Manningarnar á lemmatrolarunum eru til reiðar at fara niður í løn fyri at hjálpa trolarunum at fara aftur til fiskiskap Men tað munar púra onki. Tað, sum, manningarnar hava bjóðað sær til, er at lækka [...] lækka hýruna eitt prosent frá nú av til 1. november. Sostatt skal hýran lækka úr 27% niður í 26%. Tað var úrslitið eftir kreppufundin á Tvøroyri síðsta hóskvøld Men sum skilst, var tilboðið ikki ókeypis, tí [...] lemmatrolari bunkrar fyri 300.000-400.000 krónur til hvønn túr. - Kreppan er so stór, at hetta klára vit ikki at koma burturúr við avtalum ímillum manningar og reiðarar einsamallur. Marner Lisberg sigur,
Tað er nú nakað liðið síðani, at Jón Tyril var í miðlunum og greiddi frá, at spf G! Music, sum er partafelagið handan G! Festivalin, var farið í gjaldssteðg. Í gjár var málið fyri í skiftirættinum, og [...] um, sigur, at tá feløg verða tvangsupployst kunnu tað vera fleiri grundir. -Vanligastu orsøkirnar eru, at leiðslan ikki er lóglig, ella at felagið ikki megnar at svara hvørjum sítt, og koma við einum roknskapi [...] einki mist, staðfestir Peter Flugge. Spurdur, hvørjar vánirnar fyri einum G!festivali komandi ár, eru, svarar Peter Flugge, at tað kann hann ikki úttala seg um. -Hasum havi ongan møguleika at svara. Men
at verða »Bjartasta Vónin« á ársins tónlistarvirðislønum í Íslandi. Onnur, ið vit kenna, sum eisini eru við í hópinum, eru m.a Múgison. Múgison er tilnevndur heiðurin sum »Ársins Besti Sangari« og nýggjasta [...] in hevur, sigur Eivør: - Tað er sjálvandi ein stórur heiður at verða tilnevndur hesa virðislønina. Nú búgvi eg ikki eingongd í landinum, so tað hevur nógv at siga fyri meg, at tey enn hava meg í tonkunum
til ríkisfundar. Tað kann uttan víðari staðfestast, at higartil eru eingi stórmál landanna millum loyst á nútímans ríkisfundum. Fundurin er nú einaferð vorðin siðvenja, so hví ikki fáa sum mest burturúr? [...] hvalaveiðumálið, um føroyska leiklutin í Nordisk Globaliseringsforum og um yvirtøkur av málsøkjum. Hetta eru alt sera týdningarmikil mál, sum í sjálvum sær ivaleyst best høvdu verið viðgjørd á fundum, ið høvdu [...] nýttur til at menna samstarvið í ríkinum heldur enn til konfrontatión. Eftir tíðindfundin í morgin fáa vit at vita, hvat ið kom burturúr - um Edmund hevur grein í sínum atfinningum, eins og tað verður spennandi
við at vísa sín majestetiska vakurleika, táið teir ikki fara á flog allíkavæl: Teir eru skerdir, veingjafjarðarnar eru kutaðar av teimum. Tí taki eg tað framum at vera verandi í búrinum. Stikaða frælsið [...] vitjan, sum endurtekur seg ár undan ári, hjá vinkonu míni, eini snjóuglu í djóragarðinum í grannalagnum. Nú spyrja tit helst, hvør megin er, sum flytur meg yvir at hovi hennara – hon er ikki altíð líka fryntlig [...] ið onkur hevur roknað til at vera hennara hungursmark, verður flýggjað henni inn um rimarnar. Hvat vit práta um? Tja, hvat kunnu rithøvundar tosa við snjóuglur um? Sjálvandi um hitt ótømiliga evnið: Snið
