Kvinnuhondbóltur
Eftir at tær seinasta vikuskifti vóru fyri óvæntaðum tapi í Vági, skudli VÍF sunnudagin reisa seg, tá tær ferðaðust inn á Skála. At talan her skuldi gerast um tvey stig, mundi fáur ivast í. Bæði tí VÍF nú í tvey ár hevur havt í serflokki besta liðið, og eisini tí úrtøkan hjá StÍF higartil hevur verið so sum so. Ein sigur móti Tjaldrinum var einasti dysturin, sum hevði kastað nakað av sær, so hóast VÍF ikki fær gjørt nýtslu av Ioanu Rápa í vetur, so líktist hetta eini yvirkomuligari uppgávu hjá VÍF.
Innsatsurin í toppi
Men tað var tó heilt skjótt, at StÍF hevði víst, at tær undir øllum umstøðum ætlaðu sær at gera mótstøðu sunnudagin. Frá fyrsta bríksli tóktust tær vera sera tendraðar. Kristina hevði alt fyri eitt nakrar bjargingar í málinum, og umframt tær báðar útlendsku útileikararnar, so sýndu serliga Paula D. Olsen og Anna Maria Berthelsen, at tær spakuliga eru við at menna seg til at vera millum tær fremstu av føroysku leikarunum.
VÍF følnaði tó ikki. Nakrar skiftingar vórðu framdar, og brádliga høvdu tær gulu togað seg inn aftur í dystin, men hóast tær soleiðis vunnu seg framum, so gavst StÍF ongantíð.
Undan steðginum høvdu tær aftur strítt seg upp á javnt, og í fyrstu løtunum eftir steðgin vóru tær sum hvirluvindar. Serstakliga riggaði verjuspælið væl, soleiðis at VÍF ongan tíð slapp rættiliga framat, og aloftast vóru tær eirindaleysar í kontraspælinum.
Sýndu karakter
Tað vóru tó tvær hendingar, sum í seinna hálvleiki góvu ábendingar um, at VÍF kortini skuldi fara avstað við øllum. Fyrst tá nakrar skiftingar vórðu gjørdar, við atliti til at fáa kontraspælið at rigga betri. Tomma Petersen ? sum annars stóð ein góðan dyst ? varð avloyst av Manuelu Stan, og Nikolina og Nicoleta vórðu sendar inn aftur á vøllin. Eina løtu gjørdi hetta, at væl kenda kontra maskinan hjá VÍF tóktist fara ígongd.
Og júst sum VÍF var um at fáa takið aftur á dystinum, fekk StÍF eitt álvarsligt skot fyri bóging. Asta Petrauskiene var óheppin at traðka skeivt, eftir at hon hevði spælt bóltin frá sær, og so var eingin bøn. Fóturin var keiktur, og tó at hon tóktist hava ætlanir um at koma inn aftur á vøllin, so var einki at gera, uttan frá síðulinjuni at síggja liðfelagarnir stríðast móti tí, sum tóktist at gerast yvirmaktin.
Ørkymlaðar
Tá hetta hendi, var bert hitt eina málið á muni millum liðini, men bakkastið tóktist bara at gera heimakvinnurnar enn treiskari. Kanska gjørdist spælið í løtum dekan ov rótut, ikki minst tí VÍF nú eisini fór at mansverja Alinu Olaru. Men stríðsviljin var so stórur, sum ongan tíð fyrr, og so dugdu leikararnir eisini at vera kaldar í avgerandi løtunum, soleiðis at bólturin fekst inn um málverjan.
Í hinum endanum sýndi Kristina Griksaite, at hon sum fáur megnar at fremja bjargingar, tá tær eru mest neyðugar, og einar tvær ferðir tók hon royndir frá púrasta leysum VÍF-leikarum.
Treiskni frá mótstøðuni og misnýttu møguleikarnir tóktust av álvara at ørkymla VÍF. Tær royndu at seta enn meira ferð á, men tá hetta kiksaði, so vórðu tær revsaðar. Serstakliga sýndi Poula, at eisini hon dugir at renna seg leysa í kontraálopum, og sum tíðin gekk, so tóktist tað alt meira sannlíkt, at her skuldi talan gerast um eina sensatión, og tá seinasta bríkslið í dystinum ljóðaði, so máttu tær hjá VÍF bara ásanna, at tær høvdu tapt fyri einum betri liði.
Rætti hugburðurin
VÍF hevur nú tapt tveir dystir á rað, og tað í sjálvum sær boðar undir øllum umstøðum frá, at vit fáa eina væl meira spennandi kapping í ár. Trupulleikararnir hjá VÍF koma ikki minst av, at liðið nú ikki hevur Ioanu at líta á, tá verjurnar skulu opnast við skotum útifrá, men liðið telur tó somikið nógvar góðar leikarar, at tær undir øllum umstøðum átti at verið eitt gott boð upp á eitt oddalið.
Hinvegin sýndi avrikið hjá StÍF, at tær væl kunnu tosa við ímillum hini, tá berjast skal um oddasessir. Liðið telir tríggjar sera góðar útlendingar, og so tykist tað eisini, sum um yngru leikararnir á liðnum nú veruliga eru um at koma fyri seg. Ikki minst var tað merkisvert, hvussu væl tær megnaðu at standa ímóti sálarliga trýstinum, tá tað var greitt at tær vóru um at skapa eina sensatión. Hetta ber boð um, at hugurðurin hjá liðnum er hin rætti, og at tær ikki hava óneyðuga stóra virðing fyri mótstøðuni, soleiðis sum tað annars ofta er galdandi fyri lið úr niðara endanum.
At Asta meiddi sær fótin, er sjálvandi eitt álvarsligt bakkast fyri liðið, og spruningurin er sjálvandi, hvussu tað fer at ávirka liðið, um talan er um drúgvan steðg, men undir øllum umstøðum, so tykist tað víst, at hetta undir ongum umstøðum verður einasta ferðin, sum StÍF fer at arga. Er hugburðurin tann sami til komandi uppgávurnar, so er einki at ivast í, at øll lið í deildini fáa trupulleikar av teimum.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 27-24 (14-14)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 7(3), Alina Olaru 6(1), Anna Maria Berthelsen 6, Poula D. Olsen 5, Anna B. Danielsen 2, Sunfríð B. Jacobsen 1
VÍF: Sóley Mikkelsen 7(2), Nicoleta Radu 5, Fríða Marjunardóttir 4(1), Hertha Simonsen 2, Nikolina Eyðbjørnsdóttir 2, Súna Jógvansdóttir 2, Alis Høghamar 1, Jacklin Durhuus 1
Brotskøst: StÍF 5, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 2, VÍF 2
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus: Høvdu úr at gera við at dempa spælið, og hóast linjan kanska kundi verið harðari, so eydnaðist teimum so toluliga væl at fáa dystin at glíða, uttan at hørðu nærdystirnir gjørdust óreinir.










