Søgan er fangandi og børnini tíma at lurta

- Alt er skrivað á barnastøði. Børnini kenna seg aftur og fáa eina fatan av hinum sjey norðurlondunum, sigur Beinta V. Sigvardsen, sum hevur givið út bóklingin "“Frá Mumi til Hundasletur - og alt har ímillum”

- Fólk halda kanska, at tað hevur lítið uppá seg við einum bóklingi. Men hesin bóklingurin hevur so nógv persónligt at siga fyri meg.

 

Soleiðis sigur Beinta V. Sigvardsen, sum nú til jólar hevur givið út bóklingin, hon kallar “Frá Mumi til Hundasletur - og alt har ímillum”.

 

Hon vísir á, at upprunaliga skrivaði hon eina søgu til eina stuttsøgukapping um tey átta norðurlondini. Hon brúkti fleiri dagar uppá at skriva og rætta.

 

- Hetta var ein trupul uppgáva. Tí, eg hevði ongantíð áður skrivað barnatekst og so snúði hetta seg eisini um norðurlond.

 

Beinta sigur, at hon tosaði við sonin og vinfólkini hjá honum og teirra vinfólk annars. Hon setti seg eisini í samband við familju.

 

- Eg vildi vinna! Fyrst gekk teldan fyri, so frysti teldan, og tá søgan var liðug og skuldi sendast, slettaðist alt. Tískil mátti skrivast av nýggjum.

 

Hon vildi gjarna vinna stuttsøgukappingina, men tá tað ikki eydnaðist, umhugsaði hon at geva upp. Men, fólk bóðu hana skrivað umaftur, og hon setti sær fyri at geva søguna út.

 

- Tann søgan, sum nú kom burturúr, var nógv betri og er nú í bóklinginum, sigur Beinta V. Sigvardsen.

 

Tá hon var liðug við søguna, sendi hon hana til rættlesingar og síðan til Bókadeild Føroya Lærarafelag.

 

- Men, her fekk eg eisini avslag. Men, tá eg havi sett mær nakað fyri, skal tað gerast veruleiki.

 

Hon setti seg síðan í samband við Føroya Prent. Skrivaði endan til at vera framhalsbók og bað børn á Sandi tekna myndir til søguna. 

 

Beinta V. Sigvardsen sigur, at søgan er um trý vinfólk, sum búgva í eini bygd í Føroyum.

 

- Ein dagin hava tey í náttúru og tøkni í skúlanum um tey átta norðurlondini, og her vóru ymiskir upplýsningar um londini. Prátið heldur fram heim til hús og eisini heima við hús.

 

##med2##

 

Nógv spennandi verður sagt um hesi lond. Eisini verða Føroyar lýstar væl og virðiliga. Hvat føroysk børn og familjur teirra gera í einum so lítlum landi.

 

- Gerandisdagurin er lýstur frá 1. januar til 31. desember.

 

Nú hesin bóklingurin er givin út, arbeiðir Beinta V. Sigvardsen við einari nýggjari bók, har lesarar fáa at vita, hvussu leikurin víðari fer.

 

- Alt er skrivað á barnastøði. Børnini kenna seg aftur og fáa eina fatan av hinum sjey norðurlondunum sum hvørt sær hava nógv ymiskt at bjóða børnum.

 

Sjálv heldur Beinta V. Sigvardsen, at søgan, sum hon hevur skrivað og sum nú er givin út, er fangandi, so børnini tíma at lurta. 

 

“Frá Mumi til Hundasletur - og alt har ímillum” er á hillunum í Rit & Rák, H.N. Jacobsen bókahandli og Bókabúðini Runavík.

 

- Privat søla er eisini. Í handlunum kostar bóklingurin 175 krónur, og í privatari sølu fáast tveir fyri 300 krónur, sigur Beinta V. Sigvardsen.

 

##med3##