- Andsøgn í tí sum Annika sigur

Formaðurin í Havnar Framburðsfelag kendi ikki til avgerðina hjá Anniku Olsen.

- Eg eri bilsin av, at hon er farin úr flokkinum. Hon var ónøgd við valið, men tað vóru vit øll, so eg hevði ikki væntað hetta.


Tað sigur Sólvit Nolsøe, formaður í Havnar Framburðsfelag, ið er lokalfelagið hjá Fólkaflokkinum í Havn.


Mánadagin hevði felagið fund, har løgtingsvalið varð eftirmett. Annika Olsen var á fundinum tá, men gav ongar ábendingar um, at hon var so ónøgd, at hon ætlaði at stinga í sekkin.


- Mánakvøldið høvdu vit eftirmetingarfund í Havnar Framburðsfelag, har vit viðgjørdi støðuna, tí at flokkurin hevði stóra afturgongd í høvuðsstaðnum. Tá vóru vit øll ónøgd við úrslitið, men tá nevndi hon einki um, at hon ætlaði at fara úr flokkinum. Eg visti einki, fyrr enn eg læs um tað í fjølmiðlunum, sigur Sólvit Nolsøe.


Formaðurin í Havnar Framburðsfelag skilur ikki heilt grundgevingarnar hjá Anniku Olsen og saknar, at hon nágreinar tað, ið hon skrivar.


- Hon skrivar, at hon hevur tikið undir við førda politikkinum síðstu átta árini, men sigur so í næsta setningi, at hon ikki kann standa inn fyri førda politikkinum. Har er ein andsøgn í tí, sum Annika sigur, ið hon má forklára. Eg sakni eisini, at hon nágreinar tað betri, tá hon sigur at tann liberali vongurin fall. Hvat meinar hon heilt ítøkiliga við tí.