Fríggjadagurin 30. nov. 2012 er ein av teimum døgunum, ið hava fest seg í minni mítt eins og onkrir aðrir dagar, ið hava boðað frá ófrættum. Hendan kenslan av, at heimurin og lívið broytist og aldri verður tað sama aftur. Slíkir dagar eru í mínum huga m.a. dagurin, tá tað frættist, at John F. Kennedy var skotin, og tá flogfør høvdu rent inn í World Trade Center. Tað er eins og lívið steðgar upp, løtan brennur seg inn í minnið, tú fært kuldakrop um allan kroppin og eina kenslu av ómetaligum máttloysi. Soleiðis kendist tað eisini henda dagin í novembur, tá eg fekk boðini um, at systkinabarnið, grannin, javnaldurin, skúlafelagin og vinmaðurin Jørgin Olaf púra óvæntað hevði lagt árarnar inn.
Eg og Jørgin Olaf vuksu upp á Heygum í Klaksvík. Pápar okkara vóru brøður av Oyri, ið høvdu bygt lið um lið í Klaksvík, og sum høvdu útróðrarbátar saman. Í grannalagnum búðu eisini tvær fastrar okkara, so vit eru fleiri systkinabørn, ið vuksu upp saman og sum komu at kennast rættiliga væl. Hóast eg og Jørgin Olaf ikki hittust dagliga, eftir at vit vóru tilkomin, hann búði í Skúvoy og eg í Hoyvík, so var tað, sum um vit bara tóku táttin uppaftur, har vit sleptu seinast, tá vit hittust. Tí kennist tað eisini mær so sera sárt, at vit hava mist Jørgin Olaf.
Aftan á lokið realprógv í Klaksvík fóru eg og Jørgin Olaf hvør sína leið, eg fór víðari í skúla, og Jørgin Olaf valdi sjólívið. Jørgin Olaf hevði góða sjónatúr og treivst væl á sjónum. Hann sigldi m. a. nøkur ár í farmasigling millum lond og fór síðani á sjómansskúla, haðani hann tók skipsføraraprógv. Eftir tað gekk leiðin aftur út at sigla, nú sum yvirmaður og stundum sum skipari. Men Jørgin Olaf gjørdist sjúkur av sukursjúku í góðum árum og gavst við sjólívinum, og tá fór hann at brúka sína útbúgving á landi.
Jørgin Olaf giftist til Skúvoyar, og har kom hann at virka síni manndómsár, fyrst og fremst sum fastur avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni, men tá á stóð var hann eisini vikarur í skúlanum og undirvísti børnunum í Skúvoy. Jørgin Olaf var álitismaður, og sum avgreiðslumaður hjá Strandferðsluni á brimplássi fekk hann sanniliga brúk fyri sínum fakliga førleika, sínari vitan um veður og vind og sínum kunnleika til sjógvin. Sum á øðrum útoyggjum í Føroyum, so er tungt at koma av lendingini í Skúvoy og niðan í bygdina, serliga tá talan er um farm til eina heila bygd, so hjá Jørgin Olafi vóru ikki bara boð eftir viti og skili, men eisini eftir manni, ið kundi taka kropslig tøk, og tað kundi Jørgin Olaf eisini, hesin stóri, sterki og væl bygdi maðurin.
Jørgin Olaf var klaksvíkingur, ið vígdi konu síni Bergfríðu, børnunum og Skúvoynni sítt lív. Hann var trúfastur, álítandi og eitt av hesum fólkunum, ið tordi at siga sína hugsan á rætta stað. Hóast búsitandi í Skúvoy, so gloymdi Jørgin Olaf ikki sítt upphav, og hann vitjaði javnan aftur til Klaksvíkar, og hvørja ferð gav hann sær stundir at vitja farbróðurin og at fáa eitt prát um lívsins viðurskifti. Seinastu ferð eg og Jørgin Olaf hittust, var tá hann kom úr Skúvoy til Klaksvíkar í 90 ára føðingardag hjá pápa í heyst. Tá fingu vit eitt gott og langt prát, men tað vardi meg ikki, at hetta skuldi gerast okkara seinasta prát her á fold.
Hjá okkum føroyingum verður lívið ofta av góðum grundum myndað sum ein sjóferð, og nú er Jørgin Olaf farin sína seinastu ferð um lívsins hav. Saknurin er stórur, ikki bara hjá hansara næstrafólki, men hjá allari Skúvoyar bygd. Á fámentum plássi er serliga tungt at missa fólk í góðum árum, og tað er ikki altíð, at maður tá kemur í mans stað.
Hóast vetur og kulda hendan dagin Jørgin Olaf varð borin til hvíldar í Skúvoy, so skein sólin so vakurt yvir Skúvoyarfjørð, og Skúvoyarbygd og minti okkum á, at hóast tað er kalt, myrkt og tungt, so er lív fyri framman.
Ærað verði minnið um Jørgin Olaf.
------
Kristinbjørg