Manningarnar á lemmatrolarunum eru til reiðar at fara niður í løn fyri at hjálpa trolarunum at fara aftur til fiskiskap
Men tað munar púra onki.
Tað, sum, manningarnar hava bjóðað sær til, er at lækka hýruna eitt prosent frá nú av til 1. november. Sostatt skal hýran lækka úr 27% niður í 26%.
Tað var úrslitið eftir kreppufundin á Tvøroyri síðsta hóskvøld
Men sum skilst, var tilboðið ikki ókeypis, tí afturfyri skulu reiðarar binda seg til at syrgja fyri, at allir sáttmálar verða hildnir.
Hetta váttaði Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara-og navigatørfelagnum fyri Rás2 á miðdegi.
Hann sigur, at treytin frá manningunum fyri at fara niður í hýru, er, at reiðarar ikki gera sáttmálar við einstøk skip.
Síðani kreppufundin á Tvøroyri er onki hent og reiðararnir hava ikki svarað tilboðnum frá manningarfeløgunum.
Men ein orsøk kann vera, at reiðararnir halda, at tilboðið er so vánaligt, at tað ger hvørki frá ella til.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum vil ikki gera viðmerkingar til tilboðið.
Men hann staðfestir eisini, at hóast allur bati bøtir, er hetta so lítið, at tað munar púra onki.
Aðrir reiðarar siga, at kravið frá manningarfeløgunum um at halda sáttmálarnar, ber rætt og slætt ikki til at ganga á møti, tí teir kunnu ómøguligt ansa eftir, at manningar gera serligar avtalur.
- Tað verður ikki hetta, sum fær lemmatrolararnar aftur til fiskiskap, tí tað skal nógv meiri til, leggur hann afturat.
Poul Hansen, reiðari á Bresti, er samdur.
Eitt prosent av einari millión er 10.000 krónur, so kann ein og hvør hugsa sær til, hvussu stóran mun hetta ger, tá ið hvør lemmatrolari bunkrar fyri 300.000-400.000 krónur til hvønn túr.
- Kreppan er so stór, at hetta klára vit ikki at koma burturúr við avtalum ímillum manningar og reiðarar einsamallur.
Marner Lisberg sigur, at tilboðið frá manningunum, gevur hvørjum lemmatrolara einar 200.000-300.000 krónur afturat um árið og tað er minni enn hvør trolari brúkar í olju á hvørjum túri og tí skal nógv meiri til fyri at fáa bátarnar at loysa aftur.
Páll Hansen, formaður í Maskinmeistarafelagnum staðfestir, at samstundis, sum fakfeløg krevja hægri løn, tí at prísirnir eru so nógv hækkaðir, bjóða manningarfeløgini seg til at at fara niður í løn og talan er um eina lønarhækking, sum svarar til yvir 3%.