Mótvegis landsstýrinum heldur Javnaðarflokkurin tað verða í tøkum tíma, at vit seta nøkur heildarfatandi arbeiðsmarknaðarpolitisk mál ! Í dag finnast tey ikki. Tað fer at verða ein av okkara setningum fyri arbeiðið inn í komandi øld!
Hvat er endamálið við einum arbeiðsmarknaðarpolitikki?
Vit kunnu lýsa hetta út frá tveimum sera ymiskum sjónarhornum:
?øðrumegin tað borgarliga sjónarhornið, at endamálið er at útvega vinnulívinum arbeiðsmegi í neyðugum tali og í neyðugum standi
?hinvegin javnaðarsjónarmið: at endamálið er at skipa arbeiðslívið og arbeiðsviðurskiftini so, at tað styrkir samfelagsligu støðu og fremur vælferð løntakaranna, bæði sum einstaklingar og sum klassi, og samstundis fremur samfelagsligu vinnumenningina.
Hetta siga vit út frá Javnaðarfloksins grundsjónarmiði um arbeiðið sum eitt tað mest grundleggjandi samfelagsliga virksemið. Eftir hesum er arbeiði ikki bert er ein grundleggjandi rættur til at forvinna til lívsins uppihald, men eisini ein tilverufyritreyt fyri tað sosiala menniskja.
Fyrst nøkur styrkis- og veikleikaeyðkenni við føroyska arbeiðsmarknaðinum
Áður hevði arbeiðsmarknaðarpolitikkurin sum avgjørt høvuðsmál at stuðla royndunum at útvega fólki arbeiðspláss allastaðni um landið. Lítið annað bleiv tað til. Og illa rukku eyguni útum eingjargarðar. Vit vildu klára okkum við okkara egna arbeiðsmarknað, innan fyri okkara egna landamark. Kreppan og húsagangurin fyrst í 90-unum avdúkaði, at hetta var ikki so skilagott. Men í allari neyðuni lærdu so føroyingar aftur at taka upp gamlar siðir, at leita sær arbeiði á útlendskum arbeiðsmarknaðum. Tað hendi tó ofta undir kaotiskum og óskipaðum viðurskiftum. Høvdu vit heldur frammanundan lagt størri dent á, at tann innlendski føroyski arbeiðsmarknaðurin einsamallur er ov trongur og ov lítil, og at vit hava fyri neyðuni at hava góðar møguleikar at koma inn á størri útlendskar arbeiðsmarknaðir, so hevði vanlukkan kanska ikki verið fult so stór sum hon veruliga gjørdist. Øvugt vita vit nú, at góð atgongd til útlendskar arbeiðsmarknaðir er ein av teim bestu mátunum at viðlíkahalda og støðugt hækka førleikastigið í teirri føroysku arbeiðsstyrkini.
Kreppan noyddi føroyska arbeiðsmegi at leita sær víða út um landoddarnar eftir livibreyði. Og tað vísti seg, at føroyska arbeiðsmegin hevði nakrar eginleikar við sær heimanífrá, sum gjørdi at hon kláraði seg framúr væl. Hesir høvuðseginleikar vóru tann stóri traditionelli mobiliteturin, lættleikin til at flyta seg hagar sum møguleikarnir vóru bestir. Og tann fakligi og arbeiðsligi fleksibiliteturin, lættleikin at fara um fakmørk, evnini til klára fjøltáttaðar heildaruppgávur, sum krevja kunnleika úr fleiri arbeiðsøkjum. Við hesum eginleikum vísti føroysk arbeiðsmegi seg veruliga at hava kappingarfyrimunir samanborið við starvsfelagar úr øðrum londum við stívum skipanum og læstum fakmørkum.
Hesa serligu styrkina við føroysku arbeiðsmegini, mobiliteturin, tvs. tann lættligi flytleikin, og fleksibiliteturin, at arbeiðsevnini eru so víðfevnandi og fjøltáttað, mugu vit ikki forkoma við skipanum og reglum, sum eintátta og binda arbeiðsmegina innanfyri garðarnar, men heldur økja um møguleikarnar at víðka virkisøkið hjá føroysku arbeiðsmegini, við at økja og betri um kunnleikan um og atgongdina til arbeiðsmarknaðirnaðirnar í grannalondunum.
