virki í Aberdeen, sum gjørdi patrónir til bretska herin. Eftir kríggið, tá ið Martin var ársgamal, fluttu tey heim til Tvøroyrar, har tey búsettust í Kirkwall. Tað var konan, sum setti trumf á fyri at flyta [...] fór hon ikki avstað aftur. Tað endaði so við, at pápin fór heldur ikki avstað aftur, greiðir Martin frá. Og sostatt hevur hann búleikast á Tvøroyri síðani. Ella tað er kanska nakað nógv avgjørt at siga, [...] kortini sum útróðrarmaður í Grønlandi, tí hann róði í fleiri ár út har yviri, og hann hevur greitt frá sínum virki í Grønlandi bæði í útvarpi, sjónvarpi og í bókarøðini hjá Jógvani Arge. Martin minnist
eisini vitjað hana og Louis Helt. Vildi geva føroyingum bókina Fyrr í ár kom teldupostur frá Dorte Weiss við boðum frá Louis Helt, at hann vildi lata upprunahandritið hjá Onnu Evensen til Føroya. Hetta merkir [...] søgufróðum er hetta ógvuliga áhugavert, tí her er ein fyrstahondsfrásøgn frá eini kvinnu, sum er fødd í 1841. Tað eru neyvan nógvar frásagnir frá hesi tíðini, skrivaðar av føroyingum. Anna giftist við prestinum [...] Havn og frá øllum hesum plássum eru sera áhugaverdar frásagnir um gerandisdagin hjá fólki og um forvitnisligar hendingar. Men at vera prestur í Føroyum var ógvuliga strævið. Ferðast skuldi jú frá kirkju
og Poul børnini Eyðun, Zakarias, Sølvá, Hanus og Mourits. Tá Eyðun tók við garðinum í Sølgørðum, fluttu hon og Poul í 1965 til Hoyvíkar. Poul var systursonur hoyvíksbóndan Mourits Mohr, sum var giftur [...] og kom hetta í lag, hóast Poul tá nærkaðist teimum 60. Tey settu tó ikki búgv í bóndahúsunum, men fluttu inn í barnaheimið hjá Elsebeth Christinu. Har hildu tey fram við at arbeiða eins og fyrr. Poul røkti [...] heima á Garði. Elsebeth Kristina fór hvønn morgun heim at mjólka, og mong vóru tey, ið fingu mjólk frá teimum. Tey lótu garðin til Hanus í 1974, og tá fóru kýrnar niðan á Vatnaskarðar, men Poul helt fram
var sjómaður, til hann legðist uppi og fór at smíða. Hann fekst við timburarbeiði, til hann legði frá sær fyri aldur. Ein maður, sum hevur siglt øll síni bestu ár ? og sum sigldi øll stríðsárini, hevur [...] eksploderaðu. Søren sigur, at amerikansk herskip, sum vóru har á leiðini, komu teimum til hjálpar og fluttu særda oyndfirðingin til Reykjavíkar. - Skipið lak nokso illa, og vit noyddust inn á Seyðisfjørðin
sum lýsir hvussu Singapore sá út fyrsta morgunin í januar í ár, seks ár eftir at Poula og Jústinus, fluttu heim aftur: 8. januar 2006. Beinini eru so hovin, at tað er ikki meira, enn tey ganga niður í skógvarnar [...] eru komin til Singapore, ein hálvan tíma seinni. Eg seti klokkuna tímarnar fram, meðan vit koyra inn frá floghavnini til Allson hotel í Victoria Street. Tíðarmunurin ella jetlagið ger um seg. Vit leggja [...] Nú eru vit aftur. Eg kenni henda býin so væl. Starvaðist í donsku sjómanskirkjuni í hálvt triðja ár frá 1996-1999 júst í hesum býi og var í hvørjum króki hesa tíð. Eg vendi mær nakrar ferðir og farið síðan
