.644.000 í 2010. Rólant Højsted vísir á, at av samlaðu vitjanunum í 2010 vóru tey 254 skipini [...] Hósdagin var Sosialurin inni á gólvinum á Havnarskrivstovuni í Fuglafirði, har vit hittu Rólant Højsted, sum er havnarstjóri í Fuglafirði, men býr á Eiði. Hann hevur røkt starvið sum havnarstjóri síðan í januar [...] bryggjukantin var í 2010 tilsamans 265.000 tons – og í 2009 var hann 300.000 tons. - Minkingin stavar frá fleiri vørubólkum, sigur hann. Samlaðu inntøkurnar hjá Fuglafjarðar Havn vóru í 2010 umleið 7,7 miljónir
Georg L. Petersen, blaðmaður og fleiri onnur fólk skulu í oktoburmánaði fyri rættin, tí tey í 2005 ótu livandi hummarar á Atlantic Fish Fair í Havn. Tey eru ákærd fyri grova skilaleysa viðferð ímóti hummarunum [...] vit vita, at fiskur ofta liggur leingi í trolum og ofta er fastir í einum húki á eini línu rættiliga leingi, áðrenn teir verða avlívaðir. Alt hetta hevur Sosialurin spurt Petur Steingrund, havlívfrøðing [...] viðfarnar, men í mun til fisk, sum er í troli ella á húki, greiðir hann frá, at fiskurin heilt víst merkir, at hann er stungin, men at tað skal stinga djúpt, áðrenn hann veruliga fær skaða. Fiskur í trolum merkir
programleiðara. Sjónvarpið manglar fjølmiðlaetik, sigur hann í hvassorðaðari viðmerking. Í opnum brævið til Ivan Niclasen, sum kemur á prent í Sosialinum í morgin, sigur Bogi Hansen, at sjónvarpið hevur misskilt [...] vit á ellisárum og okkara eftirkomarar. Viðmerkingin hjá Boga Hansen kann lesast í sínari fullari longd í Sosialinum í morgin. [...] misskilt. - Tann fyrsta misskiljingin er, at ósemja er millum vísindafólk í hesum máli. Tað er tað ikki, staðfestir Bogi Hansen í brævinum. Hann sigur, at fyri tjúgu árum síðan vóru teir serfrøðingar, sum
var formaður í Tjóðveldinum má tað metast at vera sera ivasamt, um Miðflokkurin nakrantíð var komin framat samráðingarborðinum til eina nýggja samgongu. Í øllum førum um eitt essay hjá honum í bókini Krossvegir [...] Skaale í, at málið má vera at samstarva um tað, man kann samstarva um, og so lata hitt liggja. Formaðurin í Miðflokkinum, Jenis av Rana, hevur heldur ongar trupulleikar av, at tað finnast sjónarmið í Tjóðveldinum [...] Krossvegir, sum kom út í heyst, skal lesast bókstaviliga. Her fer nývaldi løgtingslimurin rættiliga í krovið á Miðflokkinum. Undir yvirskriftini »Demokratiskt frælsi ella teokratiskt ófrælsi« hugleiðir Sjúrður
bruttoúrslitið. Summar Festivalurin varð í 2006 gjørt til eitt smápartafelag, og fyrsti roknskapurin hjá felagnum varð innlatin 31. Juli í ár. Sosialurin hevur fingið innlit í roknskapin frá Skráseting Føroya [...] almenn, heldur ikki í roknskapinum sum smápartafelagið, Summar Festivalurin, júst hevur latið inn. Við heimild í ársroknskaparlógini paragraf 25,2 verður bert bruttoúrslitið víst í roknskapinum. Henda [...] lønarútreiðslan í roknskapinum einki um, hvussu nógv fólk fáa løn frá Summar Festivalinum, og hvussu nógva løn tey fáa. Stabil fyritøka Ársúrslitið fyri 2006/2007 var 336.078, sum varð flutt til í ár. Upprunaligi
