Andrias í Norðradali vildi ikki jarðast á Svínaryggi

Nú eru vit komin til seinasta part í røðini Hendur ið Sleptu. Í 236 greinum er greitt frá søguni hjá umleið 300 gravsteinum við um 500 nøvnum. Her finst bæði havnarsøga, føroyasøga og heimssøga

Í 2007 varð eg biðin um at skriva nakrar greinir um grav­stein­ar í kirkju­garð­inum á Svínaryggi í Havn.
Hetta gjørdist ein nógv longri røð, enn tað upp­runa­liga var ætlað. Og nú er søgan skrivað um allar teir gravsteinar, sum hava lesi­liga innskrift, og tað hava teir flestu.
Í hesi røð er greitt frá lív­inum og ættini hjá um­leiðis 500 fólkum, sum »eiga« hesar gravsteinar.
Tilsamans er talan um einar 700 bókasíður, og við mynd­um hevði síðutalið verið um 1.000, um hetta varð giv­ið út í bók.
Umrøddu fólk er í flestu førum fødd í 1800 talinum og deyð í 1900 talinum. Hetta er tískil søgan um fólk í Havn í góð hundrað ár. Tískil er talan um ættarsøga hjá ein­um heilt stórum parti av havnarfólki og sostatt eis­ini hjá føroyingum. Tey eru nokk so nógv av bygd, sum vórðu grivin í Havn. Um­framt eru eisini nokk so nógvir sjómenn úr ymiskum londum grivnir her.
Tað er klárt, at tað er nógv arbeiði aftanfyri eina slíka røð. Tað hava verið nógvar keldur. Nakrar hava verið alment atkomiligar, meðan aðrar fingnar takkað verið væl­vild hjá heimildarfólki. Ættarfólk og kenningar hjá teimum, sum skrivað hev­ur verið um, hava verið ógvuliga beinasom, bæði við upp­lýsingum og myndum.
Ein serlig kelda frá byrjan av hevur verið Viggo Christiansen, vatnmeistari í Havn. Hann hevur tilfar um allar tær ættir, sum skrivað er um, og við hansara hjálp hevur verið møguligt eis­ini at lýsa hesa ættir og sam­bandið millum tær.
Hetta hevur sjálvsagt gjørt frásagnirnar nógv meira áhugaverdar og við­kom­andi hjá nógvum.

Heimssøga á Svínaryggi
Henda persónssøgan í Havn er sjálvsagt nógv meira um­fat­andi enn tað sum er skriv­að í hesi røð. Eg havi givið út tvær bøkur um fólk í kirkju­garðin. Onnur er tann um Petur Alberg, sum eisini umfatar søguna hjá hansara systkjum og foreldrunum Betti og Djóna í Geil, sum øll eiga part í Havnar søgu.
Eina heilt serliga søgu eigur Daniel J. Danielsen, kall­aður Dollin, kendur fyri sín leiklut fyrst í farnu øld fyri hansara stríð ímóti ræðu­stýrinum í Congo. Hann er tann einasti føroyingur, sum beinleiðis hevur ávirkað heims­søguna.
Hann kemur á frímerki í heyst. Í hesum sambandi verð­ur givin út ein nýggj bók á enskum. Hon hevur mun­andi meira tilfar enn fyrra bókin. Her verður ítøkiliga stað­festur tann avgerandi leik­lut Dollin hevði at koppa belgiska kongin Leopold 2. í 1908 sum »eigara« av Congo. Hetta er ein søga, sum til fyri kortum hevur verið full­komiliga ókend bæði úti og heima. Men mín niðurstøða er viðurkend av fremstu ser­frøðingum á hesum øki úti í heimi.
Eitt annað sera kent navn á Svínaryggi er Finsen. Her liggur Johanne, mamma kenda læknan og nobel­prís­vinnaran Niels R. Finsen.
Umframt alt hetta hevur í Miðvikuni/Siðsøgu verið greitt frá søguni hjá nógvum havnar­fólki. Eitt dømi er tann ókenda søgan um Kristian Djurhuus, løgmann, hvørs ætt eisini er umboðað á Svínaryggi.
Eisini hava verið lýsingar um ókend havnarfólk. Eitt teirra er Egil Henning Djur­huus, abbasonur Faktorin í Klaksvík, Johan Christian Djur­huus. Egil doyði bara 20 ára gamal, men hevði kort­ini eina áhugaverda og dramat­iska søgu.

