tilsamans, tveir vóru umborð í øðrum bátinum, og hinir umborð á hinum bátinum. Eg kom so heim í november í 1945 og fór yvir aftur at til jóla í 1946. Tá fór eg umborð á ein trolbát í Faksabuktini. Vit vóru 10 [...] gist eina nátt í Kangamiut. Og síðan í Napasok. Har varð flaggað fyri brúdleypi, so vit komu í brúdleyp. Seinni kom Føniks suður og útgerðin fekst í land. Sørvingarnir høvdu róð út i Tovkusak í 1939. Ein teirra [...] læra danir at fiska Í 1948 gekk eg eftir keiuni í Oyndarfirði. Eg hevði verið við »Sólbrún«, sum Jákup Andreas á Mýruni í Syðrugøtu førdi. Eg skuldi fara við aftur. Tá møtti eg Justines í Oyndarfirði, sum
upplivingum í Íslandi. Hann er ikki ólíkur beiggja sínum, Andrias, sum gjørdist 101 ára gamal. Andrias greiddi frá sínum lívi í eini longri røð, sum byrjaði í FF-blaðnum, og tá ið tað helt uppat, í Miðvikuni [...] Bakkafjørðinum í Íslandi. Í 1914, tá ið kríggið breyt út, komu teir heim orsaka av krígnum við ongum oyra í inntøku. Tá vóru sjey systkin, og tað yngsta var nýføtt. Tá var neyðarstandur í húsinum. Men eina [...] sær av við bátin. Í 1938 var Poli við “Merkur”, sum var ein deksbátur hjá teimum á Gørðunum í Vági. Reiðarin var Magnus Dahl, sum Poli dámdi sera væl. Poli var eisini við í 1939. Men í 1940 var hann ikki
koyggjur eru har frammi og tvær í salongini har afturi. Í skiparakamarinum er dupultsong, og síðan eru tveir benkur uppi í stýrhúsinum. Eigarin sigur, at báturin var faktiskt í sama standi, tá hann keypti [...] arkitektur. Foreldur hansara áttu hús í Klaksvík, sum familjan nú eigur, og her í kjallaranum hevur Ísak eina íbúð. - Eg búgvi umborð, men arbeiði í landi. Í kjallaranum í húsunum, sum foreldur míni áttu, havi [...] er í góðum standi, eins og dekk og brúgv eisini eru í besta standi. Maskinan, sum er ein Volvo Penta 250 HK, gevur bátinum eina ferð á umleið 8,5 míl, og maskinan er eisini í góðum standi. Býr í bátinum
beiggja, yvir í Ólastovu, har vit fingu stóra kamarið uppi á loftinum at sova í. Á náttborðinum lá ein 100 krónuseðil, sum var gávan frá mínum foreldrum. Eg hevði fingið ein snikkara í Havn at gera okkum [...] Tá í tíðini var tað ikki vanligt við telegrammum, men nøkur komu við kortum, har lukkuynski vóru skrivað í. Eftir vígsluna í kirkjuni hevði eg gloymt at fylgja góðan gamlan sið at geva eina gávu í kir [...] kom mær til hugs sunnumorgun. Eg fór tí í kirkju, og fekk lagt ein seðil í bússuna. Aftur gerandisdagur Brúdleypsferð var tá í tíðini eitt ókent fyribrigdi í Føroyum. Mánadagin var aftur gerandisdagur
Seinnpartin í gjár funnu tollararnir átta gramm av hassji uppi á einum manni, sum kom við flogfarinum Maðurin var ikki føroyingur men danskur ríkisborgari. Hann kom til Føroya, tí hann skuldi við einum [...] einum skipi. Revsingin fyri at smugla átta gramm av hassji var 1000 krónur í bót.
gíslarnar sundur, so nakrir eru umborð á einum skipi og hinir uppi á landi. Sambært somaliska útvarpinum Bar-kulan eru tríggir av gíslunum umborð á einum skipi, sum liggur úri fyri somalisku strondini nærhendis [...] nærhendis bygdini Bayl, og hinir fýra eru fluttir í land á Hafan-strondini. Sambært útvarpsstøðini var tað ein miseydnað roynd at fría gíslarnar, sum fekk sjórænararnar at skilja gíslarnar sundur. Teir sjey [...] sjey danirnir, teirra millum tríggir tannáringar, vórðu tikin í Indiska Havinum tann 24. februar.
stavar frá seglbátinum. Paul Watson sigur við Dagblaðið í morgun, at tey helst bara fara at leita í dag aftrat. - Hetta er triðju ferð, at vit við skipi og tyrlu leita økið aftur og fram, har tey seinastu [...] meining í at leita økið runt fjórðu ferð, tí vit hava leitað á hvørjum fermetri á leiðini, sigur skiparin á Steve Irwin við blaðið. Tá bjargingarbáturin varð funnin í gjárkvøldið, var eingin í honum, og [...] á Steve Irwin nú eisini funnið ár og vatnfløsku. Tað var í gjárkvøldið, at skipið hjá Paul Watson ? Steve Irwin ? fann ein tóman bjargingarbát í Suðuríshavinum, har norski seglbáturin Berserk eftir øllum
Í sambandi við skránna fyri Torradagar í Klaksvík, hevur Dragin opið skip frá klokkan 16-19 fram til 19. februar. Í morgin leygardagin verður borðreitt við ?stormsúpan?, sum vanligt plagar at vera á torradøgum [...] ? júst sum í gomlum døgum, sigur Dávur Winther. Og prátið í lugarinum gekk nú sum smurt. Sjálvur mintist Dávur eisini aftur á hina ferðina, hann var við Draganum undir Íslandi. Hetta var í 1972. Teir royndu [...] torradøgum. Heimildarmaður okkara í Klaksvík, Dávur Winther, var umborð á Draganum týskvøldið. - Menninir sótu eitt sindur hugsunarsamir undir keppi í stóra lugarinum. Messurin, Fisher, kom við kaffi, og
sleppa um ánna, men sum ikki kláraði at leypa. Eg helt tað vera synd í henni, so eg tók hana í føvningin og leyp uttan at fara í ánna. Hetta var abbi errin um, og tók tað sum eitt prógv um, at eg hevði [...] at eg gjørdist flovur av tí. Gott at liva í Porkeri Heima hjá okkum var sera smáligt og trongligt. Hetta var mamma als ikki von við. Í hennara barndómsheimi í Porkeri var ríkiligt við øllum, og var tað [...] vóru treingjandi. Soleiðis hevði tað verið í fleiri ættarlið. Abbi mammu var stórbóndi og livdi undir napoleonskríggini fyrst í 1800 talinum. Tá var ofta hungur í Føroyum, tí skipini sum skuldu koma til
Mohr, sum búði longri uppi í Skansabrekkuni. Tá fór pápi hagar at hjálpa til at bjarga tí, sum bjargast kundi. Pápi var rættuliga ovfarin av arbeiðskonuni har í húsinum. Hon var farin í ringasta veðri at hjálpa [...] Hon var enntá farin í buksurnar hjá Jens Mohr, sum hon hevði smoygt seg í, hóast tær als ikki passaðu. Slíkt, konufólk í buksum, hevði ikki verið sæð fyrr. Tað at hon tordi at fara út í hesum ódnarveðrinum [...] pápi Kára við Stein, sum í fleiri ár hevði grønlandstíðindi í Sosialinum. Kári hevur eisini uppkallað pápan. Hin Johan gjørdist seinni kendur sum skrivstovustjóri í landsstýrinum. Í hesum sama illveðrinum