frama. Ikki øll vóru líka fegin um hesa grótbyrging. Júst í Túni var í 1969 farin undir at ala síl á sjónum beint sunnan fyri Streymin. Fyritreytin fyri ætlanini var, at streymur alla tíðina var við sjálvt [...] tiknir upp. Siglingardýpið var fýra metrar á kyrrindum. Tá dýpingin var liðug, varð beinanvegin farið undir at gera brúnna. Nú varð ein onnur byrging løgd á linjuna, har brúgvin skuldi vera, til tess at [...] tunnilin skuldi gerast. ##med2## ##med3## Rímiligt hava teir tikið Sundaferjuna ella Trónd úr Havn inn á Skálafjørðin og vóru fyrst farnir eysturum at hyggja at umstøðunum Millum Fjarða. Teir vóru so farnir
fjølmiðlarnar, at eingin banki í Føroyum fer á heysin, og at allir innskjótarar skulu kenna seg tryggar. Men so ganga fýra mánaðir og Fossbankin verður koyrdur á heysin uttan so mikið sum at tryggja inns [...] nkin helst farið á heysin, meðan Den Danske Bank hevði megnað at goldið Føroya Banka út. Men tað hevði fingið fylgjur fyri hinar peningastovnarnar eisini. Tá tú sá, at ein banki fór á heysin, høvdu uppaftur [...] skuld til danskar stovnar, bankar ol. máttu hesir sjálvur róta seg burtur úr. Helgi Fossadal vísir á, at kreditturin, sum Fossbankin hevði í Privatbankanum, varð uppsagdur eftir einum degi. Sama var galdandi
føroyska mentan við at vinna teimum sess á teimum nútímans rókum, har tey ikki áttu lív. Eitt stríð ímóti øllum forsagnum, sum fyribils er vunnið í høvdum og hjørtum á teimum flestu – men sum als ikki er liðugt [...] sendinetinum, sum er á veg, fer eisini at bera til hjá Kringvarpinum at bjóða aðrar “public-service-rásir” frá okkara grannalondum fyri sama kringvarpsgjald. Ongantíð størri tørvur á óheftum miðlum Vit standa [...] Norðuratlantshavi Tað er eitt ófatiligt bragd, at tað hevur eydnast at byggja eina tjóð her mitt í sjónum. Og tað er uppaftur størri bragd, at tað eydnaðist – ikki at varðveita, sum ofta verður sagt – men
við skipinum Melkart-2, tá tað í juli legði at í Klaksvík. Skipið bleiv fylgt og avmyndað – bæði av sjónum og úr luftini av hernaðarflogfari. Eisini var Føroya Politi umborð og kannaði passini hjá manningini [...] Løgmálaráðið vissar um, at trygdin hjá Føroyum er partur av trygdini hjá kongaríkinum. Eisini verður víst á meting frá fregnartænastuni PET, ið áður hevur mett, at vandi er fyri russiskum fregnarvirksemi í økinum
in eru lagdir saman, skulu okkara børn ganga á fimm ymiskum skúlum runt um í øllum býnum í einum øki, sum fevnir um 3.000 m: Miðbýnum, Fr. Petersensgøtu, á Frælsinum, Argjum og Gundadali. Venjingarskúlin [...] Hetta hevur sjálvandi positiva ávirkan á okkara børn, sum harvið fáa bestu umstøður til at læra og virka. Við hesari samanleggingini eru okkara børn og teirra lærarar á veg inn í eina karrusell, har tey verða [...] at flyta í nýggja Vesturskúlan í 5. fl. Tvs. hesi børnini skuldu næstu 5 árini ganga á 5 ymiskum skúlum, uttan trygd fyri um flokslærararnir fylgdu við. Eru tað skilabestu umstøður at bjóða einum barni
