bíðilista at sleppa inn á røktar- og ellisheim. Men ein, sum hevur eitt ítkøligt uppskot til, hvussu tað ber til at bøta munandi um støðuna, er Signar Dam kommunulækni á Tvøroyri. Á landsstevnuni hjá J [...] trupulleikin at loysa tey komandu árini. Men tað tykist ikki sum um fíggjarlig, ella politisk orka er til at loysa henda ovurstóra trupulleika, sum bara fer at veksa í stórum. Í hvussu so er muna tey tiltøk [...] dýr tey eru í brúki, eru heimini á Sandi besta dømi um, har tað hevur gingið sera strilti at fáa ráð til at taka tey í brúk, helt Signar Dam. ? Tað er nevniliga serstakliga dýrt at ansa teimum gomlu á stovni
húsarhaldi millum kr. 10.000 og kr. 15.000 bara í tilfari til káplar og forsterkarar. Afturat hesum kom so niðurgraving og parabolskipan og útbúnaður til Rás Tórshavn og SvF, soleiðis at kostnaðurin hvørt húski [...] t.d. Norðasta Horn og Inni á Gøtu, at sera ring líkindi er hjá hvørjum húsi sær at móttaka bæði Rás Tórshavn og SvF. Tí varð eisini roynt at venda sær til býráðið um at fáa teir at gjalda part av hesum [...] viðlíkahald. Tað vil siga, at vit, sum hava verið atvoldin til, at bæði land og kommuna hava spart nógvan eyka pening við ikki at seta send-arar upp til m.a. hesi øki, nú skulu áleggjast eykaskatt afturfyri
-Vit eru noyddir til at taka hædd fyri føroyskum áhugamálum, og tí hava vit tikið fyrivarni í hesum málinum. Tað halda vit okkum hava fullan rætt til. Tað er gjørt við góðum grundgevingum í samráðinga [...] taka støði í teirra egna argumentatión sigur Edmund Joensen, løgmaður í eini viðmerking til málið. Stórar vónir til nýggju stjórnina í Bretlandi Løgmaður vónar annars, at tað fer at spyrjast onkur loysn [...] fundinum í september til tað útspæl teir komu við í juli! -Vit síggja soleiðis uppá hetta, at bretar hava signalerað, at partarnir skulu taka stór stig, sum eru neyðug fyri at koma til eina semju. Tey stigini
tí tey hava havt tíð og hug til tað. Men tí tey hava kent seg noydd til tað. Og tað er mark fyri, hvussu leingi tú kanst trýsta fólk til eitt arbeiði, tey ikki hava tíð til. Tí tá troyttast tú skjótt. [...] blíva verandi í fyrstu deild í ár. Og næsta ár eru vóninrar heilt avgjørt at fáa útlendskan venjara til Vágs. Kvinnuhondbólturin í Vági hevur mangan staðið í fremstu røð. Ikki minst táið vit høvdu útlendskan [...] vera ómetaliga trupult, tí Suðuroyggin er so langt burtur og ferðasambandið vánaligt og farleiðin ring. Góðar spælarar Annars heldur Kirsten Ludvig, at fáa tey útlendskan venjara, hevur hon góðar vónir
útlendingar stilla upp til kappingina. T.d. hava sviar ein, sum nevnist Marcello. Verður hann við í kappingini, verður ringt at gera seg galdandi, men hann hevur í seinastuni ikki stilla upp til norðurlendskar [...] luttøku í hesari kapping. Tá Búgvi verður spurdur um vónirnar til hesa kapping svarar hann heldur lítillátin, at tær ikki eru betri enn til aðrar kappingar. ? Tað velst alt um hvussu nógvir og hvørjir [...] kappingar, men hildið seg til tær sterkaru kappingarnar. ? Hinvegin hava altjóða kappingarnar, sum vit hava luttikið í, víst okkum, at hinir ofta ikki eru betri enn so, at tað ber til at gera seg galdandi,
tíðina børn, ið biðja um pening. Ringt er at siga nei, men tað er umráðandi at gera so, tí annars kunnu børnini fáa ta fatan, at tað er lættari at bidda enn at brúka tíðina til at fara í skúla og fáa eina útbúgving [...] Vit fóru so við einum, ið koyrdi okkum beint til tann dýra partin av Thamel, norðara býarpartin, har vit so vórðu slept inn a eitt hotell, ið var alt ov dýrt til okkum. Vit vórðu tó verandi her ta fyrstu [...] allir hippi¹arnir hildu til i 60¹unum og 70¹unum. Nepal er heimskent fyri sín ?fría³ hugburð mótvegis rúsevnum, hóast hesi eru bannað. Hetta gjørdi at hippi¹arar streymaðu til landið í Flower Power tíð-ini
Annars hevur tað verið sama veðrið at kalla alla vikuna. Men tað hevur ikki verið so ringt at sigla, sum tað hevur sæð út til av landi. Tað hevur passað seg so, at rákið hevur so gott, og tað hjálpir ónatúrliga [...] skuldi fara av Havnini á miðdegi í gjár, og norður aftur úr Suðuroy klokkan 14.30. Men veðrið var so ringt at fyrsta avlýsingin í vetur varð veruleiki. Ístaðin skuldi siglast suður aftur eftir vanligu fer
teimum ríku til. Teimum sterku. Teimum vøkru. Sælan hoyrir ikki teimum klóku og lærdu til. Teimum sjálvklóku og tryggu. Ella: Sælan hoyrir ikki so nógv teimum sjónligu til: Tí sælan hoyrir teimum til, sum vit [...] serligar kenslur, soleiðis leita um allahalguna tankar okkara til øll tey, vit syrgja um at hava mist, eisini børnini... Tað er altíð ringt at missa tey, sum á sín serliga og einastandandi hátt eitt stutt [...] og í albummunum... Tí hesa løtuna í Guðs húsi, har so mangt ósjónligt verður sjónligt. Komið til mín æt tað til øll, sum ganga undir tungum byrðum, sjónligum sum ósjónligum. Kirkjan er næstan frá sínum uppruna
sendingin eru um tíðina frá 1990-1992. Onnur sendingin er frá 1992 til partabrævabýtið í mars 1993. Og triðja sendingin er um tíðina til 1994 tá ið roynt verður at leggja lok á málið. Eftir ætlan skuldi [...] Men t.d. avdúka vit í sendingunum, at tað var ikki Den Danske Bank, sum fann uppá, og tók stig til, at sleppa av við føroyska dóttirbankan, Føroya Banka. Tað var formaðurin í Fíggingargrunninum, Richard [...] Richard Mikkelsen sum bað Den Danske bank sleppa sær av við Føroya Banka. Avleiðingin var ein rokning til føroyska skattgjaldaran uppá 1,2 milliard... Høgni Hoydal sigur eisini, at teir eru komnir eftir, at
40 tons, var upsi. Restin var toskur og hýsa. Pauli Poulsen, skipari á Grønanesi, sigur, at líkt er til, at væl av upsa er aftur á grunninum. Hvør orsøkin er, er ilt at meta um, men Pauli Poulsen ivast ikki [...] markið og nú eltir ætið norður yvir aftur. Pauli Poulsen sigur, at upsin, teir fingu, var hampuligur til støddar. Meginparturin lá um 55 cm, meðan nakað var oman fyri 70 cm. Hann sigur, at tað er væl av smærri [...] markinum. »Og tá vit vita, at upsi kann flyta seg eina hálvtannaðhundrað fjórðingar norðureftir, er ikki ringt at ímynda sær, at hann eisini fer suðureftir, tá ætið ferðast tann vegin,« sigur Pauli Poulsen, skipari