á fjarskiftinum í Hetlandi og í Føroyum? Tann stóri munurin er, at í Føroyum hava vit ein fjarskiftisstovn ella eina vinnu, um man vil, hvørs einasta endamál er at liva av fjarskifti í Føroyum. Tí noyðist [...] noyðist Telefonverkið alla tíðina, at seta fjarskiftið í Føroyum saman, so tað er ein lønandi vinna og peningur er til íløgur í nýggja tøkni. Í Hetlandi verður fjarskiftið skipað av British Telecom, har Hetland [...] evni og vitan. Vit skulu sjálv fíggja tøkniligu menningina Ofta fært tú ta fatan, at vit í føroyum eru aftalaga í fjarskifismenningini. Vit fáa javnan nýggju tøknina seinni enn tey mest framkomnu londini
hevur tríggjar dagar í skúlastovuni og tveir dagar í køkinum, har vit læra teori og praksis innan matgerð. ##med3## Vil royna heimsins køkar Mogens verður útlærdur kokkur í november í 2026, og hann hevur [...] Skúla í Klaksvík. – Tá eg skrivaði undir, skuldi eg eftir ætlan til Danmarkar at taka ein part av skúlagongdini. Men í Smyril Line-samtakinum taka allir lærlingar alt skúlaskeiðið á Tekniska Skúla í Klaksvík [...] Tekniski skúlin í Klaksvík: Mogens Højsted er einans 18 ára gamal og longu liðugur við fyrsta árið av læruni. Hann hevur altíð vitað, at hann fór at enda í einum køki. Heima hevur matur og matgerð altíð
hevði fingið somu upphædd í blokkinum, sum tað fekk í gomlu refusiónsskipanini - hetta kostaði sjúkrahúsverkinum 1, 0 mia. kr. í tíðarskeiðinum 1988-98, so nú man tátta væl í 2 mia. kr. Hví fylgir eingir [...] men spell er, at t.d. serliga Dimmalætting í síni roynd at leggja frástøðu millum seg og Sambandsflokkin, sum hon í eina øld hevur stuðlað, fer so langt yvir í fullveldisgrøvina, at hon als ikki kann sigast [...] Johan Petersen Í hesum døgum stendur Danmark einsamalt á odda at verja grundleggjandi vesturlendsku demokratisku rættindini mótvegis fanatiskum religiøsum islamistum. Men hvussu er statt í Føroyum við hesum
tendrað sjónvarpið, verið í brús ella á annan hátt høvdu gjørt seg til reiðar at halda tjóðarhátíðina við streymi í kontaktini. Alt fór í svart Sambært Klæmint Weihe, stjóra í SEV, spældi Murphy eitt satt [...] og eina góða løtu koyrdu skipanirnar hvør í sær, Norðoyggjar fyri seg, Norðurstreymur fyri seg og Suðurstreymur fyri seg. Í skrivandi stund koyrir skipanin í Suðurstreymi enn fyri seg, men roknað verður [...] til hátíðarhaldið - Í allari neyðini snúði tað seg eisini um at fáa streym til miðbýin í Havn, so hátíðarhaldið við gudstænastu, tingsetan og kórsangi kundi haldast. Hetta eydnaðist í evstu løtu, við einum
Fiskivinna Herfyri kjakaðust formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum, Árni Joensen og stjórin í Føroya Fiskavirking, Meinhard Jacobsen, í sending í SvF um ráfiskin, sum fer óvirkaður av landinum. Meðan Meinhard [...] bindingum. Tá ið so Sosialurin í oddagrein skrivaði, at "tey reiðarí, ið hava fiskiloyvi í dag, hava fingið hesi fyri einki frá landinum", helt Árni, at nú var ovboðið. - Tað er í lagi, at blaðið gevur [...] gevur Meinhardi Jacobsen rætt í øllum tí, hann førdi fram í sendingini. Men eg haldi, at oddagreinin var rættiliga subjektiv, og eg skilji ikki, at hon slapp ígjøgnum nálareygað. Skulu fjølmiðlarnir vera "moralens