Eigur Fiskirannsóknarstovan at vera nøgd við sítt avrik?

Eyðstein Poulsen

Eg vil takka Hjalta í Jákupstovu fyri siðiliga aftursvarið, ið eg fekk frá honum í bløðunum.
Tað er týðuligt, at Hjalti er nøgdur við tað, sum stovan hevur av vitan innan fiskigransking. Eg dugdi ikki at síggja nakrastaðni í svarinum, at hann helt tað verða neyðugt at leggja nakað stórvegis afturat granskingini.
Tá eg sum fiskimaður velji at føra míni sjónarmið fram mótvegis tilmælinum frá Fiskirannsóknarstovuni, eru tað nøkur grundleggjandi ting, ið eg meti eru beinleiðis skeiv. Somuleiðis meti eg, at onnur viðurskifti hava nógv størri ávirkan, enn Fiskirannsóknarstovan metir.
Eg eri fullvísur í, at tað verður trupult hjá mær at sannføra vanliga føroyingin um, at vit ikki síggja samanhang í fiskidagarskerjingini. Vanligi føroyingurin sær fiskimannin eins og ein, ið bert hevur løtuvinning fyri eygað, samstundis sum Fiskirannsóknarstovan stendur sum ein nonprofitstovnur, ið hevur tað ynski - sum allir føroyingar hava - at grunnarnir spreingjast av fiski.
Eg meti tað tó verða trupult hjá Hjálta í Jákupstovu at sannføra fiskimannin um, at Fiskirannsóknarstovan hevur rætta svarið á, hvussu nógv skal fiskast. Um vit vilja tað ella ikki, so er tað søguliga prógvað, at Fiskirannsóknarstovan ikki hevur ligið við rætta svarinum.
Eg kundi ynskt, at verið líka siðiligur í mínum aftursvari sum Hjalti í Jákupstovu var í sínum, men av tí at vit smáu eru kroystir at kaj, verður tað trupult at lata sólina skína yvir hvørt orðið.
Trúvirðið hjá Fiskirannsóknarstovni:
Eg var á ráðstevnu í fjørsummar, tá ið fiskidagaskipanin var til umrøðu. Hjalti førdi har fram, at svartkalvin var uppfiskaður undir Føroyum, tí garnaflotin ikki hevði verið í fiskidagaskipanini. Tað kann ikki vera rætt, at Hjalti so bersøgin ákærir garnaflotan, sum um at hetta var ein staðfestur veruleiki. Hevði Hjalti gjørt sítt heimaarbeiði til lítar, hevði hann ikki kunnað ført hetta sjónarmiðið fram.
Viðurskifti, ið ávirka veiðuna eftir svartkalva:
Svartkalvi eins og annar fiskur verður ávirkaður av ávísum viðurskiftum. Lat meg lýsa hetta nærri. Garnafiskaríið var nógv darvað av hørðum streymi tey fyrstu góðu fiskiárini. Síðani hendi tað, at streymurin minkaði munandi og fiskaríið tók eisini at minka . Svartkalvi livir av svartkjafti, og vísti tað seg, at svartkalvafiskaríið minkaði, samstundis sum svartkjaftaflotin kom og trokaði garnabatarnar av. Tað triðja, sum er vert at nevna, er, at hjáveiðan av toski fleirfaldaðist. Alt hetta hendi mest sum í einum. Tað er ilt at meta um, hvat av hesum hevði størstu ávirkanina á, at svartkalvafiskaríið broyttist so kollveltandi. Men eitt er vist, fiskidagaskipanin hevði einki við hetta at gera.
Raðfesting:
Hjalti sigur, at tað eru nógv viðurskifti, ið gera seg galdandi, tá ið stovan ger síni tilmæli. Hesum ivist eg ikki í. Trupulleikin er bara, hvørji viðurskifti, ið stovan velur at nýta sum tey mest avgerandi. Ein tekur vanliga til orða, at um tú roknar í prosentum, kanst tú altíð fáa úrslitið at venda til egnan fyrimuns. Tað er júst hetta, sum eg meti er galið.