Hinvegin er tann størsti veikleikin, at tað er lítið og onki samband millum arbeiðsmarknaðin og ta føroysku útbúgvingarskipanina. Útbúgvingarskipanin fokuserar fullkomiliga á barna- og ungdómsútbúgvingar. Eg dugi t.d. ikki at síggja nakað skil í teirri veldugi árligi útspræningini av ungdómi við handilsskúlaprógvi. Til tað vaksnu arbeiðsmegini er onki tilboð, hon má sigla sín egna sjógv. Onkur hissini skeiðstilboð eru. Og okkurt undantak sum t.d. royndirnar hjá fakfeløgunum sjálvum gjøgnum Upplýsingafelagsskap Verkamanna. Hetta arbeiði átti at verið stuðlað nógv dyggiligari, men í hesum sambandi røkkur tað als ikki til. Hendir onki álvarsligt, fer hetta at skapa trupulleikar í framtíðini, tí onnur lond leggja høvuðsáherðsluna á arbeiðsmarknaðar- og eftirútbúgvingar sum ein aðaltátt í teirra arbeiðsmarknaðarpolitikki, til tess at styrkja altjóða kappingarføri hjá vinnulívi teirra.
Tí er á hesum øki neyðugt við einum reformi, einum skifti í okkara útbúgvingarpolitikki, sum kann snara ta einoygdu fokuseringina uppá barna- og ungdómsútbúgvingar til eisini at fevna um útbúgvingarskipanir fyri tað vaksna fólki, sum longu er á arbeiðsmarknaðinum. Til tess er neyðugt við ávísum tiltøkum:
?í fyrsta lagi at gera eina skipan við arbeiðsmarknaðarútbúgvingum
?í øðrum lagi at fáa í lag farloyvisskipanir til útbúgving og avtalur um lønarískoyti til tess at eggja vaksnum til útbúgving og eftirútbúgving
?í triðja lagi tiltøk við skattligum ella øðrum fíggjarligum fyrimunum til fyritøkur íð brúka orku uppá útbúgving og eftirútbúgving av teirra arbeiðsmegi.
Hvussu fara nøkur viðurskifti at verða grundleggjandi broytt í einum framtíðar arbeiðsmarknaði
? Tað snýr seg um at tann kunningartøkniliga menningin umbroytir arbeiðsuppgávur, mannagongdir og fyriskipan
? Vit fara at fáa meiri desentraliseraða arbeiðsfyriskipan, har myndugleiki og ábyrgd í størri mun verða útdelegerað til starvsfólkið
? Vit fara at fáa desentraliseraðar arbeiðsuppgávur íð krevja breiða heildarfatandi kompetansu hjá starvsfólkunum og lægri mørk millum tey ymisku fakini.
? Vit fara at fáa nógv økt krøv til útbúgving, eisini sum krøv til lívslanga útbúgving og eina støðuga eftirútbúgving
? Vit fara at fáa eina uppaftur størri altjóðagering av krøvum og standardum
? Og tað fer at verða lagdur uppaftur størri dentur á viljan og evnini til at flyta millum faklig og geografisk øki.
Vit hava enn bert sæð byrjanina, men tað fer at økjast enn meir, hvussu tann tøkniliga menningin fremur automatisering av handaligum arbeiðsprosessum, eina støðuga produktivitetsøking, betri kappingarføri og størri vøkstur á teim kunningartøkniligu arbeiðsøkjunum. Av øllum hesum verður ein avleiðingin, at ein lutfalsliga minkandi partur av arbeiðsmegini fer at starvast í traditionellum framleiðsluvinnum, støðugt fleiri koma at starvast í tænastuvinnum og har serliga á kunningartøkniligum arbeiðsøkjum.
? Av hesum stendst ein alstórur vandi fyri marginalisering ella sosialari útblaking so at siga: í vanda verða fólk uttan útbúgving ella sum á annan hátt ikki evna at uppfylla tey nógv harðari førleikakrøvini ella sum onkursvegna ikki klára at fylgja við - nógv kunnu tí enda sum útjaðarabólkar uttan fyri tann aktiva arbeiðsmarknaðin.
- Ikki minst fyri hesar útjaðarbólkar eru tí aktiveringsskipanir við útbúgvingar- og arbeiðstilboðum av strategiskum týdningi. Men Javnaðarflokkurin vil ikki ganga við til, at aktiverings-, útbúgvingar og arbeiðstilboð verða tvangstilboð, verða tvungin treyt so sum landsstýrið hevur verið inni á.
Sum eitt uppskot skal eg nú peika á nakrar tættir, sum eiga at verða í einum nýggjum føroyskum arbeiðsmarknaðarpolitikki:
1. Fyri tað fyrsta er útgangsstøðið ein afturvísing av liberalistisku filosofiini, at tær fríu marknaðarkreftirnar, loystar úr øllum teymum, loysa allar trupulleikar. Ongastaðni sum á arbeiðsmarknaðinum elvir hetta til sosialt barbarí.
2. Í øðrum lagi halda vit fast við, at eisini slíkur arbeiðsskapandi politikkur er neyðugur, har felagsskapurin, sum t.d. arbeiðarafeløg, fakfeløg, bygdin ella kommunan, skal kunna fara undir vinnulig tiltøk, serliga har tað krevst av menningarligum og landspartaligum grundum.
