Oddabrak
Í Klaksvík vita tey væl, at um Stjørnan skal gera sær nakrar vónir um aftur í ár at gerast greipuvinnarar, so er neyðugt, at tær vinna dystin í Vági í dag.
Eru svangar at vinna dystin
Rógvi Nielsen sigur, at Stjørnan er topptunað til dystin í Vági, og at leikararnir eru sera svangir eftir at vinna dystin.
Hann vísir aftur, at tað at Stjørnan í fjør gjørdist greipuvinnari, og í ár hevur vunnið steypakappingina, hevur ført við sær, at spælararnir eru mettaðir av sigrum.
- Nei, vit eru svang, og vit skulu hava føroyameistaraheitið í hús, sigur Rógvi Nielsen.
Spurdur hvør uppskriftin upp á ein sigur á VB er, sigur Rógvi Nielsen:
- Tað er partvís tað, sum vit megnaðu í hálvfinaluni her í Klaksvík. Tá høvdu vit eina grótharða verju og eitt effektivt álop, sum skoraði upp á teir møguleikar, ið vit fingu, sigur venjarin hjá Stjørnuni.
Rógvi Nielsen sigur, at um veðrið verður til vildar, so verða óivað nógvir klaksvíkingar til dystin í Vági. Hinvegin er veðrið minni gott, so verða tað óivað fleiri, ið setast aftur. Spurdur um hann væntar ein spennandi dyst, sigur Rógvi Nielsen: - Tað er tað altíð, tá ið Stjørnan og VB spæla!