Útróður í siðsøgu og skaldskapi

Christian Matras hevur eina yrking, sum mær altíð hevur dámað so sera væl:

Her leikti tær lendi løg inn í sál,
og innast við strendur fekk sjógvurin mál,
ið ongantíð tagnar,
óvæntað tær fagnar,
við songi um landið, sum stígur úr sjó.

Her numu teir gomlu við nøvnum sær land,
men landið næm teir úr fjøllum í sand,
við ósæddum hondum
tað bant teir við bondum,
ið rukku so víða, sum verøldin rann.

Og tíðin hon blásti við gandandi ond
á lív ið varð livað á bø og við strond,
ein óskrivað søga,
ein orðleys røða
um fólkið her livdi skapaði tjóð.

Tað er so ofta, at eg kenni tað soleiðis, at tað mesta, ið eg leiti eftir, er at finna í teirri óskrivaðu søguni og teirri orðaleysu røðuni. Tað eru til allar tíðir farnar broytingar fram í føroyska samfelagnum. Ein tann størsta áhaldandi broytingin fór fram frá miðskeiðis í 1800-talinum og fram til okkara dagar. Tað er tann tíðin, tá Føroyar broyttust frá einum samfelag, sum var tengt at jørð til eitt meira vinnuliga frælst fiskivinnusamfelag, sum gav tí einstaka størri møguleikar at gera vart við seg.
Tað, sum fekst úr sjónum, hevur altíð havt stóran týdning fyri Føroyar – bæði í dagliga húsarhaldinum og sum søluvøra – týdningurin av tí seinasta hevur verið minni við hvørt og meira við hvørt. Stutt eftir miðøldina og eina tíð fram var tað turrur fiskur sum var tann týdningarmiklasta útflutningsvøran her á landi, men so mistu vit skipasambandið úteftir. Tá eg gekk í skúla, stóð tað í eini lesibók, at fyrr var ull Føroya gull, men nú er tað fiskurin. Ì einar tvær øldir var tað ull og ullarvørur, ið var týdningarmiklasta útflutningsvøra okkara. Longu frá 1600 byrjaðu baskarar fiskiveiði í Norðurhøvum, har menn saltaðu fiskin umborð og virkaðu hann til klippfisk á landi. Aðrir tóku skjótt eftir – ikki minst í New Foundlandi, sum hevði stóra klippfiskaframleiðslu tíðliga í tíðini. Danski keypmaðurin Niels Ryberg royndi longu seinast í 1700-talinum, at fáa føroyingar uppí hesa klippfiskavinnu men tað miseydnaðist. Eingin roknaði tá við, at føroyingar fóru at standa á skipsdekk nakrantíð. Tak okkum í dag.
Fyrst var tað útróðurin undir Føroyum sum menti seg og seinni kom sluppfiskiskapurin, tí útróðurin gav okkum ikki nóg mikið at liva av. Tað vóru eisini teir, sum tíðliga fóru til lands í Íslandi,. Eins og teir eisini seinni fóru at rógva út í Grønlandi.
Tá útróðrarmenn bert høvdu árarnar at líta á, var tað av størri týdningi at hava stutt at rógva út á fiskileið enn tað, at bygdin var kyrrupláss, tí føroysku árabátarnir vóru lættir at draga og stóðu fyri tað mesta í neysti, tá teir ikki vóru í brúki, uttan so at tað var góðveður dag um dag , men hóast alt, mugu dagar við brúkiligari kyrru hava verið fleiri enn dagar við brimi og ódn.
Bátasmiðurin Símun Johan Wolles sigur um føroyska bátin: Krøvini vóru stór, hóast farið var lítið, og hevur tíverri ikki altíð eydnast at útfylla tey øll. Bátur skuldi vera lættur undir árini, lættur á lunni, góður undir segli og góður í undangongu. Til brimpláss kravdist tað afturat, at teir vóru vídligir oman um bak, fyri at grípa, tá teir vóru skotnir út (tað var flotaðir) og turrir at liggja inni við brimi, tí var altíð bakskuturin fyri, tá skipa var upp.
Tað er tí ikki at undrast á, at teir gomlu høvdu stóra virðing fyri bátinum, og kom maður fram at báti, ið stóð í gerð, tóku teir soleiðis til orða: Gud gevi hann verður høgdur ella brendur. Teir vildu ikki hava hann at ganga burtur. Føroyski árabáturin er ikki bert vakur, góður og lættur bátur tillagaður tað umhvørvi, har hann skuldi brúkast, men hann er eisini ein av okkara størstu mentanargripum.

