Donsku gíslarnir skildir sundur

Teir somalisku sjórænararnir hava nú skilt teir sjey donsku gíslarnar sundur, so nakrir eru umborð á einum skipi og hinir uppi á landi. Sambært somaliska útvarpinum Bar-kulan eru tríggir av gíslunum umborð á einum skipi, sum liggur úri fyri somalisku strondini nærhendis bygdini Bayl, og hinir fýra eru fluttir í land á Hafan-strondini.

Sambært útvarpsstøðini var tað ein miseydnað roynd at fría gíslarnar, sum fekk sjórænararnar at skilja gíslarnar sundur.

Teir sjey danirnir, teirra millum tríggir tannáringar, vórðu tikin í Indiska Havinum tann 24. februar.