Ingolf S. Olsen
Føroyar og føroyingar við sínum sereyðkennum og serligu livivanum, ið gjøgnum øldir hava ment seg uttan stórvegis uppíblanding uttanífrá, eru eitt satt eldorado fyri lækna- og heilsufrøðiligar granskarar.
Tað eru 37 ára gamla Maria Skaalum Petersen og 36 ára gamla Jónrit Halling samdar um, og tað var eisini rættiliga avgerandi fyri, at tær eftir loknan lesnað fluttu heimaftur fyri at skapa sær eina karrieru sum granskarar. Tær eru báðar farmaceutar – cand.pharm – og ph.d, giftar og eiga ávikavist trý og tvey børn.
Men alskurin til heimlandið spældi eisini ein týðandi leiklut, tí tað vóru als ikki útlitini fyri eini tryggari tilveru sum granskarar, sum fekk tær at flyta heim aftur til Føroya. Maria Skaalum Petersen og hennara familja flutti heim í 2007, og í 2008 flutti Jónrit Halling heim við síni familju.
Fíggjarliga strævið
- Tú flytir altso ikki úr til dømis Danmark og heim til Føroya at granska, tí umstøðurnar eru betri her. Vit mugu berjast fyri hvørjari krónu, og her eru ikki somu fasilitetir, sum á stórum universitetum ella sjúkrahúsum. Men her eru aðrir fyrimunir, sum telja nógv, millum annað áhugaverd granskingarøki, tryggur uppvøkstur hjá børnum, stuttar frástøður o.s.fr. Tað er sera áhugavert og spennandi at granska í Føroyum. Vit hava eitt gott granskingarumhvørvi á deildini, og at búgva í Føroyum er tað, eg helst vil, sigur Maria Skaalum Petersen.
- Politikararnir her heima siga alla tíðina, at teir vilja gransking, men vit síggja bara rættiliga lítið til tann viljan í veruleikanum – tá pengar skulu játtast, sigur Jónrit Halling.
Vón um stuðul
Nú eru tær sera spentar upp á stuðulspengarnar, ið Granskingarráðið hevur fingið at umsita frá Sjúkrakassagrunninum.
Sera lítið verur nevniliga sett av til gransking á Løgtingsins fíggjarlóg, so pengarnir til gransking koma í stóra mun aðra staðir frá – og tá er tað í stóran mun uttan úr heimi. Maria Skaalum Petersen, sum granskar í orsøkum til parkinsonsjúkuna, og Jónrit Halling, sum granskar í autismu og millum annað, hvussu dálkandi evni ávirka heilsuna hjá føroyingum, hava ikki fast starv og hava ongantíð havt tað, síðani tær fluttu til Føroya. Teirra granskingi og løn er bara fíggjað við stuðli, og stuðulin fra Granskingarráðnum hevur verið teimum góður - men stuðul uttanífrá er eisini avgerandi.
- Tað hevði lítil og ongin gransking verið í Føroyum, um hon bert skuldi livað av pengunum, sum Løgtingið játtar. Nú koma rættiliga nógvir pengar í einum frá Sjúkrakassagrunninum. Eg havi granskingarstuðul til endan á hesum árinum, og ætli at søkja úr Sjúkrakassagrunninum. Fái eg tað, so kann eg aftur anda lættan í eina tíð. Men mítt ynski er, at vit kundu fingið fast vísundaligt starv á deildini, so okkara tilvera hevði verið tryggari, og størri kontinuitetur kundi verið í granskingini, staðfestir Maria Skaalum Petersen.
Støðan hjá Jónrit Halling líkist nógv. Stuðulin til hennara granskingarverkætlan røkkur til næsta summar.
Hægri raðfesting
Pengarnir úr Sjúkrakassagrunninum eru kærkomnir sum eitt ordans skump undir føroyska heilsugransking, men fyri tær báðar er ongin ivi um, at granskingin generelt eigur at hava munandi hægri politiska raðfesting, og tað merkir í teirra hugaheimi hægri fíggjarliga raðfesting.
- Sum støðan er nú, kappast nógv granskingarøkir um peningin í Granskingargrunninum og heilsugransking, sum okkara gransking kemur undir, kappast við hini økini um tær gott sjey milliónir krónurnar, sum eru at søkja á hvørjum ári. Tað sigur seg sjálvt, at um ein skal søkja um stuðul til bæði løn og til at gera sjálvar kanningarnar í meira enn eitt ár í senn, verður upphæddin so høg, at sannlíkindini fyri at fáa játtan ikki eru stór, tí nógv eru um boðið, og upphæddin avmarkað, sigur Maria Skaal-um Petersen.
Lokka fleiri heim
Tær báðar vænta avgjørt, at fleiri vælútbúnir føroyingar, sum í dag granska uttanlands, høvdu tímað at flutt heim aftur, um karmarnir og umstøðurnar annars vóru tryggari.
- Tað hevði verið ordiliga gott, um vit vóru fleiri granskarar, og vit samstarvaðu. Tað hevði eisini skapt eina synergieffekt, tí hvør einstakur hevur síni netverk, sum tískil høvdu verði flættað saman. Men tað krevur, at her verður skapt eitt støðugt og trygt granskingarumhvørvi, so fólk tíma at koma. Tað er jú unfair at biðja fólk flyta heim við teirra familjum at granska í til dømis eitt ár, fyri so kanska at gerast arbeiðsleyur, sigur Jónrit Halling.
Fakta
Maria Skaalum Petersen og Jónrit Halling eru vinkonur, hava somu útbúgving sum farmaceutar, cand.pharm, frá Danmarks Farmaceutiske Universitet (nú partur av Københavns Universitet), har tær eisini í samstarvi við Pál Weihe, granskara og yvirlækna á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, skrivaðu serritgerð saman.
Síðani hava báðar skrivað Ph.d-ritgerð á Syddansk Universtiet, og nú granska báðar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og hava felags skrivstovu í hugnaligu amtslæknahúsunum við Rættará í Havn.
37 ára gamla Maria Skaalum Petersen granskar serliga í genetiskum orsøkum til Parkinsons sjúku í Føroyum. Lutfalsliga nógvir føroyingar hava hesa sjúkuna samanborið við onnur lond.
36 ára gamla Jónrit Halling granskar í, hvussu dálkandi evnir, til dømis PFC, ávirka heilsuna hjá føroyingum og so er hon eisini við í eini føroyskari autismuverkætlan.