stuttligt." Í dag stóð Angela fyri barnaundirhaldinum á G! festivalinum, og er Angela sera væl nøgd. "Tað gekk ordiliga væl. Eini 300 fólk vóru og hugdu, so tað eri eg ordiliga glað fyri," sigur ein glað men [...] hald er vinstrahondsarbeiði, men tað er tað alt annað enn. Júst dagsins tiltaki havi eg arbeitt í eitt hálvt ár við." "Vit spældu ein sjónleik handlandi um Sigmund og Trónd. Teir báðir høvdingarnir máttu [...] vit teir so at enda," sigur Angela. "Eg elski at gera undirhald til børn. Tað er stuttligt, tá man sær, at børnini elska tað. Eg royni altíð at hava ein moral eisini. Í dag var tað t.d. tað at vera óvinir:
Hósvík: - Eg keypi faktisk allar mínar vørur her. Ein av trúføstu kundunum í handlinum hjá Birgit er Jytte Davidsen, sum upprunaliga er úr Suðuroy, men sum hevur búð í Hósvík í mong ár. - Jú, eg eri sera fegin [...] frá húsum og oman í handilin. Á innkeypslista hennara var døgurðin í dag, vikubløðini sum júst vóru komin inn um hurðina og síðani matur til hundin. - Í dag fari eg at borðreiða við bankikjøti, sigur Jytta [...] eingin handil var í bygdini. - So máttu vit bara plága onkran annan at koma við mær onkra aðrastaðni at keypa inn saman við mær. - Nei, tað er deiligt at kunna fara til handils her. Og eri her so at siga
- Eg eri bilsin av, at hon er farin úr flokkinum. Hon var ónøgd við valið, men tað vóru vit øll, so eg hevði ikki væntað hetta. Tað sigur Sólvit Nolsøe, formaður í Havnar Framburðsfelag, ið er lokalfelagið [...] einki um, at hon ætlaði at fara úr flokkinum. Eg visti einki, fyrr enn eg læs um tað í fjølmiðlunum, sigur Sólvit Nolsøe. Formaðurin í Havnar Framburðsfelag skilur ikki heilt grundgevingarnar hjá Anniku Olsen [...] undir við førda politikkinum síðstu átta árini, men sigur so í næsta setningi, at hon ikki kann standa inn fyri førda politikkinum. Har er ein andsøgn í tí, sum Annika sigur, ið hon má forklára. Eg sakni
vanlukkan í Svínagjógv nærhendis Saksun í gjár, har ein útlendingar lat lív, hevur blást nýtt lív í kjakið, um ferðavinnuna í Føroyum og hvørs tað er nóg trygt hjá ferðafólkum at ferðast einsamøll í føroysku [...] viðkomandi, ið lat í lív í gjár, ikki var eitt ferðafólk, men ein útlendskur plantufrøðingur, ið var saman við øðrum fakfólkum og kannaði umhvørvið. Á sosialum miðlum er kjakið heitt í løtuni, og ein teirra [...] ørindir í gjónni, við loyvi frá bóndanum, skrivar Guðrið Højgaard í viðmerkingini á Facebook, og leggur afturat. - Lat okkum halda okkum til fakta. Enn hevur einki “vanligt” ferðafólk latið lív í Føroyum
spæliháttinum hjá Argentina. Eg meti, at vit enn einaferð koma út í longda leiktíð, har Argentina vinnur til síðst við einum máli frá versoninum hjá besta fótbóltsleikara í HM endaspølum nakrantíð - Diego [...] positiva yvirraskilsi í hesari HM kappingini, koma vit ikki uttanum Kosta Rica og Kolumbia. Kosta Rica vóru endaðir í einum kanónbólki saman við: Onglandi, Italia og Uruguay. Bara tað í sær sjálvum, at teir [...] num við heili sjey stigum fyri tríggjar dystir, var ein sensatión í sjálvum sær. Í 1/8 finaluni bastu teir EM vinnarinum frá 2004 Grikkalandi. Teir vóru bara eina brotssparkskapping frá at koma í HM 1/2
