16 ára gamal á eini framsýning á Norðoyastevnu í heimbýnum Klaksvík. Hetta hevur hann hildið fram við líka síðani, og nú hann og familjan búsettust í Hósvík hevur hann ikki lagt pensilin á hyllina. Heldur [...] motivir finnast í hesi lítlu, vøkru bygdini miðskeiðis á Streymoynni. Við stevnuna í bygdini fyri trimum árum síðani hevði hann eina listaframsýning. Og nú Hósvík aftur eigur túrin at skipa stevnuna, ætlar [...] havi sjálvur einar 30 málningar, sum eg ætli mær at framsýna. Eg veit ikki beint nú, hvussu nógvar Jacob hevur. - Men vit miða so eftir at hava eina fjølbroytta framsýningum við tekningum, akvarellum og
hevur nú tapt tveir dystir á rað, og tað í sjálvum sær boðar undir øllum umstøðum frá, at vit fáa eina væl meira spennandi kapping í ár. Trupulleikararnir hjá VÍF koma ikki minst av, at liðið nú ikki hevur [...] telir tríggjar sera góðar útlendingar, og so tykist tað eisini, sum um yngru leikararnir á liðnum nú veruliga eru um at koma fyri seg. Ikki minst var tað merkisvert, hvussu væl tær megnaðu at standa ímóti [...] Vági, skudli VÍF sunnudagin reisa seg, tá tær ferðaðust inn á Skála. At talan her skuldi gerast um tvey stig, mundi fáur ivast í. Bæði tí VÍF nú í tvey ár hevur havt í serflokki besta liðið, og eisini tí
30-tonsari. Teir fóru fyrst á sild til út á heystið og síðan at rógva út við línu. - Í apríl 1964 varð eg biðin at føra Byrgi, sum Dávavirkið átti. Báturin var um 60 tons. Vit vóru á sild sumrini 1964 og 1965 [...] barnaskógvar á Syðradali á Kalsoynni, har 12 skiparar vóru í tilsamans 13 húsum. Mamman, Svanhilda, var úr Saltnesi, og pápin var bretskur hermaður av Hebridunum. Fosturpápin gjørdist Julius á Bakkanum [...] tá hann fór á skiparaskúla, var Sylvan við ymiskum skipum, eitt nú í Eysturgrønlandi við Havsbrún, eitt longri skifti við Fimm Systrum, við Jógvani S, og beint áðrenn hann fór upp á skúla, var hann
Zacharisi akandi á búkinum eftir eini smalari hyll ovast uppi í Eiðiskolli, haðani Risin og Kellingin sóust sum ørsmáir prikkar langt niðanfyri. Eg spurdi, um hann ikki var bangin. Og á sín heilt serliga [...] eg brúka tað til?? Beistaktigur er hann eisini. Einaferð koyra vit oman til Scalloway í ørindum fyri tá nýstovnaða Sjónvarp Føroya, tá vit síggja bilin hjá Hermanni Jacobsen uttanfyri gamla slottið. Hetta [...] gjørdi ikki beinari enn at stjala bilin, koyrdi hann oman á keiøkið og krógvaði hann aftanfyri eitt pakkhús við gomlu sjómanspubbina. So lúrdu vit undan vertshúshorninum. Eg havi sjáldan flent so illa, sum
hevur setti Jógvan Skeel Nolsøe á vøllin í staðin fyri Jón Krosslá Poulsen, og hjá B36 er Ingi Højsted komin á vølliln fyri Heina í Skorini. -- 65 min. 2-1 B36 hevur lagt seg á odda. Málið skoraði miðvallarin [...] skaraðu framúr á B36 liðnum. Róaldur Jacobsen javnaði við stútara, og hann legði B36 á odda við framúr langskoti. Væl upplagdi Lukasz Cieslewicz varð feldur í brotsteiginum, og Jákup á Borg umsetti br [...] ðina. -- 75 min. 3-1 Jákup á Borg, sum í dag er liðformaður, hevur lagt B36 framum 3-1. Málið skoraði hann upp á brotsspark, sum hann sendi upp í nettakið. Dómarin peikaðí á ellivu metra blettin, eftir
