Atli Hansen
????????????
Einaferð í summar segði Helena í eini blaðgrein, at tað vóru gerningarnir, sum skuldu tala og tað kunnu tey flestu helst geva henni rætt í. Undir hesi samgonguni hevur verið ein larmandi tøgn í staðin fyri talandi gerningar. Helena Dam á Neystabø legði út sum landsstýrismaður við at gera eina broyting í pensiónunum, sum tey flestu eldri upplivdu sum eina eyðka skattabyrðu. Og restina av síni landsstýris-mannatíð mátti hon so brúka til at rætta hesa fadesuna.
Og eftirkomarin hevur verið lítið mætari. Hann hevur seinastu tíðina tosað um eina eftirlønarskipan, sum valla nakrantíð sær dagsins ljós, tí at Fólkaflokkurin eigur hana og helst sjálvur vil sleppa at bera hana á tingborð, tí onkrum skal hann liva av í næsta valskeiði.
Og nú kemur so Helena Dam á Neystabø aftur - stutt eftir at uppskot til fíggjarlóg er latið inn - og sigur seg vilja hækka pensiónirnar. Hví nústani? Skal hetta takast í álvara? Hví ikki í fjør ella í fyrra ári? Ella bara áðrenn uppskot til fíggjarlóg varð framlagt? Hetta virkar ikki serliga seriøst.
Í Sosialinum 13.10.01 verjir HDáN seg við, at hon hevði skrivað eitt bræv til landsstýrið 16.09 um hesi viðurskifti. Hevur Sjálvstýrisflokkurin ikki verið við til at gera uppskot til fíggjarlóg ella givið sítt lyfti um at vera parlamentariskur stuðul til komandi fíggjarlóg? Um tingbólkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum ikki stendur aftanfyri fíggjarlógina, so hava vit eina áhugaverda parlamentariska støðu.
Nú er tað at hækka eina pensión ikki nakar kunstur, um bert peningur er til staðar og taðrokni eg við, at andstøðin meira enn fegin vil hjálpa til við at vísa á.
Men tað sum er meira áhugavert at fáa at vita frá eini samgongu, er politkkur á ávísum økjum. Tað er jú tað, sum ein samgonga er sett til. Ikki bert til at fremja eitt ávíst fullveldisuppskot, men uppskot á øllum samfelagsøkjum. At reka samfelagið Føroyar. Og her má man spyrja, hvar íð visiónirnar blivu av. Skúlin, heilsuverkið og eldraøkið. Her er nærum einki gjørt, hóast samgongan kom til fíggjarliga skorin klæðir: Peningurin er settur á bók til at fíggja fullveldi og tað, sum er sett av til hesi øki í komandi fíggjarlóg, forslær sum ein skræddari á einum vælkendum heitum staði.
Tað er eisini torført bæðið at skerja inntøkurnar við 350 mió. kr. og rokna við størri sosialum ábótum.
Vit hava millum 200 og 300 eldri - og talið er vaksandi - sum við góðari grund kunnu stúra fyri framtíðini, tí einki er hugsað um, hvussu teirra røktar- og íbúðartrupulleikar skulu loysast. Bíðirøðin gerst bara alsamt longri av alsamt verri stillaðum eldri.
Tað er gott at hækka pensiónir, men tað er ikki nokk. Fyri teimum flestu hongur hetta saman við, hvussu vit loysa viðurskiftini hjá teimum eldru annars. Hvussu skulu vit húsa teimum? Í hvørjum umhvørvi? Hvørjar tænastur skulu vera tøkar - eisini í nærumhvørvinum. Hvørja røkt skulu vit bjóða? Hvørja viðgerð og av hvørjum? Og hvar bleiv forrestin døgnrøktarskipanin innan heimarøktina av?
Spurningarnir eru nógvir, men samgongan hevur verið ógvuliga varin við at leka ein einasta tanka út um ætlanir á hesum økinum. Ella kanska eru eingir tankar.
Eldrasambýli tykist í løtuni vera tað gandaorði, sum loysir allar trupulleikar innan
eldrasektorin, men so einfald er tað helst ikki. Eingin tykist at hava ómakað sær til at definera eitt sambýli og tískil tykist longu nú, sum at tey eru um at vera ein trupulleiki í tí sosoiala strukturinum.
Ein onnur samgonga má til, um tey fyrr nevndu vanrøktu økini skulu hava nakran møguleika fyri at koma fyri seg aftur. Standurin sømir seg ikki einum vælferðarsamfelagið við hundratals millónum í yvirskoti á fíggjarkógini. Tað minnir um stuldur.