Av øllum teim snekkkjum í Norðhavið bar,
ein tykist mær yndislig føður,
tann bátur nevndur er áttamannafar,
sín svanasong nú hann kvøður

Soleiðis syngur skaldið Mikkjal á Ryggi um áttamannafarið í Tingakrossi í 1913. Ein sangur sum í Føroya Fólks Sangbók er vorðin fólkaogn.

Hann føroyingum fylgdi í túsund ár,
væl virdur av lágum og høgum,
við gyltari veiðu um vetur og vár,
hann søkklaðin legði at støðum.

Í vanda hann vardi mangt dýrabart lív;
og sigraði hann stormin so strangan,
tá førdi hann menn heim til smábørn og vív
og mettaði mangan ein svangan.

Hans Andrias Djurhuus, sum var lærari í Sandavági meðan Mikkjal var lærari í Bø og Gásadali kundi ikki bara sær fyri at arga Mikkjal eitt sindur. Tí longu sama ár, sum ár Mikkjal yrkir um áttamannafarið – í 1913 – yrkir hann um motorbátarnar, sum komu at verða alt meira vanligir sum útróðrarbátar:

Svartir í erva við hvítari gron
móti stormi teir snýsa,
sigla úr vági, á landinum ýtini miðini vísa,
skera so lættliga streymin,
sum seg fram við strondini skorar;
syftast av aldu á aldu teir fúkandi skjótu motorar

Og hann heldur fram:

Gamalt er grivið, nýggj tíð er komin
og nýggjari kemur.
Væl kann tað vera, at onkur
so sárt um hitt farna seg gremur.
Minnist tá bátarnir syngjandi aftur av havinum róðu
og eins og brøður, tá veiðin var tilgjørd,
á lunnunum stóðu.

Tó lata tað hvíla í friði,
sum alt hevur grøvina funnið
líti er tapið at rokna, tá túsundfold meiri er vunnið,
veiðin er størri, sleipið er minnið,
meira á borðinum,
nú í teir sigla til miðis við fúkandi skjótum motorum.

Teir fyrstu motorbátarnir komu í 1905 næstan um somu tíð, sum í londunum rundanum okkum, so her vóru vit ikki eftirbátar. Bygdirnar í Sundalagnum vóru fyrr mettar at vera vánaligar útróðrarbygdir, tí, hóast tær vóru kyrrar, var so langt at rógva á fiskileið. Tað var ikki óvanligt at rógva 13 til 18 fjórðingar út á hav við áttamannaførum, men tað broyttist, tá motorbátarnir komu.
Bygdirnar norðanfyri vuksu nógv hesa tíðina nógv fram til aldaskiftið takkað verið útróðrinum við árabáti. Tá sluppirnar komu vóru mannfólkini burtur summarhálvárið, men heima um veturin. Hetta var ein tíð, sum hóskaði seg væl til bygdarlívið og tær føroysku bygdirnar um alt landið. Tí sjálvt um mannfólkini í bestu árum vóru burtur, so var kortini nóg mikið av fólki eftir heima, til at gera tað arbeiði í bygdini, sum gerast skuldi. Sluppfiskimennirnir fingu eisini stundir at skera torv og seta epli niður, tá teir vóru heima millum túrarnar, og um væl vildi til so vóru teir heima aftur, tá hoyggi skuldi berast inn og eplini takast upp. Lívið hekk saman hjá fólki hesa tíð.
Sluppfiskiskapurin kom eisini at gera av nær børn vórðu fødd. Meginparurin av børnunum vóru fødd umleið 9 mánaðir aftan á at menninir komu aftur um heysti, men burðartalið kvinkaðist eisini fitt uppeftir 9 mánaðir aftaná, at teir vóru heima í mai/juni millum túrarnar.
Útróðurin var í eldri tíð tengdur at jørðini og at tí gamla bygdafelagsskapinum, tí bygdin var felags um eitt ávíst tal av bátum, tá talan var um størri bátar. Flestu kenna til fyribrigdið bátsbandið. Tað var bæði ein rættur og ein skylda at halda bát og at manna bát, sum leingi fungeraði væl, men tá samfelagið broyttist kendist tað sum eitt haft, men tað lagaði seg, so menn kundu fáa sær bát, uttan mun til um teir átti jørð ella ikki.
Við fríhandlinum kom fyrsta privatiseringin – ella einskiljingin – í Føroyum, tá almennu ognirnar hjá einahandlinum vórðu seldar privatum vinnulívsmonnum, fyri tað mesta dønum. Hetta av teirri einføldu orsøk, tí tað var eingin nóg kapitalsterkur stættur í Føroyum, sum kundi kappast við útlendingar við tað fyrsta, men teir komu.
Umframt meginhandlarnar, býttu tær størru handilsfyritøkurnar landið ímillum seg og stovnaðu úthandlar mestsum í hvørjari bygd. Handlar sum seldu vørur og keyptu fisk. Tað var í fyrstuni vanligt at fleiri tóku seg saman um ein bát, eitt nú áttamannafar. Útreiðslurnar vóru býttar í átta partar, og hvør átti so mangar sessir á bátinum sum hann átti partar – faðir og sonur róðu ofta við sama báti, hóast tað ikki var dámt so væl. Tí missurin kundi verða stórur hjá einum húsum í slíkum førum, um bátur gekk burtur, men tað forðaði ikki monnum, sum áttu fleiri synir, at fáa sær seksmannafar, sum teir so róðu út við fyri seg sjálvar.
Leingi var snørið einasta fiskiamboðið. Húkur var brúktir til smáan fisk og ongul og steinur til stóran tosk. Teir størstu toskarnir kundu viga út ímóti 40 pundum, so teir vóru sum stór veðurlomb á vektini.
Skotar fiskaðu nógv undir Føroyum í eldri tíð, men neyvan hevur verið nógv samband millum teir og føroyingar, sum vóru illa royndir av sjórænarum og fremmandum fiskimonnum. Tá hetlendingar byrjaðu at fiska við slupp undir Føroyum frá umleið 1850 rann saman millum føroyingar og hetlendingar og føroyingar lærdu nógv av teimum, men tá hevði eisini Pløyen amtmaður og føroysku fylgisneytar hansara longu verið á teirri víðagitnu kanningarferðin til Hetlands í 1839. Tí ikki bert lærdu hetlendingar føroyingar at seta gággulínu til felags gagn, tí hetlendingar keyptu gággurnar til agn og góðu føroyingum eina inntøku av hesum, men tað vóru eisini fleiri føroyingar, sum fingu sær tjans um sumrarnar við hetlendingum og tað var eisini frá hetlendingum at føroyingar lærdu ta sjálvdráttarskipan, sum í mong ár kom at eyðkenna sluppfiskiskapin, og sum einki hevði við tað sum var nevnt sjálvdráttur í sambandi við útróður at gera.
Hetlendingar royndi mest við snøri undir Føroyum – einum snøri sum ikki var ólíkt tí, sum kom at verða veiðiamboðið umborð á sluppunum – snørið við blýloddi við einum bogaðum teini tvørtur í gjøgnum og tveimum pilkum. Havnarmenn kendu longu til blýlodd í 1780-unum. Úrslitið var í øllum førum tað klassiska snørið við loddi og teini, sum kundi vera bæði skipssnøri og skrubbulodd, formurin var tann sami.
Tað vanliga fyrr á útróðri og fram til umleið 1. heimsbardaga eisini umborð á sluppunum var at halda snørið stilt niðri við botn, tá var tað eisini vanligt at hava fýra húkar á fiskiloddinum. Tveir sterthúkar vóru bundnir í ovarlaga á teyminum, meðan hinir báðir húkarnir vóru knýttir í endan á teyminum. Tað er hetta amboð, sum Mikkjal á Ryggi yrkir um í sanginum “Fiskurin bítur”. Men so lærdu teir at fíla og brúka pilk – sagt verður at teir lærdu at brúka pilk av fransmonnum, tí var pilkur við hvørt eisini nevndur fransahúkur.
Tað er rætt, at Christian Pløyen hevði kunnleika um línu við sær eftir Hetlandsferðina í 1839. Men til tað er at siga, at Havnarmenn longu í um 1780, plagdu at seta skrubbulínu við smærri húkum. Hetta høvdu teir lært av fremmandum sjófólki, sum kom inn á Havnina, so Havnarmenn vistu longu tá, hvussu lína var brúkt,
Lína varð ikki dámd av øllum og hon elvdi eisini til stríð millum útróðrarmenn. Tað vóru tí fleiri, sum vildu hava sett bann móti línu, tí teir mettu at línan og tað nógva agnið var til ampa fyri snørisfiskiskapin. Eisini hildu teir seg leggja til merkis, at fiskurin eftir at lína var komin í brúk gjørdist smærri, og hetta fekk línan við sínum smáu húkum skyldina fyri, tí nú varð eisini ungfiskurin fiskaður, og menn vóru ræddir fyri at fiskurin varð avoyddur. Longu tá hugsaðu menn um burðardygga veiðu.
Málið kom fyri Løgtingið, har tað var viðgjørt nágreiniligt úr fleiri sjónarmiðum og endin var ein nýggj fiskiveiðulóggáva kom í gildi í 1893. Skipað var nú soleiðis fyri. at tey einstøku kommunustýrini settur reglugerðir fyri hvørji fiskiamboð skuldu verða brúkt á firðum og sundum í kommununi, men línufiskiskapurin við árabátum mentist alsamt og tað var ikki ein helt vandaleysur fiskiskapur úti á víðum havi við borðfyltum báti. Línan kom serliga at fáa stóran týdning norðanfyri og vestanfyri, eitt nú verður sagt úr Mykinesi í 1892, at har fiskaðu teir mestsum bert við línu. Í Suðuroy kom lína ikki av álvara í nýtslu fyrr enn fyrst í 1920-unum.
Ikki bert fingu árabátarnir línubekk, men lutir sum línuleypur, línutrog og kýkar komu at verða vanligir. Mest vanligi kíkurin – grindakíkur – varð gjørdur av maganum á grindahvali, ið var blástur upp, turkaður og tjøraður. og kíkahjarta úr viði við holi í bæði til at blása í og hol til at binda enda í. Eisini gjørdur teir kík úr grindavælindi, av kálvum sum vóru flettir í bjølg og tað er eisini dømi um frensakíkar.
Útróðrarmenn býttu havi ímillum sín, so ella so og royndu ymiskar leiðir. Víkamaðurin Sámal Johansen sigur m.a. í bók síni Á bygd fyrst í tjúgundu øld,. at Sjálvt um eiðismenn og víkamenn fylgdust lið um lið út av Eiðisflógva, so høvdu teir hvør sínar fiskileiðir, tað var líka sum hesar bygdir høvdu kanna sær sínar egnu fiskileiðir. Bátarnir á Streymoynni hildu seg á leiðunum við Streymoynna, tað var teirra sjógvur, meðan bátarnir úr Eysturoynni hildu seg eystari á sjónum. Tað hendi seg meira enn so, at bátar, sum vóru vanir at royna tær eystari leiðirnar, fóru vestureftir, men eg helt ongantíð, teir kendu seg rættiliga heima á ókunnugu leiðunum.