3. Í triða lagi er tað samhaldsfesti í arbeiðsloysispolitikkinum, har vit halda fast við ta samhaldsføstu inn- og útgjaldsskipanina, mótvegis teim røddum, sum aftur nú eru frammi um at broyta hetta til at útgjaldið skal verða sett í mun til inngjaldið.
- Vit halda eisini at tað er skilagott at taka undir við uppskotinum frá fakfeløgunum um at hækka útgjaldið til 90%, kanska samstundis sum tíðin inni í skipanini verður stytt um so er at útbúgvingar- ella arbeiðstilboð kunnu ávísast. Mótvegis afturhaldsfordómunum um dovinskap og ábyrgdarloysi, so vísa kanningar, at ein høgur dagpengasatsur júst fremur tryggleika, mobilitet og fleksibilitet á arbeiðsmarknaðinum: fólk fara ikki at kenna seg so stavnsbundin, tey fara at tora betur at royna nakað nýtt - júst hetta verður mett sum ein ógviliga positivur kappingarparametur.
Í hesum sambandi vendir Javnaðarflokkurin sær ímóti ætlanunum hjá landsstýrinum at klóra eftir ognunum hjá ALS til onnur útreiðslukrevjandi endamál, sum nú fólkatryggingargrunn og barnsburðargrunn, hóast landsstýrisins egnu kassar eru rokaðir. ALS hevur enn tørv á at styrkja seg uppaftur meir fyri at klára bakkøst, sum kunnu koma. Og haraftrat hevur ALS tørv á at styrkja sína uppgávu sum arbeiðsávisingarstovnur, sum ein lyklastovnur á arbeiðsmarknaðinum, bæði til at fáa bilbukt við tí enn alt ov høga arbeiðsloysinum, og til at skapa og formidla tann neyðuga og støðugt veksandi tørvin á fleksibiliteti á arbeiðsmarknaðinum. Henda uppgávan krevur nógv meiri ressursir enn í dag eru tøkar. Ikki minst tí at arbeiðsmarknaðurin í hesum týdningi skal uppfatast víðari, har tann innlendski føroyski arbeiðsmarknaðurin verður ein integreraður partur av einum víðum norðuratlantiskum arbeiðsmarknaði.
4. Í fjórða lagi er tað aktivering av teimum sum gerast sosialur útjaðari ella vera hótt við at verða útblakað, kasserað: Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað, er tað blivið meir og meir dominerað av traditionellum bólkum, t. d. millum kvinnur, ung, ófaklærd og tey við óregliligum tilknýti til arbeiðsmarknaðin. Og tann parturin, sum fær stuðul frá Forsorgarskipanini, gerst ein alt størri partur. Vit kunnu fáa óheppið langtíðararbeiðsloysi burturúr.
5. Í fimta lagi skulu vit seta nøkur familju- og javnstøðupolitisk arbeiðsmarknaðarmál:
- Sum eitt andstøðuuppskot fingu vit í vár samtykt Barnsburðarfarloyvisskipanina - nú vantar at fáa grunnin settan á stovn. Hetta er fráboðað í løgmansrøðuni, men fer tað at ganga ov trekt, koyra vit undir málið.
- Átroðkandi er at økja barnaansingarskipanir, so atgongdin til arbeiðsmarknaðin ikki verður darvað av tí.
- Vit mugu fáa í lag aðrar farloyvisskipanir at gagna smábarnafamiljunum, m.a. so at menn eins og kvinnur kunnu fáa farloyvi við lutvísum dagpengaendurgjaldi, fyri t.d. í ávísum tíðarskeiði at kunna fara niður í arbeiðstíð.
- Í hesum sambandi mugu eisini skapast betri møguleikar fyri hálvdags- og parttíðararbeiði, eins og fyri ?jobrotatións?-skipanum.
- Vit mugu beina mismunin burtur, so at tímalønt foreldur fáa sama rætt sum fastlønt at verða heima hjá sjúkum børnum ávíst dagatal um árið.
- Vit skulu broyta sjúkadagpeningalógina, so at tímalønt verða javnstillað við fastlønt, nú hesi við sáttmálasemjuni fingu lyfti um avtøku av karensdøgunum.
- Vit mugu skapa møguleikar fyri ?fjar-arbeiði? við kunningartøknini, so at fólk sum hava serligan tørv á tí, kunna arbeiða heima við hús.
- Sum heild er neyðugt at endurskoða treytirnar hjá smábarnafamiljunum á arbeiðsmarknaðinum.
6. Í sætta lagi koma Arbeiðsmarknaðarútbúgvingar: Nógv tann týdningarmesti tátturin nú og komandi er útbúgving av arbeiðsmegini. T.v.s. arbeiðsmarknaðarútbúgvingar sum vaksnamannaútbúgvingar av styttri og longri slag, fyri tey sum longu eru á arbeiðsmarknaðinum, men sum onga ella lítla førleikagevandi útbúgving hava fingið. Hetta er ikki skeið, sum vanliga eru ógviliga avmarkaði bæði í evni og tíð - men útbúgvingar, sum geva fólki ein førleika, íð kann brúkast út um ta ávísa virkið og heimstaðin.
