Óbrúkta ytringsfrælsið

Johan Petersen


 Í hesum døgum stendur Danmark einsamalt á odda at verja grundleggjandi vesturlendsku demokratisku rættindini mótvegis fanatiskum religiøsum islamistum. Men hvussu er statt í Føroyum við hesum sama ytringsfrælsi? Verður tað í heila tikið brúkt, sum tað er ætlað? Annað enn at skriva fyri ella ímóti samkyndum?


Ytringsfrælsið - ella skrivi- og talufrælsið, sum tað mangulfult verður nevnt á føroyskum - er ein av grundarsteinunum undir vesturlendsku demokratisku skipaninni. Hetta frælsið sleppur nú at standa sína roynd mótvegis fanatiskum religiøsum islamistiskum massamótmælum. Higatil hevur Danmark staðið einsamælt á odda at verja hesi rættindi, tó í seinastuni varisliga stuðlað av norskum og fronskum fjølmiðlum og EU politikarum.

Einoygdur tíðindaflutningur
Men hvussu verður hetta frælsið nýtt í Føroyum, har fjølmiðlar og journalistar skuldu gingið á odda at gjørt brúk av hesum rættindum? At tíðindabløð sum Sosialurin og Dimmalætting velja at føra ein einoygdan tíðindaflutning, er teirra val og teirra rættur at velja, við tað at tey eru privatir fjølmiðlar, men spell er, at t.d. serliga Dimmalætting í síni roynd at leggja frástøðu millum seg og Sambandsflokkin, sum hon í eina øld hevur stuðlað, fer so langt yvir í fullveldisgrøvina, at hon als ikki kann sigast at flyta fram óheftan tíðindaflutning.

Men allarverst er, at almennu fjølmiðalarnir - Útvarp Føroya og Sjónvrap Føroya ella Kringvarpið, sum tað nú eitur - sum sambært lóg eru pliktað at føra óheftan tíðindflutning, als ikki livir upp til hesa áseting.

Útvarpið sekritariat fyri Tjóðveldisflokkin?
Kringvarpið er so heft at fullveldishugsjónini og Tjóðveldisflokkinum, at tað er hesum miðli fyri at takka, at smámál, sum Tjóðveldisflokkurin roynir at føra seg fram við, og sum aðrastaðni neyvan høvdu verið tikin upp á tungu, verða blást upp til at verða stórmál, sum seta dagskránna. Tak eitt nú mál sum hvør, ið hevði skrivað taluna hjá Margrethu drottning og fráboðanina hjá donsku stjórnini til ST. Í málinum um drotningataluna fór útvarpið so langt, sum at biðja um innlit áðrenn Tjóðveldisflokkurin gjørdi tað. Útvarpið var við øðrum orðum eitt sekritariat fyri Tjóðveldisflokkin?

Tak eitt mál sum uppblásta íslendska íløguvirksemið, sum vit vita alt um frá Kringvarpinum, men sunna danska búskapin, sum er ein av heimsins sterkastu, hoyra vit onki um. Donsk tíðindi eru sera sjáldsom og serliga positiv tíðindi, men nagtivu fáa vit av og á.

Ja, Kringvarpið loyvir sær enntá at hava aktivar tjóðveldispolitikarar sum leiðarar.

Fjølmiðlaábyrgdarlógin manglar enn
Tað, ið ger tað møguligt hjá Kringvarpinum framhaldandi at lívga um tjóðveldishugsjónina er manglandi fjølmiðlaábyrgdarlógin. Hesa lóg stóðgaði Tjóðveldisflokkurin, tá ið hann kom framat í 1998. Hóast løgtingsins umboðsmaður fleiri ferðir hevur átalað manglandi lóggávuna, hendi onki. Hví?

Síðan nýggja samgongan kom í Tinganes, hevur verið sagt alment - seinast frá Jógvani við Keldu - at lógaruppskotið skuldi leggjast fram á ólavsøku 2005, men enn er onki uppskot komið á tingborð!
Nær ætlar nýggi landsstýrismaðurin í lógarmálum, Jacob Vestergaard, at lggja uppskotið fram?

Hví bora føroyskir journalistar ikki?
Hví bora føroyskir journalistar ikki í veruligum málum, sum t.d. hvussu kundi føroyska samfelagið verið, um blokkniðurskurðurin - sum higartil hevur kostað føroyingum beinleiðis 1,5 mia. kr. og við multiplikatiónsfaktorinum nærri 4 mia. kr. - ikki var framdur og hvussu kundi føroyska sjúkrahúsverkið verið, um tað hevði fingið somu upphædd í blokkinum, sum tað fekk í gomlu refusiónsskipanini - hetta kostaði sjúkrahúsverkinum 1, 0 mia. kr. í tíðarskeiðinum 1988-98, so nú man tátta væl í 2 mia. kr. Hví fylgir eingir føroyskur journalistur upp upp á mál, sum t.d. tá Jóhan Dahl noyddist at leggja frá sær sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, men sum tað síðan vísti ikki at verða nøkur haldgóð grundgeving fyri?

Eru føroyskir journalistar veruliga so undirbráttligir, at teir ikki tora at brúka ytringsfrælsið? Jú, ein er tó, sum í fult mát brúkar tað og tað er Óli P. Tøkk fái hann fyri tað!