hvussu ein mótahandil í eini býi, sum ikki beinleiðis liggur við alfaraveg, hevur møguleika at bera seg í dag. Fyri Kaju hevur hetta sína frágreiðing - og helst eisini sín fyrimun: - Tað kann væl vera, at [...] í Føroyum. Hvussu ber tað til, at ein slíkur handil hevur kunnað yvirlivað? - Ein má sjálvandi laga seg eftir tíðunum, og laga innkeypið eftir umstøðunum. Og so er ein eisini heppin onkutíð við innkeypinum [...] tí tað er so skjótt at koyra higar. - Nei, eg haldi ikki at vit liggja avskorin uppá nakran sum helst máta, sigur fryntliga handilskvinnan í Fuglafirði. Uttan steðg Mikudagur 3. mai 1978 var ein vanligur
og trolbátar, sum royna á landleiðini, bara eru limir í egnum feløgum, sum ikki eru limir í Føroya Reiðarafelag. - Limaskapur í Føroya Reiðarafelag er frívillugur – og ikki tvang, sum hann tekur til. [...] útaftur til fólk, sum læna seg út á sjógv. Hvar er inntøkugrundarlagið, sum skal bera alt hetta? - Okkum nýtist ein útflutning í mun til allan hendan innflutningin, og tað er einki, sum í løtuni bendir á [...] sáttmálanum millum feløgini. - Ein broyting er, at ymsu skipabólkarnir nú formelt peika á – ella innstilla - síni uppskot til nevndina í Føroya Reiðarafelag, men hetta er sum so ikki tann stóra broytingin
royni eg at vera so erlig yvir fyri mær sjálvari, yvir fyri mínum lívi og medmenniskjum, sum eg yvirhøvur orki og kann. Ikki minst tí, at alt mítt arbeiði krevur tað. Eg kann ikki verða ein annar persónur [...] hvørjir møguleikar liggja í vinnuni, hvussu vit fáa sum mest burtur úr. Tað endaði so við, at ein dagin stóðu tveir menn á gólvinum hjá mær, ein skoti og ein amerikanari, og heitti á meg um at skipa fyri eini [...] okkum ger, at vit eru rættilig snúin og sniðfundig. Vit eru so von við at vera so kontant, at skjóta ígjøgnum og kanska særir tú fólk við at vera so. Men hvussu kunnu vit annars koma inn til tað ektaða og
Missiónshúsi, ja, tá dugdi og kendi eg bara eittans ørindi. So eg stamaði bara mítt konfirmantaørindi fram, og settist aftur, greiðir Eyðun frá. ##med2## - Eg havi ein langan lista við góðum ørindum, og hugsi [...] Talan er um VILLADS ELBO BØGESVANG . Sum onkur helst beinanvegin dugir at rokna út, so er hann prestasonur, tí tað var júst pápi hansara, Henning Bøgesvang, sum fyri skjótt 39 árum síðani stóð fyri teirri [...] og í líka so nógvum førum havt sum uppgávu at geva hvørjum teirra sítt egna og persónliga ørindi. Og her hevur hon sína mannagongd, tá hetta skal gerast: - Ja, tá eg velji ørindi, havi eg ein langan lista
síðu er enn ein lummi, har hann kann hava tímatalvuna í. Og mín sann um ikki ein lummi er á vinstru síðu eisini. Í hesum lummanum er ein fløska, har saft kann latast í, so at Brandur kann sløkkja sær tostan [...] er jú eisini ein dagur og ein verð uttan fyri skúlan ella dagrøktina, sum Brandur higartil hevur gingið í. Í eini bygd, sum liggur oman móti sjónum og nær við ein djóraríkan Funningsfjørð, so er fjøran eitt [...] pennar í. Og so er eisini ein rúgva av litblýtantum, sigur Brandur. Men taskan inniheldur eisini annað enn tað. Ein lítil lummi er frammanfyri, og í hesum lummanum liggur ein mateskja, sum enn er innballað
