Eivør kann aftur gerast besta songkvinna íslands

Eivør Pálsdóttir er enn einaferð tilnevnd at verða »Ársins Besta Songkvinna« av Íslendsku Tónlistarvirðislønunum. Hesa ferð saman við mætum nøvnum sum heimskendu Bjørk og songkvinnuni Urður Hákonardóttir úr elektroniska dancebólkinum, Gus Gus

Spurd, hvønn týdning tiltnevningin hevur, sigur Eivør:

- Tað er sjálvandi ein stórur heiður at verða tilnevndur hesa virðislønina. Nú búgvi eg ikki eingongd í landinum, so tað hevur nógv at siga fyri meg, at tey enn hava meg í tonkunum, tá tey skulu handa virðislønir.

- Eg hugsi ikki so nógv um endiliga at vinna. Bara tað at verða tilnevndur, er nóg mikið í sær sjálvum. Eg eri eisini biðin um at vera við í tiltakinum og sjálv at handa onkrar virðislønir, so í grundini gleði eg meg bara at sleppa yvir at møta øllum hesum deiligu persónunum, sum eg kenni frá mínari tíð í Íslandi.

 

Tilnevningar á rað

- Eg fari fyrst til Danish Music Awards Folk handanina í Tønder í Danmark, har eg eri instillað til fimm virðislønir. Og so beinleiðis til Íslands aftaná. Eg eri ógvuliga glað fyri at sleppa at vera við til hesi stóru tiltøkini. Tað hevur stóran týdning fyri meg og tað, sum eg geri, leggur Eivør dent á.

 

Mangt í skjáttuni

Hetta er triðju ferð Eivør er tilnevnd heiðurin sum »Ársins Besta Songkvinna« í Íslandi. Fyrstu ferð var í 2003, tá hon var einans 19 ára gomul, aðru ferð í 2005.

Í 2003 vann hon heiðurslønina umframt eisini at gerast »Besti Framførari« í Íslandi tað árið.

Í 2005 gjørdust tilnevningarnar ikki til vinningar, men ístaðin vann hon aðra íslendska heiðursløn, tá Gríma (Íslendska Sjónleikaravirðislønin) var handað. Frá Grímu fekk Eivør heiðurslønina fyri »Besta Teaturtónleik«, ið hon hevði skrivað til leikin Úlfhamssaga, ið varð leikstjórnaður av Mariu Ellingsen.

 

Bloodgroup og Múgison við í hópinum

Ein annar føroyingur er eisini sloppin upp í leikin í Íslandi. Nýggi elektro-popp bólkurin Bloodgroup við føroyska Janusi Rasmussen á odda (Eisini kendur úr bólkinum Lama Sea) er nevniliga tilnevndur at verða »Bjartasta Vónin« á ársins tónlistarvirðislønum í Íslandi.

Onnur, ið vit kenna, sum eisini eru við í hópinum, eru m.a Múgison. Múgison er tilnevndur heiðurin sum »Ársins Besti Sangari« og nýggjasta fløga hansara, »Múgiboogie« er tilnevnd at verða »Ársins Besta Útgáva - Rokk«.

Bjørk, sum áður hevur vunnið hópin av virðislønum bæði av hesum slagnum og mongum øðrum altjóða við, er afturat »Ársins Besta Songkvinna« eisini við fløguni »Volta« tilnevnd at hava »Bestu Útgávu - Ymiskt« og at verða »Besta Tónlistarnavn« saman við m.a Gus Gus.