Klaksvíkar sjúkrahús skal hava dialysuna

Undirritaði setti landsstýrismanninum í heilsumálum, Karstin Hansen, skrivligan fyrispurning 29. januar 2014, har spurt var um dialysusjúklingar í Føroyum, og um landsstýrismaðurin ætlar at seta dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahús á stovn. Orsøkin til spurningarnar vóru millum annað, at fólk, sum hava tørv á dialysuviðgerð eru illa fyri. Sama um teir eru úr Havn ella Rúnavík. Hinvegin, um støði verður tikið frá sjúklingum í Norðoyggjum, tekur tað umleið 8 tímar, frá tí tey fara heimanífrá, til tey eru heima aftur. Hetta ger tað ómøguligt hjá teimum at hava eitt arbeiði- ella ein virðiligan gerandisdag.

Tí setti eg landsstýrismanninum nakrar spuringar viðvíkjandi dialysuviðgerð í Føroyum og í Klaksvík.


Soleiðis svarar Karstin

Á Tingfundi Mánadagin 31. mars svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

1. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum, og hvar í landinum eru teir? 

Tað eru 18 sjúklingar í løtuni. 6 av teimum búgva í Norðoyggjum/Eysturoy. Hini koma úr Streymoy, Vágum og Suðuroy.

 

2. Er hetta talið hækkandi, og hvussu er læknaliga metingin um, hvussu gongdin fer at verða í framtíðini?

Talið av sjúklingum, ið eru í vandabólkinum fyri at gerast dialysusjúklingar, er rímiliga høgt og læknafakliga verður tað roknað við, at talið kemur at hækka komandi árini. Nevnast skal eisini, at talið av sjúklingum kann skifta nógv uppá stutta tíð.

 

3. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi soleiðis, at dialysusjúklingar í Norðoyggjum og Eysturoy kunnu fáa viðgerð í nærumhvørvinum? 

Eftir at hava fingið fyrispurning frá sjúklingum og Nýrafelagnum hevur landsstýrismaðurin tikið stig til, at Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús gera eitt greiningararbeiði í sambandi við at veita dialysu í norðurøkinum. Hetta arbeiði er sett í verk eftir at landsstýrismaðurin hevur viðgjørt spurningin saman við sjúkrahúsunum. Á fundi í januar varð niðurstøðan, at Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús koma við einum samlaðum uppleggið til, hvussu ein royndarskipan við dialysuviðgerð í norðurøkinum kann etablerast í einum samstarvi millum bæði sjúkrahúsini. Antin við eini satelittfunktión á Klaksvíkar sjúkrahúsi ella við eini útgangandi funktión um talan verður um posadialysu. Uppleggið skal latast Heilsumálaráðnum í seinasta lagi 18. februar í ár. 

 

4. Hvørji átøk skulu til fyri at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi so sum teknisk útgerð, umframt fakfólk, sum kunnu taka sær av tí? 

Tað ber ikki til í núverandi støðu at greina hvørji átøk skulu til fyri at seta á stovn dialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Tað er millum annað hetta sum uppleggið, sum sjúkrahúsini skulu lata Heilsumálaráðnum, skal vísa. Serliga um tað skal setast á stovn ein sonevnd satelitt-eind, har tað verður veitt hæmodialysa á Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður tað neyðugt at lýsa nærri hvussu hendan kann skipast umframt samskipast við Landssjúkrahúsið. Avvarðandi nýralækni á Landssjúkrahúsinum, umframt Serlæknafelagið, hava havt ávís fyrivarni við eini tílíkari loysn. Tey mæla til, at arbeitt verður fram ímóti eini skipan, har tað í størri mun verður givið heimadialysa (posadialysa) enn hvat tað verður givið í dag. Serlæknafelagið hevur víst á, at posadialysa ikki krevur so nógva tøkni og kann gerast heima av sjúklingunum sjálvum ella við hjálp frá einum sjúkrarøktarfrøðingi. Serlæknafelagið metir at posadialysa, í flestu førum, er eins góð sum sjúkrahúsdialysa til kroniskar nýrasjúklingar, men samstundis metir felagið, at størsta forðingin í Føroyum hevur verið, at primertænastan ikki hevur sæð seg føra fyri at avseta starvsfólk til hetta. Tí hava sjúklingarnir verið noyddir at ferðast á sjúkrahús fyri at fáa hæmodialysu.   

 

Klaksvíkar sjúkrahús hevur eisini víst áhuga fyri at luttaka í eini roynd at fáa heimadialysu at virka í Norðoyggjum/Eysturoynni, har sjúkrarøktarfrøðingar á sjúkrahúsinum hava útgangandi funktión. Hesin møguleiki skal eisini lýsast í áðurnevnda uppleggi.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir,

Løgtingskvinna fyri fólkaflokkin