arbeiðsmarknaðin í staðin fyri at halda leiðina á miðnámskúla saman við hinum floksfeløgunum. - Eg havi ongantíð gingið á nøkrum miðnámskúla, men hóast hetta eri eg nú flogskipari. Eg havi ongantíð verið [...] verið stinnur í teori, men við einum góðum vilja megnaði eg at koma gjøgnum rúgvismikla lesnaðin á flogskiparaskúlanum. Men at læra at flúgva var ongantíð nakar trupulleiki, sigur Jón Falkvard. [...] nýggja flogfelagnum: - Eg havi altíð viljað verið flogskipari, og tað var ein løtt avgerð at taka at fara á flogskiparaskúla, sigur Jón Falkvard. Tá Jón Falkvard varð liðugur í fólkaskúlanum, valdi hann
Rikke frá. - Í Danmark fór eg á universitet við sergrein í afrikonskum sangi, og eg havi givið út 3 bóklingar við afrikonskum sangum og í 1986 stovnaðu vit so Papya, sum er vokalbólkur við 18 sangarum. [...] næmingar eisini fáa lut í spennandi tilboðunum á skúlanum, sigur Rikke. Papya - Eg eri uppvaksin í Tanzania, har pápi mín arbeiddi fyri Danida. Eg var einasta hvíta genta á skúlanum og eg gjørdist hugtikin av [...] og arbeiði teirra í samband við Mandela Miðdeplinum í Danmark og við Papaya vokalbólkinum, ið syngur afrikanskar sangir, og sum ger tað so væl, at Papya fleiri ferðir hevur vitjað í Afrika og bólkurin
yrkingarnar í savninum eru um hann sjálvan. - onkrar eru meg sjálvan, sum eg havi skrivað, tá ið eg havi verið ónøgdur við eitt ella annað. Tær flestu eru tó sprotnar burturúr tankum, sum eg havi gjørt [...] út. Hann arbeiddi so miðvíst við at yrkja í eina tíð, og sum hann sjálvur sigur tað, so gekk tað við tí rúkandi ferð. Tað hálva árið frá november seinasta ár til mai mánaða í ár, skrivaði Rúni ikki færri [...] talan um ein ungan drong, sum gongur runt og er í døpurhuga. Hetta vísir hann tó aftur, tí eg gangi ikki runt og eri ónøgdur, sigur toftamaðurin. Arbeiðir við stuttsøgusavni Tað er ikki bert yrkingar, sum
matstovuvirksemið Frammi við Gjónna upp um tær 2.000 yvirskriftirnar. Høgni Reistrup, sum stovnaði undirskriftainnsavningina fyri fýra døgum síðani, fegnast um undirtøkuna. - Eg eri ovfarin av, at tað hevur [...] at fáa Koks at halda fram og fáa rættvísi í, sigur Høgni Reistrup, sum ikki keypir argumentið um, at matvirksemið ávirkar nærumhvørvið og náttúruna Frammi við Gjónna. - Grundgevingin er ein arbeiðsskúrur [...] at brúka bygningin. Skúrurin er gjørdur um til ein snøggan bygning í føroyskum sniði, og fyri alt nærumhvørvið og heildina sær tað í roynd og veru nógv betri út. So tann grundgevingin er púra absurd.
serliga tungt at siga farvæl við felagið, sum hann fyrstu ferð umboðaði við byrjan av hesum kappingarárinum. - Sjálvandi havi eg nógvar vinir í Runavík, sum eg mátti siga farvæl við. Men soleiðis er fótbóltur [...] fer fram allatíð, og tað má man bara taka við. Eg eri komin til Føroya fyri at spæla fótbólt, sigur Anderson. Les alla samrøðuna við Anderson Castilho í blaðnum í dag. [...] - Eg valdi at skifta til B36, tí her havi eg betri møguleikar at menna meg sum fótbóltsleikara. Eg haldi ikki NSÍ er nakað verri lið enn B36, slær brasiliumaðurin fast. Hann metir ikki, at tað er serliga