Í sambandi við skránna fyri Torradagar í Klaksvík, hevur Dragin opið skip frá klokkan 16-19 fram til 19. februar. Í morgin leygardagin verður borðreitt við ?stormsúpan?, sum vanligt plagar at vera á torradøgum.
Heimildarmaður okkara í Klaksvík, Dávur Winther, var umborð á Draganum týskvøldið.
- Menninir sótu eitt sindur hugsunarsamir undir keppi í stóra lugarinum. Messurin, Fisher, kom við kaffi, og tá fór prátið á glið. Pole, Eyðun og Dorius løgdu kepparnar frá sær og settust at fáa sær ? júst sum í gomlum døgum, sigur Dávur Winther.
Og prátið í lugarinum gekk nú sum smurt.
Sjálvur mintist Dávur eisini aftur á hina ferðina, hann var við Draganum undir Íslandi. Hetta var í 1972. Teir royndu við hondsnellu uppi við Langanes. Tá var lívið lætt at liva, og alt var stuttligt og gott, tó at tað var strævið.
Emil Toftegaard úr Fuglafirði átti Dragan tá, og synirnir, Margar og Egil, vóru við.
Dávur Winther sigur, at bæði Dorius, Eyðun, Pole og ikki minst Fisher høvdu hópin at siga frá hendan týsdagin.
- Sera hugnaligt er umborð á hesum snotiliga skipi, sum nú er umbygt til skúlaskip, leggur hann aftrat.
Meðan heimildarmaður okkara var umborð á Draganum, kom Martin Olsen eisini umborð.
- Men hann hevði ikki stundir at snakka so nógv og drekka kaffi. Hann vildi sleppa aftur í maskinrúmið at skrúva. Eyðun tók keppin á høvdið og fór við honum, sigur Dávur Winther.
Dragin hevur opið skip alla vikuna frá klokkan 16 ?19, og leygardagin sleppa gestir so at royna frálíku stormsúpanina.