á. – Eg havi átt teir leingi. Fekk teir frá svigermammuni, fyrst eg kom til Skopunar og hon hevði havt teir leingi. Teir eru gamlir og blomstra á hvørjum ári frá oktober, sigur Katrina. Hon hevur nakað [...] Nei, hetta er slett ikki tað, vit hava avtalað. Eg sá fyri mær ein lítlan hugnaligan bygning leysan frá kommunuskrivstovuni. Nú er alt saman bygt, og so stórt! - Her eru alt for nógv vindeygu. Hetta er [...] Rasmus hjá Sigurdi, sum kemur við einum posa av nýupptiknum bláreyðum eplum, sum hann hevur fingið frá einum av bóndunum í Trøðum. Rasmus og Daniella kennast væl og verða stundir, skulu vit inn til tey
á. – Eg havi átt teir leingi. Fekk teir frá svigermammuni, fyrst eg kom til Skopunar og hon hevði havt teir leingi. Teir eru gamlir og blomstra á hvørjum ári frá oktober, sigur Katrina. Hon hevur nakað [...] Nei, hetta er slett ikki tað, vit hava avtalað. Eg sá fyri mær ein lítlan hugnaligan bygning leysan frá kommunuskrivstovuni. Nú er alt saman bygt, og so stórt! - Her eru alt for nógv vindeygu. Hetta er [...] Rasmus hjá Sigurdi, sum kemur við einum posa av nýupptiknum bláreyðum eplum, sum hann hevur fingið frá einum av bóndunum í Trøðum. Rasmus og Daniella kennast væl og verða stundir, skulu vit inn til tey
– Jens Pétursson leiðir tey eldru, sum eru fleiri ár yngri enn hann, til og frá bilinum og til og frá Ørkini. Ein sannur “gentlemaður”. Hann er óvanliga væl fyri bæði fysiskt og mentalt í mun til sín aldur [...] ymisk størv. Hann arbeiddi í fleiri ár eftir pensjónsaldur. Maja og Jens búðu fyrst á Akureyri og fluttu síðan til Reykjavíkar. Síðani búði tey í Hafnarfirði, har Maja andaðist í 2007. Nýliga er Jens fluttur [...] Føroyska sjómansmissiónin hevur gjørt í Íslandi. Jens luttók á møtum á Sjómansstovuni í Skúlagøtu, heilt frá tí hon lat upp í 1958. Tá hann fór í land at arbeiða, gjørdist hann meiri virkin og sat í leiðsluni
og hevur bert hjálp til at keypa inn og eitt sindur til reingerð. Hon dugir eisini so væl at greiða frá, og minninum bilar avgjørt einki. Pápi Trinu var Jógvan Vitalis Samuelsen undir Húsinum í Lorvík, og [...] Lorvík. Trina er farin í skúla í 1915. Lærarin var tann tá nýggi lærarin Andrias, sum var ættaður frá Gjógv, og hann búði fyrstu tíðina hjá teimum. Hann gjørdist seinni kendur sum “gamli lærari” í Lorvík [...] skuldu hann berast niðan í bøin at brúka sum tøð. Undir fyrra heimsbardaga fekst einki korn uttani frá, og tí mátti korn veltast. Tey høvdu eisini sornhús, har kornið varð turkað, áðrenn tað var malið.
tónleikarar, greiður Terji frá. ? Daman og sonurin rýmdu úr húsunum í tvær vikur, meðan vit fluttu inn í stovuna at venja sangirnar. Frammanundan hevði eg greitt tónleikarunum frá, at eg var opin fyri øllum [...] Nógv søgdu í hvussu er, at konsertirnar vóru framúr góðar, men at fløgan nyttaði einki, greiður Terji frá. Útgávan seldi beinanvegin eini 600 eintøk, men eftir konsertirnar gekk meira enn eitt ár, áðrenn sølan [...] við sína egnu fløgu saman við Føstufressum, hevði hann verið við í Frændum. Hann var við á Frændur 2 frá 1986, og í 1988 hevði hann sentralan leiklut á útgávuni 80?ini. Eftir at 80?ini var komin út fór Terji