Nú sjónvarpið hevur latið gera tríggjar sendingar um m.a. hesar spurningar spurdu vit Helga Fossadal, um nakað nýtt er komið fram, sum hann ikki vistu áður!
-Sjálvandi er nógv komið fram í teimum skjølum, sum ikki eru kunngjørd áður. Men nógv av hesum er nakað, sum tú hevur havt varhugan av.
Helgi Fossadal sigur, at vit í veruleikanum skulu heilt aftur til 1988, tá fyrsta spírin til tað, sum fór at henda, varð lagdur.
Hetta árið hevði forsætisráðharrin Poul Schluter ein fund við tað stóra bankkonsortii við Privatbankanum, Handilsbankanum og Den Danske Bank. Tá gav Schluter boð til umrøddu stovnar um, at Føroyar vóru í eini veldugari kreppu. Uttanlandsskuldina, sum føroyingar tá høvdu uttan fyri kongaríkið, vildi staturin hjálpa føroyingum við, men skuld til danskar stovnar, bankar ol. máttu hesir sjálvur róta seg burtur úr.
Helgi Fossadal vísir á, at kreditturin, sum Fossbankin hevði í Privatbankanum, varð uppsagdur eftir einum degi. Sama var galdandi fyri bæði Sjóvinnubanka og Føroya Banka.
-Vit høvdu ikki biðið um henda kredittin, men danski bankin hevði boðið okkum hann. Orsøkin til at teir nú tóku hann aftur vóru boðini frá Schluter um støðuna í Føroyum.
Helgi Fossadal sigur víðari, at Fossbankin tók hetta til eftirtektar og var sera varin at læna út eftir hetta.
Ikki soliditets- men likviditetskreppa
Hann sigur annars um víðari støðuna og hendingarnar, at tað, sum hinir báðir pengastovnarnir manglaðu í bæði 92 og 93 vóru reinir pengar í kassanum.
-Tosað varð tá bara um eina soliditetskreppu, tvs. trygdina hjá bankunum í teimum lánum, sum teir høvdu latið, men her var fyrst og fremst talan um eina likviditetskreppu. Tað er tað, sum gangur aftur og aftur sigur Helgi Fossadal, og leggur aftrat, at hetta hevur einki við soliditetin at gera.
Fyri at útvega likviditetin vóru teir eisini noyddir at niðurskriva ognirnar og soleiðis kroystu teir landsstýrið at koma inn við pengum. Ognirnar skuldu tá vera null verdar. Men hetta var lygn. Hetta var nakað, sum varð skapt og ikki nakað, sum var reelt.
Um orsøkina til at henda loysn varð vald sigur Helgi Fossadal, at tað var tí, at bankarnir manglaðu pengar. Og einasti máti at fáa teir inn uppá var antin sum beinleiðis innskotskapitalur frá landsstýrinum, statinum ella almenninginum, sum tá varð bundin í so og so nógv ár ella hin møguleikin, nevniliga at niðurskriva aktivini. Tá er bankin farin á húsagang, og tá er ein noyddur til at seta meira pengar í.
Hetta hevur so fingið bóltin at rulla skjótari enn ein hevði roknað við. Og longu í 92 varð boðað frá, at stóru bankarnir skuldu leggjast saman.
-Trupulleikin, tá danir koma upp í 93, er, hvussu pengar skulu skaffast til Føroya Banka. Og tann einasti mátin at útvega hann uppá var at niðurskriva restina av aktivunum, sum vóru til og sum vórðu niðurskrivað frammanundan, tvs. húsini, sum vórðu sett niður á null stórt sæð. Soleiðis mátti m.a. Fossbankin bløða. Eisini Sparikassin misti.
Føroyingar sovið í tímanum
Helgi Fossadal heldur ikki vit bara eiga at geva dønum alla skyldina fyri tað, sum er hent.
-Tað er fantastiskt, at ein maður sum Finnbogi Ísakson, tá vit hava fingið lánini uppá meira enn 500 mill. kr., skal siga við fjølmiðlarnar, at eingin banki í Føroyum fer á heysin, og at allir innskjótarar skulu kenna seg tryggar. Men so ganga fýra mánaðir og Fossbankin verður koyrdur á heysin uttan so mikið sum at tryggja innskjótararnar, ið eru teir einastu, sum hava sviðið fyri hetta og hava verið ólíka fyri lógini.
-Men hava teir ikki fingið tað mesta aftur?
-Vit hava goldið 70% aftur, men vit røkka ikki at gjalda 100%.
Helgi Fossadal heldur tað vera skeivt bara at leggja eftir Richard Mikkelsen & Co., tí vit mugu ikki gloyma, at tað eisini finnast nógvir føroyskir aktørar í øllum hesum, tað verið seg stjórar og fulltrúar av ymsum slag.
-Eg havi einki ímóti, at ein fer eftir Richard Mikkelsen, men at hinir mennininir í øllum hesum, tvs. føroyingar, bara skulu gloymast, kann ikki vera rætt. Allir hesir persónar sleppa at halda fram, uttan at nakað er hent. Teir eru entá álitið hjá Føroya landsstýrið í dag framvegis.
-Men teir siga væl eins og politikararnir, at teir hava ikki fingið at vita, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini og tí ikki hava dugað at mett um veruligu støðuna?
-Tað kunnu teir ikki. Tí út frá hvørjum grundarlag kunnu teir m.a. siga, at partabrævakeypið í Føroya banka er gott!
Danir tóku ávaringartekin í álvara
Tá ein tekur samanum, so heldur Helge Fossadal, at tað, sum er hent í øllum hesum málinum - uttan at hann tó skal forsvara nakran sum helst - er, at danir hava sæð, hvør støðan hevur verið í bæði Føroya Banka og í Sjóvinnubankanum, hvar pengarnir streymaðu út.
