skipa springaradráp og grindadráp, skulu vit loysa sjálvi. Tað skal ikki vera einhvør øsing uttanlands, sum setur dagsskránna. Hetta hevur verið okkara politikkur um grindadráp – og soleiðis skal tað f [...] Alt, sum fer fram í grindadrápi og í springaradrápi, skal henda við stórari virðing fyri djóravælferð. Sjálvandi skal ein springari avlívast eins virðiliga og humant og ein grindahvalur. Grindadrápið hava [...] saman við sýslumanninum at standa til svars fyri – og at eftirmeta. Men hesin tilburður gevur okkum høvi til at seta fokus á springaradráp í Føroyum. Og at fremja neyðugar broytingar. Vit í Javnaðarflokkinum
streymurin minkaði munandi og fiskaríið tók eisini at minka . Svartkalvi livir av svartkjafti, og vísti tað seg, at svartkalvafiskaríið minkaði, samstundis sum svartkjaftaflotin kom og trokaði garnabatarnar [...] men fekk tá at vita, at slík hagtøl ikki vóru. Politikkur, vísindi og nútíðarmenniskja: Hjalti sigur í blaðnum, at tað eru politikararnir í taka avgerðir, og tí sita við ábyrgdina. Har eru vit samdir í ein [...] sum starvast á sjónum, at æti, yvirlitstroling og heildarveiðan er tað, sum Fiskirannsóknarstovan hevur lagt seg mest eftir. Hesi trý kunnu til eina og hvørja tíð setast spurnartekin við. Æti: Æti hevur
einum orði at fara beinleiðis til Nato, og svar mítt var: ?Yvirhøvur ikki?. Og beinleiðis til Nato merkir at fara uttan um donsku stjórina og bróta við alla siðvenju og galdandi lóg, tí uttanlandsmál er ikki [...] nevnir teir, sum hava orðið ein fyri ein, og hvat sagt varð. Men so knappliga sigur frágreiðingin, at Heðin Mortensen og Jóannes Eidesgaard báðir hava orðið í senn og siga tað sama. Fyri tann, sum kennir til [...] reiðingar, sær hetta brotið, har Heðin Mortensen og eg tosa í kór, rættiliga løgið út. Og her fær Sigmundur Isfeldt tað at ljóða, at Heðin Mortensen og eg skulu hava sagt í ein munn, at løgmaður skal fara
kin, hann umsetti og ú tgav, var J á ttanir Augustinusar, sum kom ú t í 2004. N ý ggjastu t ýð ingarnar í r øð ini, Politikkur og Etikkin hj á Aristoteles, komu ú t á vikavist í fj ø r og fyrra á ri ð . Eilif [...] ø ddur og uppvaksin í Fuglafir ð i sum tann fj ó r ð i í r øð ini av t ó lv systkjum. Foreldrini v ó ru Steingr í m L. Samuelsen og Lena Samuelsen. B æð i foreldrini h ø vdu t ó nleikag á vur og hetta hevur [...] hevur ey ð kent Eilif og hini systkinini, sum alt íð hava havt st ó ran tokka til sang og t ó nleik. Í 1952 f ó r Eilif á h á sk ú la í Haslev og f ó r s íð an á Haslev Seminarium, har hann t ó k pr ó
Graham hevur ferðast við evangeliinum um allan heim í umleið 70 ár, og saman við honum stóðu heimskendi sangarin George Beverly Shea og kór- og møtileiðarin Cliff Barrows. Hendan trioin stóð óvikiliga saman [...] søguligt og fyrimyndarligt samarbeiði. George Beverly Shea gjørdist 104 ára gamal, Cliff Barrows var 93 , tá hann andaðist í 2016, og í dag, Billy Graham, tann seinasti av hesum trimum troyttur og mettur [...] var ein lívsglaður unglingi, sum ynskti at fáa sum mest av stuttleika burtur úr lívinum, og tað at vera prestur ella evangelist, var nakað, sum lá langt frá hansara hugsan. KEMUR TIL TRÚGV Hann kom til
