Tekniski skúlin í Klaksvík:
Mogens Højsted er einans 18 ára gamal og longu liðugur við fyrsta árið av læruni. Hann hevur altíð vitað, at hann fór at enda í einum køki. Heima hevur matur og matgerð altíð fylt nógv. Mamman, sum er útbúgvin skipskokkur, hevur altíð fingist við mat, og Mogens hevur altíð dámt at hjálpt til í køkinum. Tí var tað ikki løgið, at hann fyri tveimum árum síðani byrjaði sum køkshjálp á Brandan.
– Eg var øgiliga fegin um tann møguleikan, og eg fór skjótt upp í fulla tíð. Tað gekk stutt tíð, so fekk eg bjóðað lærupláss, og her havi eg verið í eitt ár nú.
Tað hevur gingið skjótt og væl hjá Mogens í køkinum.
– Dagliga arbeiðið er ymiskar uppgávur, bæði stórar og smáar. Eg havi rættiliga skjótt fingið nógva ábyrgd við at standa fyri kafeini og forrættum í matstovuni. Tað er ein æra at fáa so stóra ábyrgd. At kenna, at kokkarnir líta á ein. Og so sjálvandi at sleppa gera tað, ein elskar: At gera mat dag út og dag inn er bara lukkan.
##med2##
Fín blanding av teori og praksis
Lærutíðin hjá kokkalærlingum er trý ár og níggju mánaðir. Hesa tíðina skalt tú gjøgnum fýra skúlaskeið á Tekniska Skúla í Klaksvík.
– Tá eg skrivaði undir, skuldi eg eftir ætlan til Danmarkar at taka ein part av skúlagongdini. Men í Smyril Line-samtakinum taka allir lærlingar alt skúlaskeiðið á Tekniska Skúla í Klaksvík, og tað havi eg verið glaður fyri. Tað er avgjørt ein fyrimunur at kunna taka útbúgvingina í Føroyum og ikki noyðast at fara av landinum.
Mogens er fegin um skúlagongdina, sum er væl samansett av teori og praksis.
– Fyrsti partur er um alt tað grundleggjandi, sum hevur við matgerð at gera, føðslu, alisfrøði, reinføri og sjálvandi matgerð. Vikurnar eru skipaðar soleiðis, at tú hevur tríggjar dagar í skúlastovuni og tveir dagar í køkinum, har vit læra teori og praksis innan matgerð.
##med3##
Vil royna heimsins køkar
Mogens verður útlærdur kokkur í november í 2026, og hann hevur stórar ætlanir við síni útbúgving.
– Eg ætli at fara út at ferðast og at læra meg meira innan matgerð. Eg vil royna alskyns bakstur, kondittarí og alla hugsandi matgerð. Serliga Evropa er áhugavert, Frakland, Italia og Spania. Seinastu árini hevur Danmark eisini verið sera frammarlaga innan matstovuvinnuna, so tað kundi heilt víst eisini verið áhugavert at roynt.
Hann letur seg ikki ræða av ræðusøgum um arbeiðsviðurskifti í altjóða køkum, sum vit kenna tað frá sjónvarpssendingum við Gordon Ramsay til dømis.
– Áðrenn eg byrjaði, visti eg lítið um starvið sum kokkur. Eg kendi einki til hotell- og matstovuvinnuna yvirhøvur, annað enn sjónvarpssendingar úr køkinum hjá Gordon Ramsay og hinum óðu kokkunum. Tað er øgiliga ólíkt einum gerandisdegi á Hotel Brandan.
Hetta er alt tað, eg hopaði, og meira afturat.
– Hvat er tað stuttligasta, tú hevur verið við til sum lærlingur?
– Tað stuttligasta, eg eri sloppin at gera, var á jólum 2022. Tað var friðarligt á matstovuni, og vit høvdu havt somu matskrá í fleiri mánaðir. Knappliga bað kokkurin meg um at standa fyri øllum serveringum, sum hann hevði gjørt til reiðar. Tað var eitt serstakt upplivilsi. Eg føldi, at eg fekk so stóra ábyrgd, og tað gleddi meg.
– Hevur tú nøkur góð ráð til onnur, sum umhugsa at fara í kokkalæru?
– Mann skal tíma at arbeiða langar dagar og tola at gera tær somu uppgávurnar umaftur og umaftur. Men kortini er eingin dagur líka. Endurtøkurnar gera eisini, at tú verður skjótari og dugnaligari til títt arbeiði. Sjálv skúlagongdin er á høgum støði, undirvísingin er góð og fjølbroytt, og lærararnir eru dugnaligir og hjálpsamir.
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024













