Sunnudagin slapp Hans á Lag á fyrsta sinni at royna seg sum áleypara á besta liðnum hjá HB. Hans hevur altíð, bæði í vaksnamannadeildini og í ungdómsárum, spælt í verjuni, men Heine Fernandez hevði gjørt av, at Hans møguliga var loysnin upp á álopstrupulleikarnar hjá HB.
Spurdur hvussu tað kendist at spæla sum áleypari, sigur Hans á Lag:
- Tað var ein góð kensla. Um eg ikki kann brúkast í verjni, so er tað í fínasta lagi, at eg kann spæla í álopinum, helt Hans skemtandi fyri.
- Eg haldi, at vit skaptu nógvar møguleikar, og vit áttu helst at fingið fleiri mál, men tað týdningarmiklasta er, at vit fingu øll trý stigini, sigur Hans á Lag.
- Vit vistu, at TB fór at liggja aftarlaga á vøllinum, og tað var ongin ivi um, at tað fór at verða ein trupul uppgáva, og tí eru vit væl nøgdir við dystin, sigur Hans á Lag at enda.