Nú er ætlanin at gera tær báðar norðastu bygdirnar í Suðuroy grønari enn tær eru nú. Gongst sum ætlað verða húsini í Hvalva og í Sandvík nevniliga hitað við burðardyggari vindorku um eini tvey ár. - Men [...] Thomsen. Tann spurningin ætla teir at fáa greiði á næsta leygardag klokkan fýra, tá ið teir boða hvalbingum og sandvíkingum á almennan fund í skúlanum í Hvalba. Á fundinum næsta leygardag fara teir at greiða [...] og í Sandvík møta upp á fundi og melda seg inn í felagið. Vindmylla á fjalli Poul Laust Christiansen sigur, at ætlanin við Hvalbiar Orkufelag er at seta eina stóra vindmyllu upp á fjallinum ímillum Hvalba
menna á ymsan hátt flokkin, um skilið ger, at steðgað verður á, áðrenn alt fer úr spónalagnum, og menn rýma í øðini, bara tí at teir ikki fáa júst síni sjónarmið ígjøgnum, sum tey altráðandi. Á hesi kontuni [...] sjálvur heldur hann, at skiparaárini búnaðu hann í so máta. Tað eru hinvegin ikki øll, sum hava somu bakgrund sum hann. Tað eru onnur, sum eru meira siðilig og smæðast burtur – sum ikki gera stórvegis háva [...] eykamaður hjá Høgna Hoydal á Fólkatingi. Ongin ivi er um, at viðurskiftini á Fólkatingi hava imponerað hann. Danir hava valt at gera eina trivaliga íløgu í fólkaræði, tingmenn verða bornir á lógvum, og verða so
hevur trupulleikar við. Harafturat eru vit von við skipanir, ið mugu tillagast at vit eru fjarskotin, eitt økið Peru hevur tørv á fyri at binda landið saman. Men menningin av øllum hesum økjum kunnu ikki [...] hann nú er Japani, samstundist sum hann kundi fara inn á sendistovuna og fáa síni pappír sum peruani, so at hann kann stilla upp til valið. Hendingin hevur vakt vreiði millum eygleiðarar, sum vísa á, at [...] fáa fatur á honum og hann stillaði upp til seinasta forsetaval, har tað eydnaðist honum at koma við í annað umfar og var hann líka við at koppað Toledo. Broytingar eru alneyðugar Onnur valevni eru eisini
lærarum og heilsusjúkrasystrum á Landsmiðstøðini um sama evni. Og hósdagin verður skeiðið endurtikið fyri pedagogum. Í farnu viku vórðu fundir hildnir aðra staðni í Føroyum, eitt nú í Klaksvík og í Suðuroy undir [...] "Krabbamein í Føroyum" og "Børn og sorg". Tá ið vit tosa um børn og sorg verður hugsað um tey børn, sum hava mist eitt ella kanska bæði foreldrini. Á skeiðnum verður eisini nomið við tey børnini, sum [...] hesi verða tvinnað saman er, at børn syrgja eisini, tá ið foreldrini verða skild. Granskarar hava víst á, at børn hava eina vón um, at foreldrini koma saman aftur, sigur Jákup Olsen. Í skúlan Endamálið hjá
leygardagin kl. 15. Vit fáa vitjan av Borghild og Johannes Martin, øll eru hjartaliga vælkomin ? menn og kvinnur. Mizpa á Eiði Sunnudagin kl. 16.30 Evangel. fundur í Mizpa á Eiði. Talarar eru Bárður Ljósheim [...] framvegis eru luttakararnir vælkomnir at taka eitt og hvørt ítriv við sær, eitt nú stokkar o.a. Bløðini eru til taks í Fløvanum. Serflutningstænastan v/ Andreas Poulsen er byrjað. Hava tygum tørv á koyring [...] felagið á tlf. +4722674829. Føroyingafelagið í Svøríki Vit hava tiltøk nakrar ferðir um árið. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Annu Westfahl á tlf. +46176269536 ella Innu Törnroos á tlf. +468853570