Tikin við hassji

Seinnpartin í gjár funnu tollararnir átta gramm av hassji uppi á einum manni, sum kom við flogfarinum.

Maðurin var ikki føroyingur men danskur ríkisborgari. Hann kom til Føroya, tí hann skuldi við einum skipi.
Revsingin fyri at smugla átta gramm av hassji var 1000 krónur í bót.