málningur líka. Tað eru tíggju ár síðani Øssur Mohr byrjaði at mála. Hann gekk í kvøldskúla í tvey ár hjá Jóannes S. Hansen í Runavík, har hann lærdi at tekna. - Sum barn teknaði eg ikki meir enn onnur børn [...] eri eg ov tradisjónellur Ætlanin hjá Øssuri er at hava eina framsýning í Føroyum í ár ella næsta ár. Hann hevur tikið lut á trimum Várframsýningum í Listaskálanum og á øllum Ólavsøkuframsýningunum síðani [...] annars, men tí eri eg farin burtur frá aftur. Í 1993 var Øssur Mohr á listaskúla í Holbæk og har hevði hann ein finskan málara sum lærara. - Hesin lærarin, sum var ein kvinna, tosaði nógv um hetta, hví ein
niðursmelting, segði Lance Armstrong. Amerikanski súkklarin viðgekk, at hann ikki hevði vunnið Tour de France, um hann ikki nýtti doping, men hann vísti hinvegin eisini á, at tað – hóast dopingina – kravdi nógva [...] Tað eru skjótt fýra ár síðani Lance Armstrong varð dømdur fyri doping, har hann fekk frátikið allar sínar sjey Tour de France-sigrar og varð útihýstur frá súkkling restina av lívinum. Í kjalarvørrinum [...] hevur verið nógv rok um tann nú 44 ára gamla Lance Armstrong, og tað hevur sett síni spor, váttaði hann á einum fyrilestri á lærda háskúlanum í Colorado týsdagin. - Tað hava verið nøkur hørð ár av fleiri
hópinum, men hann hevði einans vant tvær ferðir áðrenn samlingina, og undir venjingunum her sá eg, at hann manglaði eitt sindur sálarliga. Jónas hevur spælt sera væl í B36, so eg helt, at hann skuldi fáa [...] og at hann eisini var við í hópinum hesaferð, so valdi landsliðsvenjarin at hava Jónas Tór Næs á høgra bakki í kvøld. Lars grundgevur soleiðis: - Bárður var klárur at venja, annars hevði hann ikki verið
útbúgving at taka í móti børnum í sjúkrabilinum, greiðir Regin Mortensen frá. Víðari sigur hann, at millum hann og starvsfelagarnar verður mangan tikið til, at ein sjúkrabilsføðing er ein trygg og góð føðing [...] støðuni, so tekur tað oftast longri tíð hjá mammuni at føða, sigur Regin Mortensen. Sjálvur hevur hann fýra ferðir verið í sjúkrabilinum og tikið ímóti børnum. - Vit ringja vanliga til ljósmøðurnar og [...] og heita á tær um at koma í móti okkum. Tað plagar at ganga fínt, staðfestir Regin Mortensen. Hann leggur tó aftrat, at tað kann onkuntíð verða strævið fyri barnakonur at vita sær, at tær skulu koyra til
Sunnudagin slapp Hans á Lag á fyrsta sinni at royna seg sum áleypara á besta liðnum hjá HB. Hans hevur altíð, bæði í vaksnamannadeildini og í ungdómsárum, spælt í verjuni, men Heine Fernandez hevði gjørt [...] gjørt av, at Hans møguliga var loysnin upp á álopstrupulleikarnar hjá HB. Spurdur hvussu tað kendist at spæla sum áleypari, sigur Hans á Lag: - Tað var ein góð kensla. Um eg ikki kann brúkast í verjni, so [...] álopinum, helt Hans skemtandi fyri. - Eg haldi, at vit skaptu nógvar møguleikar, og vit áttu helst at fingið fleiri mál, men tað týdningarmiklasta er, at vit fingu øll trý stigini, sigur Hans á Lag. - Vit
menningin síggjast aftur og merkjast í øllum samfelagsløgunum. Tað sigur Janus Rein, løgtingsmaður, og hann heldur fram: - Eg gleðist yvir, at allar ætlanir við skattaumleggingini sláa ígjøgnum. Skattatrýstið [...] Størsta persónliga upplivingin var, tá vit fingu son okkara hin 9. mars. At vit valdu at uppkalla hann eftir pápa mínum, Marius Thomas Rein, hevði eisini ógvuliga stóran týdning fyri okkum, og vit føla
di. Iris møtir grannandum hjá Amandu, sum er Artur (Eli Wallach). Hann er ein sum var ein kendur leikritahøvundi í Hollywood. Hann tosar og tosar um film og kærleiksfilmar. Við eina veitslu møtir
Stjørnan er topptunað til dystin í Vági, og at leikararnir eru sera svangir eftir at vinna dystin. Hann vísir aftur, at tað at Stjørnan í fjør gjørdist greipuvinnari, og í ár hevur vunnið steypakappingina [...] dystin í Vági. Hinvegin er veðrið minni gott, so verða tað óivað fleiri, ið setast aftur. Spurdur um hann væntar ein spennandi dyst, sigur Rógvi Nielsen: - Tað er tað altíð, tá ið Stjørnan og VB spæla!
Bjarni Petersen, sigur við In.fo í kvøld, at hetta hevur verið ein langur og møðsamur túrur, sum hann tekur til. Arctic Viking fór úr Føroyum hin 14. desember, og teir byrjaðu at fiska í russiskum sjógvi [...] Tromsø mánadagin, har vit eisini skulu skifta fólk. Rækjuprísurin er umleið 27 krónur fyri kilo, og hann er lækkaður nakað seinastu tíðina, sigur skiparin, Bjarni Petersen.
so ongatíð selt fyrrenn nú, sigur hann. Símin byrjaði handilskarrieru sína hjá Thomasi Dam í Havn, har hann í síni tíð varð útlærdur innan ísinkram. Seinni hevur hann so arbeitt í forrætningini hjá Nordafar [...] Føringahavnini í Grønlandi, eins og hann hevur verið 12 ár í Keypssamtøkuni og eisini hjá Bónus. Tey seinastu fimm árini hevur hann tó roynt nakað heilt annað: Hann hevur arbeitt við laksi hjá Vestlaks [...] tann dagin, sigur Símin Fornagarð í Fuglafirði. Men mikudagin 04.05.05 lat hann so upp tann fjórða Profa-handilin í Føroyum. Og hann kann bara fegnast um, at fólk hava tikið væl undir við hesum nýggja tilboðnum