-Pengamangulin í bankunum var vorðin so stórur, at her mátti okkurt gerast. Eisini hevði samanlegging av bankunum í Danmark ávísa ávirkan.
1. bjargingarroyndin varð gjørd tann víðagitna oktober, men tá fór bólturin á rull. Tað hava teir kanska ikki roknað við, og tí hevur tað verið eitt ávíst ráðaloysi eftir hetta.
Hvat sigur Helgi Fossadal til metingina um, at talan er um eina danska ráðagerð móti Føroyum!
-Eg trúgvi, at danir hava ætlað at seta føroyingar uppá pláss. Men ætlan teirra hevur ikki eydnast soleiðis sum teir høvdu í kvittanum. Ætlanin er rætt og slætt farin av sporinum. Eg trúgvi ikki, at teir hava ætlað alt, sum er hent - tað er bara blivið so orsakað av umstøðunum.
Hann heldur tað annars vera ótilgeviligt, at føroysku politikararnir soleiðis hava latið seg taka við nøsina. -Tá tað hevur verið sagt, at vit eru noyddir til at svølgja hesum og hasum bitanum, hví hava okkara politikarar tá ongantíð sett seg upp ímóti hesum!
Hvat heldur Helgi Fossadal um eitt komandi úrslit av bankakanningini!
-Den Danske Bank hevur roynt alt hann hevur kunnað fyri at koma úr Føroya Banka, og tað eru teir komnir væl frá eftir mínum tykki. Teir hava gjørt eitt gott arbeiði. Um tað er skitið arbeiði eisini er ringt at siga, fyrr enn tú hevur sæð úrslitið av bankakanningini.
Føroysku politikarnir hava verið naivir. Eg haldi ein kann skilja 1. umfarið, sum varð men ikki tey fylgjandi umførini.
Eg rokni við, at bankakanningin verður fifty - fifty - at tað hevur verið rót í hjá bæði føroyingum og dønum. Hetta hevur ikki kunnað latið seg gera, uttan at allir partar hava verið við so ella so.
Politiskar samráðingar
Helgi Fossadal heldur, at vit eftir bankakanningina, mugu fáa politiskar samráðingar. Tað er fullkomiliga órímuligt, at føroyingar skulu standa eftir við allari rokningini fyri tí, sum er hent. Bæði danski staturin og Den Danske Bank mugu gjalda sín part.
-Tað er altíð best at royna at fáa eina politiska loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við. Tað er ein betri loysn enn eitt langt rættarmál, har tú onga trygd hevur fyri, hvat kemur burtur úr.
Hvat danir enn siga, so er tað ein sannroynd, at tað ruggar ikki rætt við tí samanblanding, sum hevur verið í Danmark av ymsum stovnum og politikarum.
Helgi Fossadal heldur ikki, at her hevur verið talan um eitt miðvíst og útspekulerað komplott at fáa føroyingar niður við nakkanum. Tað hevur verið ein ætlan um at fáa hesi viðurskiftini uppá pláss í Føroyum, tá føroyingar ikki hava viljað lurtað eftir teimum mongu frágreiðingunum, sum eitt nú Ráðgevandi Nevndirnar eru komnar við. Hesar bóðu føroyingar ansa eftir ikki at taka lán osfr. Tá føroyingar ikki vildu tað, so hava danir ?skrúvað bissarnar? uppá og sagt, at tað ikki gongur longur.
Helge Fossadal sigur, at øll uttanlandalán, sum vórðu tikin av Føroyum, hevði staturin stórtsæð kautionerað fyri við at góðtaka hesi. Tí høvdu teir her forpliktilsi yvir útlandinum og at siga stopp.
Avleiðingar fyri innskjótarnar
Helgi Fossadal heldur, at vit føroyingar eiga at hugsa tankan, hvat var hent í Føroyum, um eingi av teimum stigum, sum eru tikin, vórðu tikin.
-Tá hevði Sjóvinnubankin helst farið á heysin, meðan Den Danske Bank hevði megnað at goldið Føroya Banka út. Men tað hevði fingið fylgjur fyri hinar peningastovnarnar eisini. Tá tú sá, at ein banki fór á heysin, høvdu uppaftur fleiri pengar verið drenaðir úr teimum eftirverandi peningastovnunum. Ein kann bert ímynda sær fylgjurnar av hesum fyri samfelagið. Spurningurin er tí, hvat hevði hent, um danir ikki blandaðu seg.
-Og har meinar tú, at tað kundi verið uppaftur verið?
-Tað er einki at ivast í, at tað kundi verið nógv verri fyri innskjótararnar í teimum báðum bankunum. Teir innskjótararnir blivu jú tryggjaðir við tí loysn, sum varð funnin.
Helgi Fossadal heldur annars, at Nyrup hevur valt eina eitt sindur ótaktiska løtu at koma til Føroya. Hann átti at verið so klókur, at hann sá, at tað hevði verið betri at komið eftir eina bankakanning. Men nú kemur hann, og mugu vit royna at fáa nakað burtur úr hesum.
-Annars haldi eg, at vit mugu sleppa hesi ?undirdaniheitini?. Vit mugu siga bart út, hvat tað er ein vil og meinar. Ikki altíð strúka dønum við hárinum, tá teir koma higar. Danir mugu fáa boð um, hvat rørir seg í hesum samfelagnum. Eg trúgvi, at tað hava teir ongantíð fingið.
Rætta staðið at fáa hetta at vita er í Føroyum. -So takið ímóti Nyrup og takkið honum fyri tað, sum hann hevur gjørt gott og gevið honum ein uppsang fyri tað, sum hann ikki hevur gjørt nóg gott.