Minningarorð um Lis Nolsøe

Lis Nolsøe varð fødd 28. mars 1925. Hon var dóttir Doru og Mourits Winther.

Hon var yngst av sjey systkjum og var tað einasta av systkjunum, ið varð verandi eftir í Klaksvík hjá foreldrunum.

Lis giftist við Eli Nolsøe sunnan úr Vági. Tey búsettust í Víkunum omanfyri barnaheim hennara. Tey bæði fingu níggju børn.

Eli Nolsøe var skrivstovumaður, hevði eisini handil einaferð, og hann var eisini Løgtings- og Landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin í fleiri ár.
Í heimi teirra varð tosað opið um politikk, og altíð var Lis manni sínum ein hollur stuðul. Lis var heima og tók sær av manni og børnum.
Húsið var stórt, nógv at taka hond í, men Lis var røsk, og arbeiðið fall henni lætt. Lis var ein sera fyrikomandi, blíðlig og gløgg kvinna, og hon hevði eitt lætt sinni.

Stóran áhuga hevði hon í øllum, ið hendi í samfelagnum og líka til tað seinasta, møtti hon trúføst til fundir, ið Norðoya Sambandsfelag skipaði fyri.
Lis var okkum ein góð fyrimynd og dyggur stuðul.

Tað er við størstu virðing og takksemi vit minnast Lis, sum andaðist hin 29. mei 2005, 80 ára gomul.

Ærað verið minnið um Lis Nolsøe.

Norðoya Sambandsfelag