Ein Sólskin søga

Brynjálvur Danbjørg
--------

Lurtaði av tilvild eftir KVF, d.d. 18. mars 2010 kl 17:10 og út, sum prestur málber seg.
Eg visti ikki, hvør ið tosaði, men orðið fangaði, og ljóðaði sum søtur tónleikur í mínum oyrum.
Har vóru nógv evnir havd á lofti, og har vóru nógvir spurningar. Men hvørja ferð rungaðu svarini sum besti tónleikur í mínum oyrum.
Tað besta eg havi hoyrt í fleiri ár gjøgnum kringvarpið. Hóast politikarar og tað teir hugsa og gera, fyllir fjølmiðlarnar 95%, og verður endurtikið fleiri ferð um dagin. Og endursent uppaftur fleiri ferðir.
Undir samrøðuni nevndi spyrjarin navni Sjúrð, og eg hugsaði, man tað vera komikarin?
Líka mikið, svarini vóru líka greið og skilagóð, allan vegin í gjøgnum, ein fragd at lurta eftir einum so skilagóðum ungum manni. Einum sum eg helt bert vera ein komikari. Men gakk, har var vit og skil, sum krevst fyri at koma víðari í samfelagnum.
Eg havi í nógv ár saknað slíkt skilagott. Og tá eg fann út av, at tað var komikarin Sjúrður Skaale, segði eg, at best var at siga honum takk, og sum sagt so gjørt, tí hann situr inni við slíkari vitan sum okkara samfelag hevur brúk fyri, fyri at rykkja okkara politikarar burtur úr teirra konservativu hugsan, sum egoistiskt steðgar framburði.
Eg bað hann gera eitt upplýsandi skeið fyri politikarum, og taka Høgna við.
Eg havi ofta gjørt viðmerkingar til teirra politikk. Ikki fyri at vera negativur, men fyri at fáa menn at hugsa seg um.
Tí var henda samrøða í KVF, sum balsam fyri sálina, sum hevur verið meiðsla av jánkasligum avgerðum í Føroyum.
Góða eydnu Sjúrður: Tú skilir komikkin og meir enn tað, tú torir at vísa á tað komiska í okkara samfelag.