troli, línu og gørnum hevur loyvi at fiska allar halgidagar alt árið? Eg fari eisini at spyrja okkara løgfrøðingar, um tað ber til fólkaræðisliga at bera soleiðis at ímóti einum parti av landsins borgarum [...] við náttúruna og ynskt at umgingist havøki okkara við hógv. Eg fekk eina bók sendandi frá einum vinmanni í Íslandi, sum visti, at eg var ógvuliga áhugaður í fiskivinnuni, eina bók ið nevndist »Svartur sjór [...] astrikkurin teirra at leita við tá. Men tá nøkur ár vóru gingin, var ov lítið bert at leita inni á firðunum, so teir noyddust útum landoddarnar at royna. Ein gamal íslendingur av Dalvík segði mær, at tá teir fóru
er kendur úr Jóhannesar evangelium, og at tá Hávarður kemur í fongsul, situr hann har sjálvurtriði. Og hetta, at hjálpa teimum glataðu seyðunum, er, óneyðugt at siga, hansara størsta mistak. Tí av øllum [...] norrønu fornsøgurnar. Hoel, sum var runnin úr norskum bygdasamfelag, vísti í hesi grein, at hann kendi hugaheimin í fornsøguni at kalla innanífrá, sum rótgrógvin norðbúgvi. Tilvild ella lagna Hetta sæst [...] eina, sum eg havi hug at líkna hana við, Livläkarens besök eftir P.O. Enquist, sum hon eisini av sjálvsøgdum grundum er skyld við. At bókin er so væl umsett ger hana til ein fong í hesi lestrarkargu tíð,
er við at koma í. Herfyri fekk Liberia tann fyrsta kvinnuliga forsetan í einum afrikanskum landi. Hon hevur veruliga sett sær fyri at fáa landið á føtur aftur, og líkt er til at hetta er við at geva úrslit [...] vælsignaði í øllum. Og nú er tað so tykkara uppgáva at lata onnur fáa lut í hesi signingini - hesi, sum einki eiga og onga framtíð hava. - Eg ynski at fáa fólk út úr teirra komfort, og fáa eyguni upp fyri [...] hava áhuga at gera íløgur í landið. Og hjálparfelagsskapir kring allan heimin halda seg heldur ikki aftur í hesum arbeiðinum. - Okkara mál er at geva tí nýggja ættarliðinum eina nýggja vón, og at hjálpa teimum
var bert undirstrikað, at okkara høvuðsstaðar receptorar uppfata tað staðbundna um Strendur. Á fróðarmáli teir kalla. At Kimmurin ætlar sær at prógva okkurt, hvat tað so enn er? At hála William Heinesen [...] lesarin um at Kim hevur frá Gellner ella ikki. Hatta er ov bíligt. 14. mai stendur at: »Í dagsins politikki kenna vit hetta, har m. a. Høgni Hoydal í bók síni setir á hesa leið og roynir at endurskapa [...] allar minst retorikki, men minst nú til, at tær nýtist einki at siga, um eingin meining er í tekstligum høpi. Annars havi eg ikki eyknevnt nakran, eg dugi bara at benda. Her eru nøkur dømi úr greinasavni
hennara heilt stóra alsk. Tað er ikki ein bók, sum fer framvið, uttan at hon hevur vigað hana. Alskurin til bókina var eisini orsøkin til at hon flutti til Havnar at starvast í Bókahandlinum á “Glade hjørn” [...] Klaksvík, sum var ein stór bygd tá. At vera partur av Kjølbroættini tá, rokni eg við hevur merkt familjuna nógv. Mammu dámdi væl at ganga í skúla, og hongur tað væl saman við, at tað bleiv hennara lívsstarv. [...] hjørn” í 67/68. Tað var heilt skjótt at havnardreingirnir høvdu frætt, at ein nýggj genta var komin til Havnar, og fleiri skemtarar gingu títtir inn at keypa frá henni. Hvussu var og ikki, so var tað ein hjá