vitan vísir, at tað er best fyri barnið, um tað bæði hevur eina mammu og ein pápa rundan um seg. Pápar eru eins góðir til umsorgan, hóast teir sjálvandi ikki kunnu geva bróst. Men í Føroyum skulu pápar eftir [...] tekur tú eisini frá barninum, sigur Annika Wardum Joensen. Javnstøðunevndin fegnast annars um, at vit hava fingið eina Barsilsskipan, tí hon er eitt stórt framstig fyri javnstøðu, men hon harmast um, at [...] síðan hava tey tríggjar mánaðir afturat at býta sínámillum. 85 prosent av pápunum taka gleðiliga av og eru heima í barnsburðarfarloyvi. Men í Føroyum vilja okkara politikarar ikki geva familjuni hendan møguleika
verði, og nú avtornaði er úrslitið mestsum tað sama sum í fjør, sigur hann. Juli er tann mánaðin, tá mest er at gera. Tað hongur helst saman við, at flest ferðafólk er her tá og nógvir útisetar eru eisini [...] verið siglandi fleiri dagar, so hevur Skúvadal Sp/f ikki avlýst meiri enn neyðugt av teirri orsøk. ? Vit fóru fyri nøkrum árum síðani at gera túrar suður gjøgnum Vestmannasund - undir Trøllkonufingur - tá [...] dúgliga. ? Fyri okkum kendist tað rætt at byggja bátin í Føroyum, so pengarnir sum koma frá ferðavinnuni eru í landinum og arbeiða víðari her, sigur Bjarki Skúvadal at enda.
sigur hann. Hann sigur, at strandferðslan fer nú at seta seg í samband við partarnar í málinum at vita, hvør loysn kann finnast. Partarnir í málinum eru m.a. Vágs Kommuna og vinnumálastýrið. Spurdur um [...] ini. Vágs Býráð boðaði í farnu viku frá, at Smyril fær ikki atløgupláss í Vági leygardagar, tí tá eru tað onnur skip, sum brúka ferjuleguna. Og leygardagin gekk sjón fyri søgn. Tá ið Smyril var á veg suður [...] at bøta um hjá vinnulívinum. Men Vágs Býráð heldur ikki, at túrurin á Vág tænir nøkrum endamáli. ?Vit taka hetta sum eina roynd at sleppa undan at fremja løgtingsins vilja. Býráðið vísir á, at hvørki kommunan
Nú eru ársuppgerðirnar fyri elnýtslu í farna árinum sendar út til umleið 21.000 kundar hjá SEV saman við akontorokningum fyri 1999. Í hesum sambandi hava fleiri kundar vent sær til okkara við fyrispurningi [...] afturastu ciffrini í vigaða meðalprísinum hava higartil ikki verið útskrivað á uppgerðina, men umhugsa vit at broyta hetta fyri at sleppa undan misskiljingum. Fasta gjaldið (500 kr. í 1997 og 1998 og 480 kr [...] standandi frágreiðing svar upp á fleiri spurningar í sambandi við ársuppgerðir okkara, men kundarnir eru sjálvandi vælkomnir at venda sær til eina av skrivstovum okkara, um teir hava okkurt, teir vilja hava
ikki búði meiri 43.393 fólk í Føroyum, tað eru heili 4.445 fólk færri enn metárið 1989. Tíbetur hevur tað hvørt ár verið eitt ávíst burðaravlop, tvs, at tað eru fleiri børn fødd, enn tað fólk deyð, og tað [...] 31. desember í ár, enn tað gjørdi 1. januar. Vaks hvørt ár Fólkateljingar heilt afturi frá 1970, til nú, vísa annars, at hvørt einasta ár er fólkatalið vaksið, líka til kreppan tók seg upp. Í 1970 búðu 38 [...] eini 2.000 fólk til Føroyar í ár, og 1.725 flyta úr Føroyum. Tað gevur eitt yvirskot uppá 275 fólk. Vit skulu heilt aftur til 1984 at finna so stóra nettotilflyting. Men eisini í 1975 og 1988 var nettot