Mikkjal á Ryggi hevur yrkt bæði um snøri og um línu:

Kvikhentur maður, meðan snørið man renna
sløgir og foragn og beitu sær sker;
ræsir og heintar – og toskur er at kenna,
bregður væl við, so hann ongulfastur er.
Liðmjúkan arm,
sveittan í barm,
grenjar í tolli, men ongan annan larm

Fýra eru á. Og, vælsignaða fløkja!
Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn.
Stendur illa í? So mást tú teir kjøkja;
Høgg teimum kleppin í nakka ella kinn.
Syft teir inn um stokk,
gev teimum á knokk,
laggbeit og greið, tí kurlað er tað nokk.

Hann hevur eisini sangir um várróður, og um hvussu menn settu línu og tóku hana upp. Tað verður ov langt at endurgeva alt hetta, men eg skal taka okkurt einstakt ørindi fram:

Kom við línusteini her,
kíkin tak úr barka,
knýt í stungu, skjótur ver!
segl eg síggi nærka!
ivaleyst um hesa leið
ætlar onkur niður,
hann, ið fyrst fær missir ei, gamla orði sigur

Steðgi! Steðgi! Skjóti á!
nú kom bannsett fløkja;
verður nakað vunnið, tá
lógva mín tit krøkja!
her er hvørt um annað tveitt –
buktir. Øgn og teymar.
Rógvi aftur! Nú er greitt,
ut um stokk hon streymar.

Og okkurt øðrindi um upptøkuna:

Heini inn við toftuknæ
vøttir sínar stingur,
hann skal krøkja av í dag,
fimur er hvør fingur;
klakar tjúkt á borð og bond,
aldri lofnar tó hans hond,

Stungan upp í vaðkall gleið,
steinur inn var tikin,
vestur út mót Hógvaleið
langt er línan rikin
yvir harðan botn og sand,
gras og grót og mórubland.

Tað tók tíð at seta og draga línu. Brast óveður á, so var vandi á ferð. Illa dámdi teimum at kappa línuna, tí hon hevði nógv virði, men tað kundi verða neyðugt. Hetta førdi nógvar vanlukkur á útróðri við sær, og bátar gingu burtur. Fleiri kvinnur enn áður komu at sita sum einkjur og fleiri børn komu at verða faðirleys av hesum áum. Mikkjal og Hans Andrias yrkja um sjálva veiðuna og spenningin við at kasta snøri og seta líni, men kvinnurnar hava sæð útróðurin øðrvísi. Tær sóu vandan og óttan, Her skal eg lata tær tvær kvinnur lýsa útróðurin á sín hátt í tveimum yrkingum, sum eg taki onkur ørindi burturúr;:

Ein landnyrðingsstormur so skjótt brast á
hvør fjøl á sjógv,
og ljót gjørdist luftin, so myrkagrá
sum skitin lógv;
fossur so beint sæst uppeftir standa,
strokið so stynjandi fer millum landa,
og bylgjurnar berjast so stríðar.
....
Og dagurin lækkar, og brimið er so øgiligt
og froysandi niðan í neyst tað fer,
frá grunni lyft.
knappliga bátur við broti má landa,
smildrast, tó menninir bjargast úr vanda
Meðan sprekini út aftur skola.

Enn vantaði ein í bátatal,
tá svørt var nátt;
í skýming hann sást uttanvert við Hæl –
men rokið hátt
brádliga hvørvisjón tá yvir hann legði;
streymur frá landi hann úteftir hevði,,
Runt um feigdarfuglarnir flagsa.


Skjótt seglið er pettað og mastur av
og stýrið frá;
hart brakandi bátur fer undir kav –
stór neyð er á
Hvør maður krossin brátt fyri sær ristur,
suffar farvæl til konu og systur
til børn og foreldur í heimi.

Tað er Billa Hansen, sum hevur yrkt hetta umleið 1890. Tað endar kortini væl í hesum sangi og manningin verður bjargað av einum skipi, men so var tíverri ikki altíð, sum Andrea Árting letur tað vera í sanginum Dunandi aldur á prenti fyri fyrstu ferð í 1934:

Eydnast væl teirra samrøða mikla.
Farið er sorlað, øll manningin deyð;
havaldan sterka man sprekini stikla,
háðandi stormur sær fiskarans neyð.

