Prestafelagið mótmælir at morgunlestrarnir verða skerdir

Skotbráið varð stutt, ið Føroya fólk fekk, tá kringvarpsleiðslan boðaði frá, at nú skuldu morgunlestrarnir ikki longur sendast kl. 9.50

Fráboðanin kom fríggjadag, og mánadag kom hetta í gildi.

Argumentið var, at hetta riggaði ikki inn í restina av skránni. Hesir 10 minuttirnir kundu gera, at tað almenna kringvarpið misti lurtarar, varð sagt.

Latum okkum hyggja nærri at hesum argumenti.

At Morgunlesturin ikki riggar inn í skránna, er ilt at síggja. Sum so tykist ikki vera nøkur serlig yvirgongd millum morgunsendingina, tíðindini og sendingina Ctrl e. Og sum oftast plagar morgunsendingin at enda við tónleiki, har Morgunlesturin plagdi at vera.

Vit hava ikki sæð hagtølini, ið Kringvarpið grundgevur við. Men í lurtarakanning, sum varð gjørd í mars/apríl 1996 (tann seinasta, vit hava sæð), vórðu 200 fólk spurd hvørt kvøldið millum 27/3 og 15/4, tilsamans 1328 svaraðu. 43% lurtaðu eftir morgunlestri kl. 07.05 og 38% kl. 09.05. Tá var sjálvandi eingin onnur rás; men kortini eru hesi tøl so høg, at tey mugu takast í álvara.

 

Ikki spurt tey, ið skriva

 

Tað undrar okkum í Prestafelagnum, at vit ikki vórðu kunnað um hesa avgerð, áðrenn hon varð tikin. Tað eru hóast alt vit, ið skriva morgunlestrarnar.

Morgunlestrar eru sjálvandi ymiskir. Men felags fyri hesa mentanarsending er, at hon er skrivað av prestum, tvs. guðfrøðingum. Hetta hevur eisini verið aðaltátturin, síðani tann fyrsti útvarpsstjórin, Axel Tórgarð, sum eisini var prestur, byrjaði hesa siðvenju. Fakliga skuldi støðið vera høgt, men atkomiligt fyri øll. Leggjast kann eisini aftrat, at fleiri av morgunlestrunum hjá Axeli Tórgarð eru givnir út í bók og verða lisnir enn.

Tað undrar okkum eisini, at henda sending eftir øllum at døma verður so lítið vird av kringvarpsleiðsluni, at hon ikki skal tola at verða send umaftur kl. 9.50, tí hon er sera bílig at framleiða, hóast vælútbúgvið fólk og akademikarar standa fyri henni. Og tað mátti komið væl við hjá kringvarpinum í hesum tíðum.

 

Bíligt og breitt

 

Heldur ikki ber til at siga, at Morgunlestrarnir bert eru fyri tey tilkomnu og gomlu. Tað eru eisini yngri aldursbólkar, ið lurta, og tað kemur meira enn so fyri, at fólk skifta orð sínámillum um Morgunlestrarnar, sum hava verið sendir í vikuni. Hetta vita vit, sum skriva, frá tí responsi, vit ofta fáa.

Morgunlestrarnir eru ætlaðir til umhugsni, reflektión og eina stilla løtu – og hesum er ikki so nógv av í tí annars fjølbroyttu útvarpsskránni.

Prestafelagið, sum umboðar prestarnar í Føroyum, sum skriva Morgunlestrarnar, vil tí heita á Kringvarp Føroya um aftur at endursenda Morgunlestrarnar kl. 9.50 í útvarpinum. Sjónvarp er ikki á øllum arbeiðsplássum, øllum rúmum í húsinum og enn minni í øllum bilum, og tí kunnu vit heldur ikki taka undir við ætlanini hjá Kringvarpinum, at endursenda Morgunlestrar gjøgnum sjónvarpstólið.

 

Við tøkk fyri annars gott samstarv við Kringvarpið.

 

 

Prestafelag Føroya

Jákup Reinert Hansen, formaður,

Theodor E. D. Olsen, næstformaður