Fuglafjørður: - Eg ætlaði at lata handilin upp ein góðan dag. Tað skuldi vera tann 5. mai í ár ? ikki sannheit 05.05.05!!
- Men so fann eg útav, at hetta var Kristi himmalsferðardagur. So tað bleiv av ongum tann dagin, sigur Símin Fornagarð í Fuglafirði.
Men mikudagin 04.05.05 lat hann so upp tann fjórða Profa-handilin í Føroyum. Og hann kann bara fegnast um, at fólk hava tikið væl undir við hesum nýggja tilboðnum um máling í Fuglafirði.
Hóast tað hevur verið kalt í veðrinum, so er hetta hásesong fyri uttandura málaraarbeiði. Nú hava so fuglfirðingar og fólk har í nánd ein góðan møguleika fyri at ogna sær júst ta røttu málingina hjá Profa í Fuglafirði.
Nú er ikki neyðugt hjá fólki at koyra so langt, tá málingin skal keypast. Fyrr skuldu tey til Runavíkar, men nú er máling at fáa nærri enn tað.
Ísinkram og laksur
Tað stóð annars ikki máling á nøkrum visitt-korti hjá Símini Fornagarð, fram til tann 4. mai í ár.
- Eg havi selt nógv ymisk sløg av tingum í mínum lívi. Men máling, tað havi eg so ongatíð selt fyrrenn nú, sigur hann.
Símin byrjaði handilskarrieru sína hjá Thomasi Dam í Havn, har hann í síni tíð varð útlærdur innan ísinkram.
Seinni hevur hann so arbeitt í forrætningini hjá Nordafar í Føringahavnini í Grønlandi, eins og hann hevur verið 12 ár í Keypssamtøkuni og eisini hjá Bónus.
Tey seinastu fimm árini hevur hann tó roynt nakað heilt annað: Hann hevur arbeitt við laksi hjá Vestlaks.
So løgið tað enn kann ljóða, so var tað júst laksurin sum á ein hátt gav Símini startskotið til at byrja við søluni av máling.
Neyðugt við handli
Sum flestum kunnugt hevur alivinnan ikki gingið so væl tey seinnu árini. Hetta sóu teir eisini hjá Vestlaks. Og hetta sá eisini Símin Fornagarð.
- Tað sá ikki so gott út, og tað var altíð ein vandi fyri, at eg kundi gerast arbeiðsleysur, sigur ein altíð brosandi Símin.
Tá tað so vísti seg, at eingin málingahandil varð í Fuglafirði eftir nýggjar í ár, sá hann hetta sum ein møguleika fyri einum framtíðar starvi hjá sær.
- Ja, eg metti tað ikki vera rætt, at eingin handil av slíkum slagi var í býnum, sigur hann.
Símin setti seg í samband við Profa í Danmark. Og hagani varð leyst og liðugt beinanvegin. Hann gjørdist limur í Profa, og ein mikudag fyri góðum mánaði síðani lat hann dyrnar upp á fyrsta sinni í heimbýnum.
Nøgdur
Hóast stutt er fráliðið so er kortini líkt til, at fólkið í býnum og har í nánd eru fegin um henda nýggja handilin.
- Jú, undirtøkan hevur verið góð. Eg visti ikki, hvat eg kundi væntað at kundum. Men eg eri í øllum førum nøgdur, sigur Símin.
Profa-handilin í Fuglafirði er einasti málingahandil har nærhendis. Timburhandilin á Kambsdali selir eisini máling, men skuldu fuglfirðingar annars keypa sær máling í einum málingahandli, so var nærmasti handilin tann í Runavík. Her í Fuglafirði fæst bæði innandura og uttandura máling, bátamáling og tapet, eins og gólvbelegningur.
Hinir Profa-handlarnir í Føroyum eru í Runavík, Havnini og á Tvøroyri.