Mamman hon misti sær sonin tann unga,
hvør veitti ugga í seinastu stund?
Hvør mundi turka tann sveitta so tunga,
kína hans eyga, tá tað fall í blund?

Gentan hon misti sær vinin tann kæra,
hennara vón fyri komandi ár –
Abbin hann mátti tann sama veg fara,
renna tí strítt vári sorgtungu tár.

Ùtróðurin vaks alsamt í seinnu helvt av 1800-talinum og veiðan vaks eisini. Í 1898 var hon 4600 tons, men árini vóru misjøvn og beit undan aldarskiftnumi fall samlaða veiðan niður undir 3000 tons. Veiðan vaks nakað aftur, tá motorbátarnir komu, men minkaði skjótt aftur fyri undir fyrra heimsbardaga at vaksa upp til góð 10.000 tons um árið. Men eftir kríggið falla tonsatalið aftur. Tað sum mestsum forkom útróðrinum var ikki fiskaloysi, men ránsveiði við troli. Ikki bert grópaðu trolararnir – fyri tað mesta bretskir – upp allan botnin so at fiskurin ikki fekk nakað stað at vera, men teir trumlaðu eisini botnin slættan til tað reinu oyðumørk, so eingin vøkstur kom aftur í áravís. Ikki bert rændi teir fiskin av grunnunum frá føroyska útróðrarmonnunum, men teir vóru beinleiðis óflíggjaligir og gjørdu tað vandamikið hjá føroyingum, tí teir vóru so naskir og stevndu beint har sum føroyingar royndi, og smæddust ikki at trola bæði tvørtur um línu og snøri.
Orsøkin til at veiðan aftur vaks undir 1. heimsbardaga var einfalt tann, at tá trolaðu eingir trolarar undir Føroyum. Men eftir kríggið byrjaðu teir aftur og útróðrarveiðan minkaði aftur burtur í næstan einki – onkuntíð undir 1000 tons um árið. Viðareiðisprestur Kielberg sigur frá, so var tað vanligt at síggja eini 30- 40 trolarar trola á somu leiðum, sum føroyingar royndu á Norðhavinum.
Tað var yvirhøvur ikki fyrr enn í 1920- num, at tað kom at vera vanligari at menn fingu sær eitt sindur størri bát einsamallir. Tað hongur yvirhøvur saman við, at teir frá umleið 1925 fóru at seta – installera – maskinur í árabátarnir, sum eisini vóru nevndir installeringar, men maskinan gjørdi installeringarnar tyngri at draga enn róðrarbátar, og tí fóru teir at fáa sær drátt og spæl í neystini, meðan teir fyrr høvdu kunna hjálpt sær við leysar lunnar. Á brimplássi var tað ikki óvanligt at fáa sær páhangsmotor, sum kundi takast úr bátinum og berast í landi fyri seg, so hann ikki tyngdi um bátin. Mær er sagt frá at teir fyrstu páhangsmotorarnir komu longu fyri fyrra heimsbardaga.
Tíverri komi maskinbátarnir í eini tíð, tá útróðurin undir Føroyum minkaði burtur í næstan einki og teir vóru tí ikki orsøk til nakran størri vøkstur í útróðrinum hesi árini, men maskinbátarnir komu at fáa stóran týdning sum innløgubátar. Bæði fyri at fáa at kóka og at greipa, seta sildagørn og tá menn fóru at skjóta fugl. Motorurin førdi við sær at tað nýttist ikki at vera meira enn ein maður umborð. Ùtróðurin vaks aftur undir seinna heimsbardaga og helt fram aftaná kríggi, ikki minst tá fiskimarkið var flutt út og flakavirkini komu. Men her byrjar ein annar táttur í fiskivinnusøguni, men lat meg steðga her í hesum umfari.

Fyrilestur hildin í Eldrafelagnum Eiði 30. juni 2012. Styttur og broyttur.