ítróttarkvinnan sum spælir fótbólt við KÍ um summarið og hondbólt við Kyndli um veturin. Úr Gráasteini í Gundadal Alt tað, sum Randi kann minnast so hevur hon spælt fótbólt. Tað byrjaði, sum hjá so mongum øðrum [...] siga tað sum tað er, so er ikki altíð eins lætt hjá mær at fáa dystarvenjing, tí eg ikki altíð havi so nógv at gera í málinum. Men tá vit spæla móti B36, tá fái eg nógv burtur úr, tí liðini eru so jøvn. - [...] mál, har vit so sparkaðu saman. - Hetta dámdi mær sera væl, sigur hon. Ein slíkur vøllur var jú lítil í mun til tann vøllin, sum hon so við og við skuldi koma at kenna enn betri - Gundadal. Sum Randi gjørdist
glasbúri og verður eygleitt úr øllum heraðshornum. Eg kann ikki gera ein feil, so eru øll á gosi. Eg má ansa so væl eftir, hvat eg geri, tí fólk vita so ótrúliga væl, nær hetta og hatta barnið er uppskrivað [...] trivnaðin á stovninum, at ein ávís javnvág er millum kynini. Tað kann tykjast heilt órímiligt hjá foreldrum, at eitt barn sum er føtt í jan. 99 verður tikið fram um eitt barn, sum er føtt í okt. 98. Men fyri [...] útbygdir og ein stovnur er bygdur afturat. Øll foreldrini fáa boð í senn og tað er nærum sum at sleppa eini bumbu. Øll vita beinanvegin, hvør hevur fingið pláss og hvør ikki hevur. Hetta er so eldfimt, sigur
hann ikki tímur so nógv hóvasták. ?Frits er ikki so roksutur. Hann vil hava okkurt at henda, og so fer hann bara í gongd?, sum onkur segði. - Jú, tað er nokk rætt, sigur Frits. Eg havi ikki so gott tol við [...] skulu tora at seta mørk og lata vera við altíð at vera so fittir og lagaligir. Í øllum øðrum lívsins førum hava vit óskrivaðar reglur, sum øll laga seg eftir, tí tær eru ein sjálvfylgja. Soleiðis átti tað [...] myndamálið, sum goymir seg í teimum eldru bókunum. Tað nyttar onki bara at sita og petta setningar sundur og gera málsligar venjingar, har tú skalt seta einstøk orð inn. Málið er ein livandi vera, sum skal upplivast
sagt júst tað, sum hann ætlar - og júst so um hann ætlar. Kløkkaðist ikki Høgni er ein teirra sum er føddur deyvur. Hann veit, at nakað úti í familju hansara eru onnur, sum bera sama brek sum hann, m.a. brøðurnir [...] dámar væl tíðindi, so er tað hvørki serliga stuttligt ella áhugavert at hyggja eftir tíðindum sum eru daggomul. Er tað okkurt í tíðindunum sum tykist vera áhugavert, so biði eg ofta tey, sum eg siti saman við [...] skilja tað sum eg sigi. Tað vísir seg, at samtalan bara gongur, og at ein her heilt spontant fær úttrykt júst tað sum ein vil. Eitt dømi um, hvussu ymisk deyvamál og tungumál eru, er setningurin “Maðurin stendur
er tað altíð ein spurningur um, hvussu væl ungdómsarbeiðið verður skipað, soleiðis at ein kann hava nýggj fólk at taka við, tá onnur fella frá. Í hesum máli heldur Anna, at her kundi ein havt gjørt meiri [...] uttan stóvegis hóvasták - bara gjørt hetta av áhuga fyri felagnum, - og tað hava so nógv onnur gjørt eisini, og ikki minst saman við henni. Hesin áhugin hevur víst seg á so nógvar ymiskar mátar: Við at [...] nýggjur, men kom rættiliga fram, tá ein sonur hennara byrjaði at spæla við fótbóltsfelagnum. Sjálv hevði hon íðkað nakað av ítrótti, men so við og við var tað fótbólturin sum fekk fyrstaplássið, tá talan var