Suðuroyingar fáa grøna orku og skjótt samband

Nú er ætlanin at stovna eitt orkufelag, sum skal veita hvalbingum og sandvíkingum burðardygga orku úr vindi. Men eykavinningurin kann eisini verða góður

Nú er ætlanin at gera tær báðar norðastu bygdirnar í Suðuroy grønari enn tær eru nú.

Gongst sum ætlað verða húsini í Hvalva og í Sandvík nevniliga hitað við burðardyggari vindorku um eini tvey ár.

- Men allarfyrsta fortreytin fyri hesum er, at fólkið tekur undir við eini slíkari ætlan, sigur Poul Laust Christiansen, sum er annar av fyrireikarunum, saman við Rúna Thomsen.

Tann spurningin ætla teir at fáa greiði á næsta leygardag klokkan fýra, tá ið teir boða hvalbingum og sandvíkingum á almennan fund í skúlanum í Hvalba.

Á fundinum næsta leygardag fara teir at greiða frá projektinum og samstundis er ætlanin at vita um undirtøka er fyri at stovna Hvalbiar Orkufelag, sum so skal arbeiða víðari við tí.

Fyrireikararnir vóna, at allar góðar kreftir í Hvalba og í Sandvík møta upp á fundi og melda seg inn í felagið.


Vindmylla á fjalli

Poul Laust Christiansen sigur, at ætlanin við Hvalbiar Orkufelag er at seta eina stóra vindmyllu upp á fjallinum ímillum Hvalba og Sandvík, sum skal gera nóg mikið av orku til at hita húsini í Hvalba og Sandvík.

- Tað vanliga higartil hevur verið, at hvørt hús sær hevur fingið sær sína vindmyllu í túnið.

- Men støðan við vindorku er tann, at hvørja ferð vindmegin tvífaldast, verður orkan, sum fæst burtur úr fleirfaldað. Tá ið vindferðin hækkar úr 5 metrum um sekundið, upp í 10 metrar um sekundið, fæst ikki tvær ferðir so nógv orka burtur úr, men fleiri ferðir so nógv.

Fyrireikarin sigur, at tí hevur tað sera stóran týdning at fáa mylluna upp í hæddina, har meiri vindur er og tí er tað besta loysnin at hava eina felags vindmyllu, heldur enn at hvørt húskið hevur sína myllu í urtagarðinum.

Tað skerst heldur ikki burtur, at vindmyllur larma ikki so lítið og nógvastaðni er tað ein trupulleiki, at privatar vindmyllur, sum standa ov nær húsum, órógva bæði sjálvt húsfólkið og grannarnar við larmi.


20 milliónir

Poul Laust Christiansen sigur, at heilt leyðsliga mett er talan um eitt projekt upp á einar 20 milliónir.

Fyrsta stigið er at gera vindmátingar í eitt heilt ár at vita, hvar tað er hóskandi at seta eina felags myllu.

Hann sigur, at ætlanin at søkja um stuðul frá kommununi, frá landinum og frá grunnum innanlands og uttanlands.

Tað heldur hann, at góðir møguleikar skuldi verið fyri, tí her er talan um at útvega tveimum bygdum grøna og burðardygga orku og tað er í fullum samljóði við tann politikk, sum bæði føroyskir myndugleikar og myndugleikar um allan heim, miðja eftir at føra.

Poul Laust Christiansen leggur dent á, at hetta er ikki fyri at fara í kapping í SEV, tí ætlanin er ikki at leggja orkuna inn á netið hjá SEV.

- Hendan ætlanin er bara fyri at útvega orku til at hita húsini við. Altso fyri at sleppa undan oljuni.

- Tí verður neyðugt at leggja kaðal leggjast í hvørt hús. Undir vanligum umstøðum er tað dýrt, men fyri at gera hesa ætlanina so bíliga sum gjørligt, er ætlanin at hava so nógv sjálvboðið arbeiði sum gjørligt og at tey, sum verða knýtt at vindmylluni, í mestan mun grava kaðalarnar í felag.

Men hann sigur, at verður farið undir at leggja kaðal í hvørt hús, er væl trúligt at tað loysir seg at leggja fipurkaðal í hvørt hús samstundis.- Tað er ein eykavinningur sum fer at gera mun, tí við fipurkaðali ber til at fáa internet við eini ferð upp á 100 mb, sum er fleiri ferðir so skjótt, sum vit hava nú.

- Samstundis gevur tað heilt aðrar møguleikar fyri fylgisveinasjónvarpi í eini dygd, sum nógv í Føroyum als ikki kenna til enn.


Leys av olju

Poul Laust Christiansen sigur, at enn er ilt at meta um, hvussu nógv tað fer at kosta hjá hvørjum húsarhaldi at vera við í eini skipan sum hesari.

Men hann hugsar sær, at hvørt hús kemur at betala tað sama fyri vindorkuna, sum oljan kostar nú, ella eitt sindur minni.

- Men endamálið er at gera okkum leys av oljuni, tí tað tey, sum hava skil fyri gongdini í oljuprísinum meta, at oljan fer at dýrka ómetaliga nógv tey næstu árini og at tað um nøkur heilt fá ár fer at kosta tvær ferðir so nógv at hita hús við olju, sum tað ger nú, sigur hann.