Øll onnur lond rundan um okkum hava fyri nógvum harrans árum síðani tikið til eftirtektar, at ein víðgangandi satsing uppá arbeiðsmarknaðarútbúgvingar er so nógv ta týdningarmesta arbeiðsmarknaðarpolitiska tiltakið. Men so er ikki í Føroyum. Her finst yvirhøvur ongin arbeiðsmarknaðarútbúgving. Bert nøkur skeið her og der, sum onki hava við útbúgvingar at gera.
Mótvegis flestu grannalondum okkara hava vit eitt stórt tal av fólki, sum yvirhøvur onga førleikagevandi útbúgving hava. Tað mest skríggjandi høpisleysa er støðan í okkara grundleggjandi og altavgerandi høvuðsvinnu, t.d. at fyri alt ta ófaklærda fólki í fiskaídnaðinum og í havbúnaðarvinnuni, finnast ongi útbúgvingartilboð, nóg illa okkurt hissini skeið.
7. Í sjeynda lagi er tað Eftirútbúgvingarskipanir: Líka so týdningarmikið er at fáa viðurkent í øllum vinnum, á øllum fakøkjum, at støðug skipan við regluligum eftirútbúgvingartilboðum er ein neyðug fyritreyt fyri at arbeiðsmegin skal ikki bert varðveita, men eisini menna sín fakliga førleika. Hetta er ein táttur, sum næstan ikki finnast avtalur um nakrastaðni á arbeiðsmarknaði okkara.
Hvussu stórir eftirbátar vit eru viðvíkjandi útbúgvingar og eftirútbúgvingartilboðum til arbeiðsfólk, kann lýsast við at nevna at tað eru heili 90% av øllum donskum fyritøkum, sum gjøgum eina almenna útbúgvingarskipan fyri tað vaksnu arbeiðsstyrkina bjóða arbeiðsfólki teirra eftirútbúgving. Í 1996 luttóku soleiðis umleið 1,3 mió. fólk í vaksnamanna- og eftirútbúgvingum.. Tað hevði svarað til eini 11.000 fólk í Føroyum!!!
8. Í áttandi lagi snýr tað seg um at eggja arbeiðsgevarar at satsa uppá útbúgving av arbeiðsfólkinum: Fyri at skunda undir vilja arbeiðsgevaranna at brúka pening uppá útbúgving av arbeiðsfólkinum eigur man seta tiltøk í verk, íð geva slíkum arbeiðsgevarum ymiskar fyrimunir, tað kundi verið skattligar fyrimunir ella aðrar.
9. Í níggjunda lagi snýr tað seg um at viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum koma undir nútímans fyriskipanir, sum langt síðani eru kravdar av tøkniligu og fyriskipanarligu menningini, og langt síðani eru settar í verk í øllum grannalondunum.
Hetta er fyrst og fremst arbeiðsumhvørvislógin, sum landsstýrið nú lovar at fara í holt við. Her fara vit eisini at koyra undir, hendir onki í bræði.
Og tað er onnur nýggj lóggáva, sum skal styrkja støðu arbeiðsfólksins á arbeiðsmarknaðinum. M.a. lógaruppskot, sum áður eru sett fram av Verkamannafylkingini, t.d.
- um støðu løntakaranna í smb. við avhending av virkjum
? um skyldu arbeiðsgevara at boða løntakararum frá um setanartreytir teirra
- um skyldu arbeiðsgevara at boða frá í samband við hópuppsagnir
Vit eiga at stuðla tiltøkum, íð styrkja tann aktiva leiklutin hjá løntakarunum á arbeiðsmarknaðinum. M. a. tí stuðla vit fakrørsluni í andstøðu hennara móti at lata seg tvangsbinda við høvuðsavtalum og arbeiðsrætti.
Sum heild eiga vit í øllum arbeiðsmarknaðarpolitiskum málum at stremba eftir at økja tann aktiva leiklutin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Tí er tað so upplagt, at Løgtingið rættar sítt misbrot móti feløgunum og móti sínum egna lóggávumyndugleika, við skjótast gjørligt at seta lógina um Yrkisráðið fyri Lønjavningargrunnin í gildi.
Endi: Tað mesta av tí, sum her er nevnt, áttu allir flokkar at kunna gingið inn fyri. Tískil áttu allir hesir tættir at verið tiknir upp í eini semju millum andstøðu og samgongu um ein víðfevnandi arbeiðsmarknaðarpolitiskan reform.
Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður









