- At gerast flogskipari er einki lættisoppaverk

- Tú noyðist at geva teg 100% í lestrartíðini. Tað nyttar einki at fara á flogskiparaskúla, um tú ikki veruliga brennur fyri sakini, sigur 23 ára gamli flogskiparin, Jón Falkvard.

Fyri góðum ári síðan fekk 23 ára gamli Jón Falkvard úr Sørvági prógv sum flogskipari. Jón Falkvard gekk á flogskiparaskúlanum, Karlog Air, í samfullar 22 mánaðar og hevur síðan lokna útbúgving arbeitt sum flogskipari hjá Atlantic Airways. Nú nýggja flogfelagið Faroe Jet byrjar sína rutuflúgving, fer Jón Falkvard at royna seg sum flogskipari hjá nýggja flogfelagnum:
- Eg havi altíð viljað verið flogskipari, og tað var ein løtt avgerð at taka at fara á flogskiparaskúla, sigur Jón Falkvard.
Tá Jón Falkvard varð liðugur í fólkaskúlanum, valdi hann heldur at fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin í staðin fyri at halda leiðina á miðnámskúla saman við hinum floksfeløgunum.
- Eg havi ongantíð gingið á nøkrum miðnámskúla, men hóast hetta eri eg nú flogskipari. Eg havi ongantíð verið stinnur í teori, men við einum góðum vilja megnaði eg at koma gjøgnum rúgvismikla lesnaðin á flogskiparaskúlanum. Men at læra at flúgva var ongantíð nakar trupulleiki, sigur Jón Falkvard.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Strævin tíð
Jón Falkvard játtar, at tað er strævið at ganga á flogskiparaskúla, men heldur tað er ein fyrimunur, at flogskiparaskúlin hjá Karlog Air liggur so avsíðis:
- Eg kendi næstan ongan í Danmark, so eg hevði ikki fyri neyðini at halda frí í vikuskiftinum. Eg las út í eitt allar gerandisdagarnar og fleyg í vikuskiftinum, tá hini høvdu frí. Tað er heldur einki sum eitur frítíð á skúlanum  hvørki á jólum, páskum ella um summarið. Hetta tykist kanska ótolandi, men stóri hugurin eftir at flúgva drívur verkið, sigur Jón Falkvard við brosandi eygum og leggur afturat, at í lestrartíðini hevur ein hvørki ráð ella tíð til at dusa sær í býnum og annað, tí tað er dýrt at ganga á flogskiparaskúla.
Í lestrartíðini búði Jón á sjálvum skúlanum hjá Karlog Air í Sønderborg, og har hevði hann tað óført:
- Øll hjálptu og stuðlaðu hvørjum øðrum. Á skúlanum vórðu vit heldur ikki órógvað av nøkrum, og tað vísti seg veruliga, at tey, ið ikki búðu á skúlanum, kláraðu seg verri samanumtikið.
Hóast lestrartíðin var strævin, angrar Jón onga løtu, at hann fór á flogskiparaskúla:
- Eg elski at flúgva og mæli øllum, ið veruliga brenna fyri hesum, at fara á flogskiparaskúla. At byrja við pumpaði adrenalinið í kroppinum hvørja ferð, eg fór á flog. Men alt er ein vanasak, og nú nýti eg bara hvørja løtu í luftini, sigur Jón Falkvard at enda.