Teir fara ikki á flog

Tey spyrja íðin, hvør týdningarmesta mentanarliga og samfelagsliga hendingin var í árinum, sum nú er farið aftur um bak. Hví skuldu hesar báðar hendingar ikki verið tvær alin av sama vadmali? Eru mentan og samfelag ikki tveir samrunnir partar, ja, ósundurloysandi hugtøk, á sama hátt sum list og samfelag liggja í ævigum skilnaði?

Fyri mær var ársins mest umráðandi mentanarliga og harvið eisini samfelagsliga hending ein vitjan, sum endurtekur seg ár undan ári, hjá vinkonu míni, eini snjóuglu í djóragarðinum í grannalagnum.

 

Nú spyrja tit helst, hvør megin er, sum flytur meg yvir at hovi hennara – hon er ikki altíð líka fryntlig og gestablíð, og alt eftir hvussu reykurin stendur, verður tikið ímóti og sáldað frá – tað sum tó vinnur á mær, og sum fær meg at vitja hana, er vakurleikin, nossligheitin, villskapurin og hygnið hennara. Djørv er hon eisini, hóast hon ikki fær brúkt hendan eginleikan undir núverandi viðurskiftum. Tað, ið onkur hevur roknað til at vera hennara hungursmark, verður flýggjað henni inn um rimarnar.

 

Hvat vit práta um?

 

Tja, hvat kunnu rithøvundar tosa við snjóuglur um? Sjálvandi um hitt ótømiliga evnið: Snið og innihald. Í ár var samrøðuevnið okkara - frælsisins snið og innihald.

 

Eg spurdi snjóugluna, um henni hevði staðið í boði at sleppa úr búrinum - út í stikaða økið, har tað hóast alt var høgt og frítt til loftið, har úti sum pelikanarnir og kondorarnir gingu. Svarið var játtandi, men hon hevði ikki lagt í, og hevði havnað tilboðnum, tí hon treivst betur at vera í búrinum.

 

Vanærdur tagdi eg, og kendi meg sum so oftani, táið eg tosi við mína snøggu, vøkru, klóku og villu vinkonu – eg kendi meg ógvuliga tápuligan.

 

Hevur tú ikki lagt til merkis eitthvørt merkisvert hjá pelikanunum og kondorunum? spurdi hon síðani. Jú, varð svarað, eg havi sæð teir breitt hesar øgiligu veingirnar út og lamma seg við teimum, havi sæð teir sýnt sín stórleika og teirra fúrstaliga skreyt og skrúð.

 

Og hevur tú, spurdi vinkonan, snjóuglan, hevur tú eisini sæð teir á flogi? Nei, svaraði eg, teir fara ikki á flog.

 

Hví man tað vera, tápulingur mín? Spurdi snjóuglan. Hví heldur tú, at teir ikki gera annað enn at lamma seg við slíkum øgiligum veingjaprýði og hví stríðast teir við at vísa sín majestetiska vakurleika, táið teir ikki fara á flog allíkavæl: Teir eru skerdir, veingjafjarðarnar eru kutaðar av teimum.

 

Tí taki eg tað framum at vera verandi í búrinum.

 

Stikaða frælsið merkir: Ongar rimar, men skerdar veingjafjarðar. Búrið merkir: rimar, men óskerdar veingjafjarðar.

 

Ongin okkara sleppur á flog í hvussu er.

 

 

 

 

NB: Nobelvinnarin í føgrum bókmentum, Heinrich Bøll, skrivaða hetta lítla essay´ið í 1964. Týddi hetta, tí eg helt substansin vera ógvuliga átøkan okkara egnu støðu í heimssamfelagnum.