eitt lætt sinni. Stóran áhuga hevði hon í øllum, ið hendi í samfelagnum og líka til tað seinasta, møtti hon trúføst til fundir, ið Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri. Lis var okkum ein góð fyrimynd og [...] systkjum og var tað einasta av systkjunum, ið varð verandi eftir í Klaksvík hjá foreldrunum. Lis giftist við Eli Nolsøe sunnan úr Vági. Tey búsettust í Víkunum omanfyri barnaheim hennara. Tey bæði fingu
vit sakna so sáran. Kára giftist við Sigmund Djurhuus, ættaður av Selatrað, uppvaksin á Lambareiði. og fingu tey 4 børn. Tankar okkara leita til tykkara ið eftir sita, serliga til tín Uni, ið so ungur misti [...] Toftum, og var har til virkið helt uppat og varð niðurlagt. Síðan bleiv tað endurreist sum saltfiskavirki undir navninum United Seafood. Og har kom Kára eisini at starvast frá byrjan, líka til nú hon nú so brádliga
sama stað, í nærum 25 ár, og líka til nú hann fór hiðani. Kára havi eg kent alt mítt lív og meginpartin av hansara, hann var bert nøkur fá ár eldri enn eg, og hann giftist systur míni Lilliuni. Kári hevði [...] Um vit komu inn til teirra, tá ið tey høvdu gestir, tað kundi vera bæði úr Føroyum og útlondum, so var Kári tann sami, altíð skjótur at taka sær av okkum eisini, bjóðaði okkum eisini til borðs og var glaður [...] satt; og tó, tey orð, sum hava verið søgd við tykkum um Kára, veit eg eru til stóra troyst. Og allar tær bønir, ið eru farnar upp til okkara Harra og Frelsara fyri tykkum, eru hoyrdar og koma at geva tykkum
Miðvági. Jütta giftist 6. desember 1936 Johan Hendrik Jacobsen á Bakka á Glyvrum ( f. 17.11.1903 - d. 23.01.1987). Abbi var ein sera skemtingarsamur maður, dámdi væl at taka speiskliga til. Tey 21 árini [...] pápi Johan Hendrik. Omma fór í 1933 til Íslands, og var har í eitt ár og tænti á einum garði. Hon varð altíð sera glað fyri hesa tíðina. Eg haldi hetta varð viðvirkandi til at hon altíð hevði sera lætt við [...] væl dámdi henni at spæla "bodja" - hon ætlaði sær til stórkapping í hesum spæli nú um nakrar vikur; men tað verður so ikki. Tá eitthvørt var hon skuldi til, ja so var hon klár í góðari tíð. Skuldi hon gera
góðum árum og gavst við sjólívinum, og tá fór hann at brúka sína útbúgving á landi. Jørgin Olaf giftist til Skúvoyar, og har kom hann at virka síni manndómsár, fyrst og fremst sum fastur avgreiðslumaður [...] veður og vind og sínum kunnleika til sjógvin. Sum á øðrum útoyggjum í Føroyum, so er tungt at koma av lendingini í Skúvoy og niðan í bygdina, serliga tá talan er um farm til eina heila bygd, so hjá Jørgin [...] aftur til Klaksvíkar, og hvørja ferð gav hann sær stundir at vitja farbróðurin og at fáa eitt prát um lívsins viðurskifti. Seinastu ferð eg og Jørgin Olaf hittust, var tá hann kom úr Skúvoy til Klaksvíkar
frá 1980 til1984 og aftur frá 1988 til 1989. Jógvan Sundstein gjørdist formaður Fólkafloksins í 1980, tá hann tók við eftir Hákun Djurhuus, sum gavst í politikki. Hann var formaður í trettan ár til 1993, [...] Í 1952 gekk leiðin til Keypmannahavnar á handilsskúla og síðani fór hann undir at útbúgva seg sum grannskoðari. Hann fekk í 1963 prógv sum ríkisgóðkendur grannskoðari. Jógvan giftist Lydiu, fødd Marstein [...] virksemið hjá Jógvani, men hann var eisini m.a. semingsmaður frá 1970 til 1982, formaður í nevndini fyri Føroya Handilsskúla frá 1972 til 1988 og hann var limur í Norðurlandaráðnum fleiri skeið. Jógvan Sundstein
í Klaksvík til sín doyggjandi dag og sorgblítt var at síggja teir mongu bátarnar á Stongunum, sum við flagginum í hálvari stong fyri seinastu ferð heilsaðu Dia, tann dagin hann varð borin til gravar. Umframt [...] mangan fingið okkum eitt gott prát um lívsins viðurskifti. Stutt fyri leggingartíð fór eg yvir aftur til mín sjálvs, men tá vardi tað meg ikki, at hetta skuldi verða seinasta samrøðan okkara millum her á [...] Jóan Karl, bónda í Niðristovu á Norðoyri. Dia var sostatt 77 ár, nú hann legði árarnar inn. Dia giftist í 1953 við Fanny Eidesgaard av Eiði. Tey fingu 4 børn: Jørgin Olaf, sum býr í Skúvoy, Kristionnu
) og Meinhard Olsen. Í 1990 giftist hon við Alexius Midjord, og settu tey búgv í Hovi. Saman fingu tey 3 børn, Ann Mari, Jógvan og Arnold. Josefina bleiv 14. juli omma til ein lítlan fittan beiggja. Hon [...] Hon gleddi seg nakað so nógv til at blíva omma, hevði planir um, hvat tey fóru at gera. Hon hevði bundið fleiri troyggjur til beiggjan, og hevði planir um, at á næstu Ólavsøku, hevði beiggin fingið [...] klæðir frá ommu síni, sum hon sjálv hevði gjørt. Men soleiðis skuldi ikki verða. Í hesum føri ber væl til at brúka orðatakið: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir. Josefina var stillfør
heysti í 1960. Leiðin gekk fyrst til sjómansheimið í Grimsby, har hann virkaði millum føroyskar sjómenn. Har var hann fleiri heyst á rað. Várið eftir fóru Johan og Amy til Reykjavíkar, fyri at taka við leiðsluni [...] heimamissións og sjómansmissións samanhangi. Johan vaks upp í Rituvík, og fór sum flestu javnaldrar til skips. Við skipi undir Íslandi á ungum árum, var Johan fyri tí vanlagnu, at hann misti høgra arm. Ísland [...] hjarta. Við einum armi var tað ikki lætt at vera sjómaður, og tí fór hann uppá land at arbeiða. Johan giftist við Amy í 1951, og fingu tey fýra børn. At lívið alt, skuldi verða ein tænasta fyri Jesus, stóð greitt
røkti hetta starvið til 1981, tá ið hann varð settur sum lektari á Læraraskúlanum, har hann hevði havt nakrar fáar vikutímar árini frá 1968. Starvið á Læraraskúlanum røkti hann, til hann legði frá sær í [...] sum er eitt slóðbrótandi verk. Umframt skrivaði Jeffrei fleiri undirvísingarbøkur til fólkaskúlan. Árini frá 1981 til 1995 høvdu vit í felag ábyrgdina av frálæruni í føroyskum á Læraraskúlanum. Hann var [...] vit – um 22 ára gamlir - sett á okkara fjórða og seinasta ár í læraraútbúgvingini. Ein høvuðsorsøkin til, at børnini vóru so hugagóð og dugdu so væl, var maðurin, ið stundum stóð við talvuna og greiddi frá