Nes kommuna 40 ár – framburður og menning

Súni í Hjøllum, form. í Teknisku Nevnd í Nes kommunu

 

Tann 1.apríl í ár vóru 40 ár liðin síðan Nes kommuna varð skipað við bygdunum: Nes, Toftir og Saltnes. Seinni í heyst fer bygdaráðið at skipa fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi. Eisini er vert at nevna, at vit i bygdaráðnum hava umrøtt at fáa fólk at skriva eina bók um okkara kommunu og bygdir. Tað er mín vón, at tað kann gerast veruleiki, tí vit vita um tilfar, sum hevði verið áhugavert at fingið upp á prent í eini bygdasøgu.

 

Orðið kommuna merkir felagsskapur. Ikki kann sigast annað enn, at okkara kommuna – okkara felagsskapur - hevur verið fyri sera stórum framburði og menning í hesi 40 árini. Fólkatalið er vaksið øll árini, uttan undir kreppuni í 1990-unum, tá ið fólkatalið minkaði eitt sindur. Somuleiðis er við skattaintøkuni, sum hevur verið alsamt vaksandi, uttan undir kreppuni, tá ið hon eitt skifti lækkaði munandi. Niðanfyri síggja vit eitt yvirlit um fólkatal og skattainntøkur í Nes kommunu.

 

Fólkatal: Inntøkur:

1967: 809 fólk 0,487 mió. kr

1990: 1148 fólk 14,8 mió. kr

1992: 1070 fólk 10,9 mió. kr

1996: 1022 fólk 15,8 mió kr

2007: 1238 fólk 30,0 mió. kr

 

Dúgligir og virknir borgarar

Tað er eitt eyðkenni fyri okkara kommunu, at vit eiga dúgligar og virknar borgarar – bæði á sjógvi og landi. Saman við vinnulívinum hava okkara borgarar skapt so stórar inntøkur, at skiftandi bygdaráð hava havt møguleika at gera íløgur, sum betra um umstøðurnar hjá vinnulívinum eins og møguleiki hevur verið fyri at menna trivnaðin fyri allar borgararnar í bygdunum á Nesi, Toftum og Saltnesi.

 

Skal ein kommuna mennast, so eru nakrar sera umráðandi fyritreytir, sum mugu vera í lagi:

Arbeiðspláss

Skúli

Barnaansing

Bústaðarmøguleikar

Ítróttar- og frítíðarvirksemi f. ung sum eldri

Eldrarøkt

 

Ì heyst fær havnalagið munandi betur umstøður, tá ið nýggja atløgusíðan á útvið 100 metrar verður liðug.

 

Eisini er ídnaðarøkið í Oyrunum og inni á Rætt komið so væl áleiðis, at bygging av hallum kann byrja beinanvegin. Fleiri umsóknir er játtaðar, og kommunan hevur fyrispurningar um stórar ætlanir í økinum.

 

Ì løtuni verður eisini arbeitt við útbyggingini av Tofta skúla. Hetta er størsta einstaka íløgan, sum nakrantíð er gjørd av Nes kommunu. Tá ið núverandi útbygging verður liðug á sumri í 2008, verður skúlin millum mest framkomnu skúlar í landinum. Eisini verða góðir møguleikar at íðka ítrótt fyri yngri sum eldri, eins og skúlin gevur góðar karmar fyri mentanar- og trivnaðartiltøkum fyri bygdafólkinum.

 

Bústaðarmøguleikar

Síðan verkætlanin um undirsjóvartunnil millum Eysturoynna og Suðurstreymoy kom í ljósmála, hevur verið ein sera stórur eftirspurningur eftir grundøkjum í Nes kommunu. Bíðilistin er langur, og tí hevur kommunan í eina tíð fyrireikað fleiri útstykkingar.

 

Um stutta tíð verður arbeiðið við at útstykkja 25 grundøki á Lýðarsvegi boðið út í almennari licitatión. Væntandi kann verða bygt á hesi grundøki á vári/sumri 2008.

 

Við Høganesvegin (undir Høganesi) arbeiðir ein fyritøka fyri kommununa við at fyrireika útbjóðingartilfar, har møguleiki verður fyri 25-30 grundøkjum. Fyrireikingararbeiðið er ikki liðugt, men kommunan hevur vónir um, at arbeiðið verður boðið út seinni í heyst, soleiðis at byggjast kann har á sumri/heysti í 2008.

 

Enn er ongin støða tikin, men kommunan viðger, hvussu vit kunnu halda fram við útstykkingini Heygarnar-Gadd. Meira verður at frætta um hetta á heimasíðuni hjá kommununi: HYPERLINK "http://www.nes.fo" www.nes.fo.

 

Ein stór og øðrvísi útstykkingarætlan – Høganesætlanin – sum eisini varð løgd fram á almennum fundi seinasta heyst, verður framvegis fyrireikað. Komið er so mikið langt, at um stutta tíð verður fyrsta byggistig av hesi stóru ætlan framløgd á fundi fyri áhugaðum.

 

Svangaskarð er staðið.....

Skiftandi bygdaráð hava eftir førimuni roynt at stuðla tí stóra og góða arbeiði, ið verður gjørt á Svangaskarði. Árliga letur kommunan ávísan fíggjarligan stuðul, og í 2007 varð eisini ein eykajáttan latin til arbeiðið at venja okkara yngru lið. Bygdaráðið fegnast um, at hetta sær út til at hava borið ávøkst, nú vit eisini síggja góð úrslit hjá okkara ungu leikarum. Vónandi kann hetta arbeiðið halda fram og mennast.

 

Nú hevur í rúma tíð ljóðað, at ein fótbóltshøll skal byggjast í Skálabotni. Nes kommuna er fyribils ikki við í hesi ætlan, tí vit halda, at ætlanin hjá Tofta Ítróttarfelag um fótbóltshøll á Svangaskarði er nógv betri. Tað er ófatuligt, at onnur, og tá serliga okkara grannakommuna, ikki duga at síggja henda veruleika. Her hevði veruliga verið talan um eitt felags tiltak fyri minni pening, tí stórar íløgur eru har frammanundan.

 

Undirritaði fer at heita á FSF um at skipa so fyri, at henda sjálvsagda ætlan á Svangaskarði kann fremjast. Við hesi ætlan hevði eisini verið slóðað fyri einum Ítróttarháskúla á Svangaskarði, sum hevði verið eitt sera stórt ítróttarligt framstig fyri Føroyar.