nógva orku í at uppklára ránið, sum var uttanfyri SMS í gjárkvøldið. Tá ið ein genta, sum arbeidd í eini matsølu í SMS skuldi í BankNordik við dagsins umsetningi í einum pengalumma, lupu tvey fólk í masku á [...] hendingini. Men talan er um eitt rættiligt álvarsmál og tí leggur løgreglan nógv fyri í royndunum at finna ránsfólkini. - Vit hava nógv fólk á málinum, sigur Kristian Dahl. Hann sigur, at tey hava eina rúgvu av [...] ránsfólkini fingu bara eitt sindur av pengunum. Kristian Dahl, politikommiserur veit ikki, við vissu, hvussu nógvum pengum, ránsfólkini sluppu avstað við, men talan er um nakrar túsund krónur, sigur hann við
helligt...« Tískil varð hann grivin í kirkjugarðinum í Kaldbak, hóast hann doyði í Havn, og Norðradalsfólk vórðu grivin í Havn. Í Kaldbak er hann í hvussu er sloppin at liggja í friði enn. Her hevur hann ein [...] verið um 1.000, um hetta varð givið út í bók. Umrøddu fólk er í flestu førum fødd í 1800 talinum og deyð í 1900 talinum. Hetta er tískil søgan um fólk í Havn í góð hundrað ár. Tískil er talan um ættarsøga [...] Í 2007 varð eg biðin um at skriva nakrar greinir um gravsteinar í kirkjugarðinum á Svínaryggi í Havn. Hetta gjørdist ein nógv longri røð, enn tað upprunaliga var ætlað. Og nú er søgan skrivað um
skulu øll í ferðsluni vísa størsta varsemi, eisini súkklarar. Men hann heldur, at í Havnini eru umstøðurnar vánaligar nógvastaðni. - Ein súkklari í Havn skal hava ís í búkinum og tunguna mitt í munninum [...] partinum í ferðsluni. Hann sigur, at eru umstøðurnar góðar fyri tann bleyta partin í ferðsluni, eru tær eisini góðar fyri allar aðrar partar í ferðsluni. Jón Kragesteen, sum hevur eina fortíð í Ráðnum fyri [...] stovnaði bólkin, er, at nú skal miðbýurin í Havn leggjast til rættist. Í hesum sambandi heldur hann, at ein bólkur, sum røkir áhugamálini hjá teimum bleytu í ferðsluni, kann gera sína ávirkan galdandi
er yvirtikið, kann bara verða tí til gagns. Tað er nógv øðrvísið, tá myndugleikin og evsta ábyrgdin sita anonym í Havn, sigur hann. Sosialur tørvur Í Vestmanna er ætlanin at økja um útboðið av tænastum [...] krónur ov lítið, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna og stýrislimur í Kommunufelagnum. Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, roknar í fíggjarkørmunum fyri næsta ár við, at kommunurnar [...] bara skal vera í lagi, til dømis bústovnar og heimatænasta, so hava tey eldru eisini ein sosialan tørv, sum í stóran mun er ónøktaður. Tey skulu hava betri møguleikar fyri at vera sosial í gerandisdegnum
hendingar í Føroyum, tí her kennir tú altíð onkran í tí raktu familjuni, sigur Tønnis Wardum. Føroyingar vóru fittari Í apríl mánaði í 1977 bleiv Tønnis Wardum settur í fast starv hjá politinum í Føroyum [...] skemtiliga fyri. Frá garduni í politiið Politisøgan hjá Tønnis Wardum byrjar afturi í 1973, tá hann heldur tilvildarliga valdi at fara á politiskúla. - Seinast í 60unum arbeiddi eg í radiohandlinum hjá SAJ á [...] sokallað realkursus. Tað gjørdi eg so í 1969, tá eg fór niður til Tølløse í Danmark fyri at fáa eitt realkursus, fortelur Tønnis Wardum, sum bleiv liðugur á skúlanum í Tølløse í 1971. Alt fyri eitt søkti hann
