Ránið í Havn: Hava funnið eina masku og ein pengalumma

Løgreglan nógva alla orku í at uppklára ránið í Havn í gjárkvøldið


Løgreglan leggur nógva orku í at uppklára ránið, sum var uttanfyri SMS í gjárkvøldið.

 

Tá ið ein genta, sum arbeidd í eini matsølu í SMS skuldi í BankNordik við dagsins umsetningi í einum pengalumma, lupu tvey fólk í masku á hana.

Men hon bardust ímóti við tí úrslitið, at ránsfólkini fingu bara eitt sindur av pengunum.

 

Kristian Dahl, politikommiserur veit ikki, við vissu, hvussu nógvum pengum, ránsfólkini sluppu avstað við, men talan er um nakrar túsund krónur, sigur hann við Rás2.

 

Hann sigur, at løgreglan hevur funnið ein pengalumma og ein masku og kannað verður nú eftir um tað stavar frá ráninum.

Hann sigur, at gentan er skelkað, men hevur annars ikki fingið mein av hendingini.

 

Men talan er um eitt rættiligt álvarsmál og tí leggur løgreglan nógv fyri í royndunum at finna ránsfólkini.

- Vit hava nógv fólk á málinum, sigur Kristian Dahl.

Hann sigur, at tey hava eina rúgvu av ábendingum, tey nú kanna nærri.