Scalloway. Vit merktu beinanvegin blíðskapin, tá bátur kom um borð og bjóðaðu teir bæði whisky og øl, og bjóðaðu sær at ferga okkum í land og umborð, tí tað komu at ganga átta tímar, áðrenn vit sluppu inn [...] telt upp til dans og til mat og til skonkistøð. Har kom nógv fólk aðrastaðni frá, bæði við bilum og bátum, so har bleiv stuttleikað sær óført. Tey førdu fram ymiskar fólkadansir, og sjálvandi blivu vit [...] millum 9 og 10 míl. Seglføringin var klyvari, fokka og messanur. Greiðurnar til stórseglið áttu at verið minkaðar og soleiðis verið lættari at fingist við. Vit komu á Vág í øllum góðum og norður við
politikarar og tað teir hugsa og gera, fyllir fjølmiðlarnar 95%, og verður endurtikið fleiri ferð um dagin. Og endursent uppaftur fleiri ferðir. Undir samrøðuni nevndi spyrjarin navni Sjúrð, og eg hugsaði [...] mars 2010 kl 17:10 og út, sum prestur málber seg. Eg visti ikki, hvør ið tosaði, men orðið fangaði, og ljóðaði sum søtur tónleikur í mínum oyrum. Har vóru nógv evnir havd á lofti, og har vóru nógvir spurningar [...] svarini vóru líka greið og skilagóð, allan vegin í gjøgnum, ein fragd at lurta eftir einum so skilagóðum ungum manni. Einum sum eg helt bert vera ein komikari. Men gakk, har var vit og skil, sum krevst fyri
løgtinginum í hesum valskeiðinum, og sostatt kann tað ikki koma undir “avgreidd mál”. Eitt uppskot um Bústaðir liggur í løgtinginum, og tað snýr seg um samstarv við onnur feløg, og sigur einki um non-profit. [...] legði fyri løgtingið í heyst. Tá funnust núverandi samgonguflokkar at uppskotinum, og søgdu, at har var eingin politikkur í. Størstu broytingarnar sum eru gjørdar síðani í heyst eru á inntøkusíðuni. Millum [...] eydnast at finna breiðar semjur, og at flestu málini sum eru samtykt eftir løgtingsvalið eru einmælt samtykt. Ja fyrr var illa. Talan eru um uppskot hjá undanfarna landsstýri, og teimum kunnu táverandi samg
skipanum og reglum, sum eintátta og binda arbeiðsmegina innanfyri garðarnar, men heldur økja um møguleikarnar at víðka virkisøkið hjá føroysku arbeiðsmegini, við at økja og betri um kunnleikan um og atgongdina [...] eina uppaftur størri altjóðagering av krøvum og standardum ? Og tað fer at verða lagdur uppaftur størri dentur á viljan og evnini til at flyta millum faklig og geografisk øki. Vit hava enn bert sæð byrjanina [...] arbeiðsmegi í neyðugum tali og í neyðugum standi ?hinvegin javnaðarsjónarmið: at endamálið er at skipa arbeiðslívið og arbeiðsviðurskiftini so, at tað styrkir samfelagsligu støðu og fremur vælferð løntakaranna
hjá samgonguni og so uppskotið frá kommunubólkinum hjá Elifi Samuelsen. Tað er einki at ivast í, at Hans í hvørfall partvís hevur rætt í hesum, og henda kritikkin mugu vit sum tingmanning og vit sum starvsnevnd [...] sum síðan er viðgjørt av floksleiðsluni og samtykt av landsfundi floksins. Men síðan er sambært Hans ov lítið hent við at fáa henda boðskapin út millum manna, og tað tykist sum um, at bert tvey uppskot [...] okkara framsøgumaður, hevði eina góða framsøgurøðu, har hann fyrst og fremst lýsti okkara uppskot til eina kommunuskipan við m. a. bygdaráðum og økisráðum. Men eg má geva tær rætt í, at síðan er lítið hent á