Tað er týðuligt fyri okkum, sum starvast á sjónum, at æti, yvirlitstroling og heildarveiðan er tað, sum Fiskirannsóknarstovan hevur lagt seg mest eftir. Hesi trý kunnu til eina og hvørja tíð setast spurnartekin við.
Æti:
Æti hevur sjálvsagt týdning fyri fiskin. Á ráðstevnu í fjør, varð mælt til at skerja fiskidagarnar til línuflotan. Tað varð ført fram, at tað var alt ov lítið til av æti, og tí var fiskurin svangur og legðist hann tí á agnið. Hetta ljóðar trúligt, men trupulleikin er bara tann, at tað eru ongar kanningar gjørdar av fiski, um hann er svangur ella ikki, tá hann tekur á línuna. Tað, sum vit kenna til, er, at tað er sjáldan gott fiskaríð, tá fiskurin tekur á línu við tómum maga. Fiskur etur seg jú eisini mettan av skeljadjórum, tá ið minni er til av æti.
Yvirlitstrolingarnar:
Hetta er eitt eymt evni fyri fiskimannin av teirri einføldu grund, at fiskimaðurin veit, at tað er eitt ótal av viðurskiftum, sum gera seg galdandi, tá ið fiska verður, og broytast hesi ár um ár. Tað hevði verið munandi lættari at verið fiskimaður, um fiskurin háttaði sær á sama hátt á hvørjum ári. Tað gevur okkum ringan smakk í munnin at hoyra, at eitt hál verður sammett við eitt hál á somu leið og sama tíðarskeið sum undanfarna ár, fyri síðani at vísa til prosentir, sum oftast tala negativt. Eftir míni bestu sannføring, gevur tað onga meining at samanbera í smáum í einum so stórum samanhangi.
Heildarveiðan & veiðuhagtøl:
Tað vit kenna til Fiskirannsóknarstovuna, brúkar hon eina veiðuhagtalskurv fyri hvørt fiskaslagið yvir allan tann føroyska landgrunnin. Hetta fái eg ikki at hanga saman við veruleikan. Fiskirannsóknarstovan stílar sjálv fyri merking av fiski, sum verður sleptur út víða um á tí føroyska landgrunninum. Tað, sum er hugtakandi í hesum arbeiði, er, at fiskurin oftast verður fiskaður aftur um somu leið, sum fiskurin bleiv sleptur. Somuleiðis uppliva vit, sum fiska, at fiskurin er ymiskur til støddar frá eini fiskileið til aðra. Vit uppliva eisini, at tað broytist frá ári til ár, hvar tær bestu fiskileiðirnar eru. Okkurt árið kunnu økir verða mestsum óvitjaði av flotanum, fyri síðani at gerast tað mest áhugaverda øki ári eftir.
Hagtøl við meining:
Tað, sum eg meti er umráðandi, er, at vit ikki genneralisera, men hyggja nærri at, hvar á landgrunninum vit hava fiskað mest í ár. Um vit fáa kurvar yvir hvønn grunnin, hvønn banka og hvørja rennu á landgrunninum, fáa vit eina livandi mynd av, nær og hvar fiskurin verður fiskaður. Um Fiskirannsóknarstovan hevur hesi hagtøl, veit eg ikki. Eg spurdi stovuna á somu ráðstevnu í fjør, men fekk tá at vita, at slík hagtøl ikki vóru.
Politikkur, vísindi og nútíðarmenniskja:
Hjalti sigur í blaðnum, at tað eru politikararnir í taka avgerðir, og tí sita við ábyrgdina. Har eru vit samdir í ein ávísan mun. Nútíðarmenniskjað hevur eina stóra virðing fyri vísindi. Tá teoriir koma fram í navni vísindana, verður tað mett fyri góða vøru. Vit hava ikki hug longur at trúgva nøkrum, uttan hetta er vísindaliga prógvað. Eg vil tí siga við Hjalta í Jákupstovu, at tað hevur avgerandi týdning, tá ein talar vegna vísindini, at ein hevur gjørt heimaarbeiðið til lítar.