Bogi Hansen, havfrøðingur, sum herfyri ákærdi Kringvarpið fyri at senda svik, er ikki nøgdur við svarið frá Ivan Niclasen, programleiðara.
Sjónvarpið manglar fjølmiðlaetik, sigur hann í hvassorðaðari viðmerking. Í opnum brævið til Ivan Niclasen, sum kemur á prent í Sosialinum í morgin, sigur Bogi Hansen, at sjónvarpið hevur misskilt sín leiklut og manglar fjølmiðlaetik.
Herfyri bað Sosialurin Boga Hansen, havfrøðing, um viðmerkingar til, at sjónvarpið sendi ?Svik við upphitingini av jarðarknøttinum?, ein sonevnd dokumentarsending frá bretsku sjónvarpsrásini Channel 4.
Viðmerkingin var í Sosialinum 10. september, har Bogi Hansen millum annað segði sendingina vera eina ?blanding av avoldaðum úrslitum, reingjan av úrslitum og beinleiðis ósannindum?. Og hann fanst at SVF fyri at senda hana.
Í sama blaðið svaraði Ivan Niclasen, programleiðari, at sjónvarpið ikki kann sensurera. Hann segði millum annað at tá ósemja er millum vísindafólk, kann sjónvarpið ikki velja at vísa tað áskoðanina, sum ein meiriluti stendur fyri. Og sambært Ivan Niclasen var fremsta uppgávan hjá Kringvarpinum at vísa ymisk sjónarmið.
Men sambært Boga Hansen er tað nógv, sum sjónvarpið hevur misskilt.
- Tann fyrsta misskiljingin er, at ósemja er millum vísindafólk í hesum máli. Tað er tað ikki, staðfestir Bogi Hansen í brævinum.
Hann sigur, at fyri tjúgu árum síðan vóru teir serfrøðingar, sum ikki halda, at veðurlagsrbroytingarnar eru av mannaávum kanska í meiriluta. Men í dag hava næstan allir broytt meining, tí prógvini eru nú so týðilig.
Hetta er hent, tí nýggj vitan er komin undan kavi. Men sjálvandi eru tað nøkur, sum ikki duga at broyta meining, sigur Bogi Hansen.
- Tað sigst, at tað framvegis finnast læknar, sum halda uppá, at royking ikki er skaðilig. Tað merkir ikki, at nøkur ósemja er millum vísindafólk um hetta. Tað merkir bara, at í einum stórum hópi finnast altíð onkur tvørbøll, sum halda uppá tað øvuga av øllum øðrum. Fert tú verðina runt og pilkar hesi heilt fáu fólkini út, so kanst tú gera eina sending sum hesa; men hon umboðar ikki nakra ósemju millum vísindafólk, staðfestir Bogi Hansen í brævinum.
Tann næsta misskiljingin er, sambært havfrøðinginum, at her er talan um tvey ymisk sjónarmið. Tað er tað ikki.
- 2 + 2 er 4. Tað ber ikki til at hava ymisk sjónarmið um tað. Ikki, um tú er heilt í ordan, í hvussu er. Ella tak eitt annað dømi. Tað finnast mær vitandi enn fólk, sum siga, at jørðin er ikki rund, fløt. Er hetta tvey ymisk sjónarmið? Nei! Annað er rætt, og hitt er skeivt, sigur Bogi Hansen.
Hann spyr um sjónvarpið hevði sent eina sending, um onkur við flottum teknikki royndi at vissa fólk um, at jørðin er veruleikanum fløt.
- Vónandi ikki. Tí her er ikki talan um tvey ymisk sjónarmið, sum hava sama virði. Annað er rætt. Hitt er skeivt. Jørðin er rund; ikki fløt, greiðir Bogi Hansen frá.
Hetta er, sambært Boga Hansen, ikki ein spurningur um sensur ella ikki. Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um fjølmiðlaetikk og fjølmiðlapolitikk.
- Etikk, tí at her er talan um keldukritikk. Roynir SVF at tryggja sær, at sonevndar ?dokumentarsendingar? byggja á álítandi keldur, ella skal bara alt slúkast, sum fyri kjaftin rekur, spyr ein bersøgin Bogi Hansen.
- Tað er eisini ein spurningur um fjølmiðlapolitikk. Hvat er uppgávan hjá SVF? Er tað ein stovnur, sum fyrst og fremst skal upplýsa og menna fólk, sum vit øll fingu at vita, tá Sjónvarpið í sínari tíð varð sett á stovn. Ella er tað ein fyritøka, sum skal tryggja sær so nógvar kundar (hyggjarar), sum gjørligt, í kappingini við aðrar fjølmiðlar innan og uttanlands, spyr Bogi Hansen og endar brævið við hesum orðum:
Vil SVF hava so nógvar hyggjarar, sum gjørligt, so er bara at senda meiri av hasum slagnum. Prísurin er, at hyggjarin verður lumpaður, og at onki verður gjørt fyri at minka um avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum. Rokningina fáa vit á ellisárum og okkara eftirkomarar.
Viðmerkingin hjá Boga Hansen kann lesast í sínari fullari longd í Sosialinum í morgin.