Viðkomandi søga
Tað eru nógv fólk, sum hava dámað hesa røðina ógvuliga væl. Nógv hava spurt, um hon fer at koma út í bók. Tað kann vera, men tað fer at taka tíð.
Men tað verður eisini um­hugsað at fáa hetta tilfar sam­skipað, so tað verður at­komandi hjá øllum. Hetta skuldi verið møguligt við nú­tíðar tøkni. Tað kundi verið gjørt við at savna allar hesar greinir í ein datagrunn, sum kann leggjast inn á far­tele­fonina. Tað finst longu eitt sokallað digitalt kort yvir kirkjugarðin, har eitt nummar er við hvørja grøv. Tá hevði kunnað verið gingið út í kirkjugarðinum og lisið um hvørja grøv á telefonini ella Ipadinum.
Andrias í Norðradali skuldi ikki gravast upp aftur
Tað er alment kent, at tikið er burtur av kirkjugarðinum kanska mitt í 20. øld fyri at breiðka Dr. Jacobsensgøtu. Tá vóru gravir uppgrivnar, og leivdirnar vóru fluttar.
Men hetta er ikki fyrstu ferð, at hetta er gjørt. Í bókini Andrias í Norðradali, sum abbasonurin Eiko Apol gav út í 1995, er ein frásøgn um, at Andreas seint í 19. øld saman við Jens Poulsen og Mourentius Jacobsen og kallsmannin Christian fekk sum pliktarbeiði »at grave Ligkister op af Jorden og tage de jordiske Levninger ud af samme og bære dem til en Fællesgrav, som vi havde gravet dertil. Kistefjælene stablede vi op langs det østlige Hegn, hvor mange laa i forvejen. Dette var ikke noget til­talende Arbejde.
Hvor var nu Gravens Fred og Ro? Jeg er hverken nogen Særling eller Fanat­iker. Jeg lider hverken af Religions­vanvid eller fikse idéer. Men jeg blev dengang saa oprørt over dette Brud paa Gravfreden, at jeg lovede mig selv, at om jeg døde på Landjorden, saa skulde det ikke hænde, at jeg skulde begraves paa en fælles Kirke­gaard, hvor saadant nogen kunde gaa for sig...
I mellem Nordredals Fjelde vil jeg have min sidste hvile paa det højeste Punkt paa Nordredals Skarð. Nordredals Fjelde skal staa vagt over min ensomme Grav, hvor jeg skal hvile i Dødens Blund.
Tískil gróv hann sær sjálvum eina grøv á Norðra­dals­skarði, har hann skuldi jarðast, tá tann tíðin kom. Men hetta var ikki bara sum at siga tað. Tað vórðu av kirkjuni settar so nógvar treytir, sum at grøvin mátti vígast, og at hon skuldi stikast inn, at hetta bleiv av ongum. Andrias góðkendi heldur ikki, at tað var munur á »kristna« og »heidna« jørð. »For mig staar hele Jorden og Naturen i sin Helhed, som noget helligt...«
Tískil varð hann grivin í kirkjugarðinum í Kaldbak, hóast hann doyði í Havn, og Norðradalsfólk vórðu griv­in í Havn. Í Kaldbak er hann í hvussu er sloppin at liggja í friði enn. Her hevur hann ein gravstein við eini inn­skrift, sum til allar tíðir kann minna okkum um hesa søgu.
Andrias hevði, tá ið hann var farin um tey 80 árini, yrkt sín egna gravsálm, sum varð sungin yvir honum, tá ið hann fór til gravar. Hann finst í bókini hjá Eiko, sum doyði fyri kortum. Hann var ein av teimum gomlu í Havn, sum tað var hugaligt at kenna. Hann gav eisini íkøst til mína skriving.
Eitt lítið íkast til søguna um kirkjugarðin er, at tá ið menn úr Norðradali í goml­um døgum komu til Havnar at selja seyð. Hetta hendi utt­an fyri kirkjugarðin.

Nógvar gravir eftir
Leysliga mett eru umleið 3.000 fólk jarðað í gamla kirkju­garði síðan 1782. Her mugu nógv vera grivin í somu grøv. Men tað eru nógv­ar gravir, har eingin steinur er. Eg havi ofta fingið fyri­spurning frá avvarðandi um, hvar onkur av teirra er grivin. Men er eingin steinur, so ber ikki til at siga tað.
Men onkuntíð kunnu fólk geva onkra ábending, sum kanska kann siga nakað um hvar grøvin er.
Eitt dømi um hetta er Jacob Danielsen f. 1887, van­liga kallaður G. Tað mest ítøkiliga minni um hann í dag er kioskin á Vaglinum.
Hann doyði sjálvur 30. jan­uar 1945 og er jarðaður saman við sínum tveimum kon­um á Svínaryggi. Tær vóru Hendrikka Poulsen úr Mið­vági og Jetta Jacobsen av Gørðum í Kaldbak.
Ein abbasonur Jakku hev­ur greitt frá, at hann sum smádrongur var á grøv­ini saman við mammu síni, og hann minnist, at ein betong­kantur varð stoypt­ur um grøvina. Út frá hesi frá­greið­ing eru tveir møguleikar, og tann mest sannlíki er av­mynd­aður í sambandi við hesa grein.

Hvat eigur
at verða gjørt
Tað var í 1869 at byrjað varð at føra protokol yvir tey, sum vórðu jarðað á Svínaryggi. Í hana eru komin um 2.000 nøvn. Tað er ein hampiliga stórur partur av hesum, sum eru lýst í hesi røð.
Kirkjugarðurin á Svína­ryggi verður hampiliga væl røktur av Tórshavnar Komm­unu. Men tað kundi verið gjørt meira. Kirkjugarðurin kundi verið gjørdur til eina park ella minnislund yvir fólkið í savn, sum fólk kundi havt áhuga fyri at vitja.
Hetta verður gjørt aðra­staðni. Kenni sjálvur nakað til Assistence Kirkegaard á Nørrebro í Keypmannahavn. Her er gjørt eitt kort, sum vísir hvar tey kendu liggja sum t.d. Søren Kirkegaard og um 100 onnur.
Men á Svínaryggi kunnu vit eisini vísa gravir hjá teim­um, sum ikki eru kend, og hetta ger tað enn meira viðkomandi hjá fólki yvir­høvur.
Hetta er so seinasta grein­in í hesi røðini. Men Siðsøgan í fríggjadagsblaðnum heldur fram. Hon hevur verið í blað­num nærum hvørja viku í gott sjey ár. Tískil er talið av pørtum komið uppá 350. Tað er eisini hugaligt, at tey eru rættuliga nógv, sum hava áhuga fyri hesi røðini. Ein slíkir áhugi stimbrar at halda áfram.
Skuldi onkur vitað um ein grøv, sum ikki er umrødd, so vil eg fegin frætta. Tá kann altíð ein frásøgn gerast aftur­at, men annar er henda røð­in nú at enda komin.
Eg fari at takka øllum teim­um mongu, sum hava medvirkað til hesa røð. Uttan hesa vælvild hevði tað ikki borið til.