ta støðu, at hon fer at læna fýra milliónir næsta ár fyri at tryggja kommununi nóg stórt gjaldføri at arbeiða við. Men hetta merkir ikki, at kommunan er í neyð, tí tey eiga seks milliónir á bók og skuldin [...] 17 milliónir. Men orsøkin til, at kommunan fer at taka lán, er fyri ein stóran part tann, at Hvalbiar Kommuna noyðist sjálv at betala tær 11 milliónirnar, sum tað kostar at umvæla havnarlagið eftir tann [...] umframt at kloakkirnar skulu byggjast út. Men ætlanin er eisini at breiðka høvuðsvegin ígjøgnum bygdina og tað er eitt kostnaðarmikið tiltak, tí tað merkir, at nógvir garðar skulu flytast og at fólk skulu
Argumentið var, at hetta riggaði ikki inn í restina av skránni. Hesir 10 minuttirnir kundu gera, at tað almenna kringvarpið misti lurtarar, varð sagt. Latum okkum hyggja nærri at hesum argumenti. At Morgunlesturin [...] Leggjast kann eisini aftrat, at fleiri av morgunlestrunum hjá Axeli Tórgarð eru givnir út í bók og verða lisnir enn. Tað undrar okkum eisini, at henda sending eftir øllum at døma verður so lítið vird av [...] var sjálvandi eingin onnur rás; men kortini eru hesi tøl so høg, at tey mugu takast í álvara. Ikki spurt tey, ið skriva Tað undrar okkum í Prestafelagnum, at vit ikki vórðu kunnað um hesa avgerð, áðrenn hon
nýggjari bók, har lesarar fáa at vita, hvussu leikurin víðari fer. - Alt er skrivað á barnastøði. Børnini kenna seg aftur og fáa eina fatan av hinum sjey norðurlondunum sum hvørt sær hava nógv ymiskt at bjóða [...] - Fólk halda kanska, at tað hevur lítið uppá seg við einum bóklingi. Men hesin bóklingurin hevur so nógv persónligt at siga fyri meg. Soleiðis sigur Beinta V. Sigvardsen, sum nú til jólar hevur givið út [...] Hundasletur - og alt har ímillum”. Hon vísir á, at upprunaliga skrivaði hon eina søgu til eina stuttsøgukapping um tey átta norðurlondini. Hon brúkti fleiri dagar uppá at skriva og rætta. - Hetta var ein trupul
monologinum og luttvíst av, at eg eri sera áhugaður í mytologi, men mest tí, at eg haldi, at vit í Føroyum liva í einum Guðs Sirkusi. Búi sigur, at tónleikararnir, ið hann ætlar at lokka at luttakað í sínum djevilsku [...] Búa dámar væl arbeiðið við at skriva, og hann ætlar sær avgjørt at skriva meira. Tað fellur mær sera natturligt, serliga hetta við at arbeiða einsamallur. Eg havi lyndið til at gerast heldur ráðaríkur, tá [...] Sangirnir eru so mikið eg - at eg haldi ikki nakar annar sleppur at syngja teir, nei tvætl, ella? At syngja er eisini nýtt fyri meg. Tað var Kim Hansen, sum segði "Búi byrja at syngja" tá eg enn einaferð
Umframt at hann gletti á tonn at gitnaðarsøguna hjá Mariu moy. Eins og at hann helt, at høvuðsboðskapur Bíbliunnar viknaði av tí, at handritini ikki altíð kendust eins. Og so tað afturat, at vit ikki [...] sjáldan lætt at vera fundarstjóri. Og fyrsti beklið var helst, at evnið ikki var nóg greitt avmarkað. Annað, at tíðin var for uppbýtt, sum ikki fremur nakra flótani samrøðu. Og tað triðja, at hølið kendist [...] Við ø.o. at til ber líka so væl at hugsa sær, at henda yndisliga frásøgnin um fyrigeving, kann áður væl hava verið við í øðrum uppaftur eldri og horvnum handritum (!). Og ringt man helst vera, at koma hesum