og hava felags skrivstovu í hugnaligu amtslæknahúsunum við Rættará í Havn. 37 ára gamla Maria Skaalum Petersen granskar serliga í genetiskum orsøkum til Parkinsons sjúku í Føroyum. Lutfalsliga nógvir [...] gransking koma í stóra mun aðra staðir frá – og tá er tað í stóran mun uttan úr heimi. Maria Skaalum Petersen, sum granskar í orsøkum til parkinsonsjúkuna, og Jónrit Halling, sum granskar í autismu og [...] avgerandi. - Tað hevði lítil og ongin gransking verið í Føroyum, um hon bert skuldi livað av pengunum, sum Løgtingið játtar. Nú koma rættiliga nógvir pengar í einum frá Sjúkrakassagrunninum. Eg havi gra
gerð í Føroyum og í Klaksvík. Soleiðis svarar Karstin Á Tingfundi Mánadagin 31. mars svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis: 1. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum [...] Føroyum, og hvar í landinum eru teir? Tað eru 18 sjúklingar í løtuni. 6 av teimum búgva í Norðoyggjum/Eysturoy. Hini koma úr Streymoy, Vágum og Suðuroy. 2. Er hetta talið hækkandi, og hvussu er læknaliga metingin [...] greiningararbeiði í sambandi við at veita dialysu í norðurøkinum. Hetta arbeiði er sett í verk eftir at landsstýrismaðurin hevur viðgjørt spurningin saman við sjúkrahúsunum. Á fundi í januar varð niðurstøðan
valdur í nevndina í SÍF 1994-2002 liðleiðari hjá A-landsliðnum hjá monnum 1995-2003 valdur í Róðrarsambandið 1995 valdur í starvsnevndina í ÍSF 1995-2005 skrivari í ÍSF 2005-2010 næstformaður í ÍSF 2010- [...] seinastu fýra árini. Men sum nevndarlimur í ÍSF eigur hann 19 ár á baki. - Eg varð valdur í starvsnevndina hjá ÍSF í 1995, og frá 95 fram til 2005 var eg skrivari í starvsnevndini. Tá fór Sverri frá, og eg [...] sum vara í ein dag ella tveir, sigur Petur Elias Petersen. Hann sigur, at tað er hent nógv gott og mennandi hesi árini, hann hevur sitið í starvsnevndini hjá ÍSF. - Tað allarbesta, sum er hent í mínari tíð
úr Kollafirði. Pápi var Fritleif Johannesen, sonur Petur í Mattalág í Havn. Eg eri eisini fødd í Mattalág, men eri uppvaksin í »Barnabúðini« í Konradsbrekku. Hetta var barndómsheimið hjá rithøvundanum [...] Brynhild er av góðum bergi brotin. Abbi hennara, Petur í Mattalág, var ein av kendastu monnum í Havn. Tá ið hann doyði í 1928 skrivaði presturin Absalon Joensen millum annað: Med Peter gik en af Thorshavns [...] grannahús hjá okkum. Eg byrjaði í nunnuskúlanum, men ræddist so illa nunnurnar, at eg flutti oman í kommunuskúlan, har Poul Jensen var skúlastjóri. Eg gekk í skúla í sjey ár og fór úr skúlanum 14 ára
læknarnir staðfesta, júst hvussu hart raktur Teitur var av blóðkrabba. Vanliga verða fólk við krabbameini flokkað í tríggjar bólkar, sum vísa, í hvørjum vandabólki sjúklingurin er í – høj risiko, medium risiko [...] og jørð í sambandi við sjúkuna, og tað var av berum forvitni, og ikki tí tey veruliga vóru áhugað í, hvussu eg hevði tað. Eg haldi ikki enn tann dag í dag, at tað er serliga behagiligt, tá fólk, sum eg [...] eins nógv og Teitur Hvidbro úr Havn. Í hálvttriðja ár var hann álvarsama sjúkur av blóðkrabba, eisini nevnt leukæmi, og mátti alla hesa tíðina vera knýttur at barnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn