týðing eftir Axel Tórgarð) og »Lord of the Rings« hjá J. R. R. Tolkien. Ivaleyst er onkur íblástur komin haðani. Í hesum er einki skeivt, tí tann gyklaði heimurin hjá Tolkien er so ríkur og er grundaður [...] heimbygdin varð niðurbrend, og tað mesta fólkið dripið. Nú eru tey rýmd undan kúgarunum og ætla sær til dreymalandið Nam Siliam. Bergholið verður funnið og somuleiðis ein eydnusælur heimur inni í fjallinum [...] seg. Hiðani fara børnini út aftur í tann stríðandi heim at leita eftir slekt og vinum og at hjálpa til ímóti einræðisharranum Nimrod og hansara hermonnum. Og eftir sorg og vónir, vandar og sigrar verður
nýtt landsliðsskeið. Onkur segði til stuttleikar, at um Føroyar vunnu í Estlandi, vóru vit nummar eitt í øllum Europa, eftirsum hetta var tann allarfyrsti undandysturin til EM í ár 2000. So sum úrslitið lagaði [...] Zelinski avstað við bóltinum. Komin inn í brotsteigin var hann sloppin framvið Jens Martini Knudsen, tá hesin tók beinini undan honum. Estlendski áleyparin gjørdi eisini sítt til, at dómarin skuldi síggja [...] ikki verið gott, men til at liva við. Men í staðin fingu estlendingar tvey mál afturat, og bæði vóru eftir sløsut føroyskt verjuspæl. Fyrst slapp Andres Oper í aðru atløgu at økja til 4-0, tá hann stóð púra
Marknatrætan er komin inn í eina avgerandi fasu. Bretski uttanríkisráðharrin hevur nú eisini meldað út, hvussu týdningarmikið tað er at fáa eina loysn har. Og í næstu viku fer landsstýrið til Danmarkar at [...] far um tað og leggja so nógv í tað heldur, so er brævið frá bretska uttanríkisráðharranum Robin Cook til nýggja løgmann og landsstýrið ikki so lítið av eini ?bumbu? ella sensatión. Fyri tað fyrsta er tað [...] henda hátt. Harnæst eiga vit ikki at gloyma, at bretski uttanríkisráðharrin her vendir sær beinleiðis til Føroya løgmann við ynski um at fáa eina loysn á einum ávísum máli, og tað er marknamálið. Tvs. at hann
so sum bjargingarútgerð og annað sum krevst, áðrenn AWI-33 bátarnir fara til Grønlands við fraktskipi 20. juni. 25 bátar til Grønlands - Vit hava gjørt rættiliga fitt burturúr fyri at koma inn á marknaðin [...] í felagnum. - Tað eru einir 25 bátar seldir til Grønlands, og vit hava eisini onkran sáttmála liggjandi haðani. Aðalstein er væl nøgdur eisini at vera komin inn á Grønlendska marknaðin, men hann er kortini [...] hann. Hann er eitt ískoyti til tað, sum annars er, heldur Aðalstein. Royna eftir svartkalva - Tað eru mest privatpersónar sum bíleggja bátar. Hesir tríggir bátarnir, sum nú fara til Umanakk og Upernavik, skulu
Spógvin hevði fingið fráboðanina, var maðurin komin umborð á gummibátin hjá Nim. Nim sigldi beina leið til Havnar har maðurin varð lagdur inn á landssjúkrahúsið til kanningar. Hann hevði tíbetur ongan skaða [...] Báturin, ein seksæringur, var heimahoyrandi í Eysturoynni. Ein maður hevði verið til útróðrar og var á veg aftur til lands, men var sovnaður. Lukkutíð fyri mannin klárnaði hann av brestinum og hann megnaði
byrjaði at regna og tað regnaði líka til kappróðurin var av. Leygarkvøld verður vanliga skipað fyri midnáttarsamkomu og so var eisini hesaferð. Nógv fólk vóru komin saman fyri at hoyra midnáttarrøðuna hjá [...] Klaksvík. Gomlu gubbarnir úr »The Faroe Boys« hava enn einaferð tikið ljóðførini framaftur og teir spældu til dans høllini fríggjakvøldið. Ikki færri enn eini 750 fólk vóru í dansi tað kvøldið og talan var mest
kanónføði í 1. deild, er langt síðani gjørdur til skammar. Teir hava fingið sjey stig higartil ? øll á heimavølli ? og liggja mitt á stigatalvuni. Sunnudagin skulu teir til Vágs, har lokaluppgerð verður móti VB [...] stak illa í hond hjá GÍ higartil í ár, og liðið, sum vann føroyameistaraheitið fýra ár á rað frá 1993 til og við 1996, er í tí óvanligu støðu at vera á 9. plássi, nú ein triðingur av landskappingini er lagdur [...] Svangaskarði móti B68, og tann sigurin var so lítil sum gjørligt, nevniliga 1-0. Annars er tað blivið til ósigrar móti VB heima og NSÍ og HB úti, meðan heimadysturin móti KÍ og nú seinast útidysturin í Sumba
brotsteigin hjá ÍF. Hann fór framvið Bartal Eliassen í ÍF-verjuni og komin áraka brotsteigarmarkið smekkaði hann til og bólturin sat í málinum til endaligu støðuna 1-1. NSÍ-liðið var ikki væl mannað henda dagin [...] fleiri bóltar á miðjuni og sendi teir skilagott frá sær, men Bárður hevði ikki hepnið til at umseta støðurnar til mál. Onkur annar stórur møguleiki var eisini í fyrra hálvleiki, men óneyvar skotroyndir [...] hálvleik, men teir dugdu ikki at umseta leikligu yvirvágina til mál. Í seinna hálvleiki settu runavíkingar Kristian Høgna Jacobsen, sum júst er komin heim av flatlondum, inn í dystin. Hann vísti, at hann er
fingið gult. Ta einu løtuna var tað so, at dómarin dømdi einki til havnarliðið, og tað tóktist, sum um hetta var við til at fáa spælið at harðna til tíðir. Fimm gul kort vóru givin. B68 fekk eitt, og HB fekk [...] gestirnir løgdu seg á odda tíðliga í dystinum. Ein bóltur bleiv spældur inn um B68-verjuna til Allan Mørkøre, sum sá út til at vera rangstaddur, men púra leysur við Magnusi Poulsen í B68-málinum skeyt Allan við [...] bilar vóru á Svangaskarði sunnudagin, tá ið 1. deildarliðini hjá B68 og HB dystaðust. Tey, sum vóru komin at hyggja eftir dystinum, fara helst skjótt at gloyma fyrra hálvleik, tí at hann var stak vánaligur
ikki, at tað skal vera so trupult at loysa málið til fyrimuns fyri børnini. Tað er so lætt hjá býráðspolitikarunum at játta pengar til ein graslíkisvøll til dømis, men her eru tey hvørki at høgga ella stinga [...] høvið til at útvega skúlanum víðkaðar umstøður. Tað er at misnýta sína ávirkan at tengja málini saman, men skúlaráðið og býráðið hava gloypt orðum skúlastjórans, verður sagt í kunningarskrivinum til lan [...] sum systkin fylgst alt teirra lív, í barnagarðinum, í frítíðini og í grannalagnum. Men stendur tað til Tórshavnar býráð og Venjingarskúlan fara vegir teirra í hvør sína ætt, tá ið skúlin byrjar eftir s