smannin í sjálvsstyrismálum fari eg, við loyvi formansins, at siga: ?halt fram á hesi kós, og hugsa alla tíðina um trygd og trivna hins einstaka í tí arbeiði tú tekst við?. Ikki eri eg bangin fyri, sum [...] embætismannaveldi. Slíkt er óverdugt, einki samfelag kann sleppa borgarum sínum so upp á fjall, onkur má hava ábyrgd á hesum øki, um ikki, so vísir tað best, at broytingar eru bráneyðugar. Marknaðartrætan [...] við bretar kom á skránna, at higartil úrslitaleysu samráðingarnar við hesar byrjaðu fyri 7 árum síðani, og at ongin fundur hevur verið síðani septembur 1997. Hendan er støðan nú vit standa á gáttini til hesa
Umborð á flogfarinum úr Kangerlussuaq til Keypmannahavnar fall eg í prát við ein grønlending, sum var á veg til eina stevnu, har útbúgvingarspurningar skuldu verða havdir á lofti. Vit komu inn á politiskar [...] tala orð. Um okkurt serliga átroðkandi var á vási, kundi tú í mesta lagi loyva tær at teska. Tá var tað bert prestur, ið hevði orðið - og so deknur tvey orð av og á. Og so skuldu øll hini bara tiga, og annars [...] annars altíð verður settur, og var komin niður á gólvið til tað vanliga fólkið, har hann var betur førur fyri at geva tí tað, sum tað hevði mestan tørvin á í gerandisdegnum. Evnið, sum presturin talaði
Anfinn bónda í Oyndarfirði, sum fekk ein marmennil á snørið, sigur okkum, at marmennlar eru á havsins botni. Teir arga okkum, krøkja agnið av, tá ið vit liggja á miði. Bóndin tók sín marmennil heim til húsanna [...] bóndanum á flot, og var fiskur undir bátinum, gjørdist marmennilin kátur og leikaði í. Ein dagin, teir fóru á flot, hevði bóndin av misgáum ikki rist krossmerkið fyri marmennlinum, og komnir út á mið leyp [...] Eg sigi bara, stóðga á og tak lívið at tær! Nýt veðrið - um tað er stilli ella vindur, regn ella sól. Nýt ljósið eina summarnátt. Nýt myrkrið ein vetrardag. Hevur tú nakrantíð verið á fjøllunum ella havinum
sær sínar egnu fiskileiðir. Bátarnir á Streymoynni hildu seg á leiðunum við Streymoynna, tað var teirra sjógvur, meðan bátarnir úr Eysturoynni hildu seg eystari á sjónum. Tað hendi seg meira enn so, at bátar [...] sami. Tað vanliga fyrr á útróðri og fram til umleið 1. heimsbardaga eisini umborð á sluppunum var at halda snørið stilt niðri við botn, tá var tað eisini vanligt at hava fýra húkar á fiskiloddinum. Tveir [...] Tveir sterthúkar vóru bundnir í ovarlaga á teyminum, meðan hinir báðir húkarnir vóru knýttir í endan á teyminum. Tað er hetta amboð, sum Mikkjal á Ryggi yrkir um í sanginum “Fiskurin bítur”. Men so lærdu teir
unum. Hóast hesir bæði mistu valdið á fiskiídnaðinum á landi (Fiskasøluni og flakavirkjunum) og á fíggjarstovnunum (Sjóvinnubankanum og gamla Føroya Banka), sita teir enn á stórum parti av reiðaravirkseminum [...] rættiliga burðardyggar. Dinosaurar úr 80?unum Vit hava fyrst og fremst víst á møguleikarnar fyri eini vinnulívsmenning, ið byggir á eitt skynsamt samband ímillum alment og privat, men sjálvandi er eisini greitt [...] var at fáa fatur á rávøruni, og ikki at fáa flotan at geva yvirskot ella at skapa eina betri rávøru. Somuleiðis var tann sonevnda ?afturberingin? til fiskivinnuna enn einaferð havd á lofti, hóast hon fyri