95 ára gamla Daniella upplivir barnadreymin

Ein 95 ára gomul kvinna úr Havn hevur givið heimbygdini Sandur bygningin til eitt bókasavn og hennara privata bóka­savn, sum telur túsundtals bøkur. Nýbygda bóka­savn­ið varð hand­að kommununi fríggja­dagin, og almenna hátíðarhaldið, tá ið bókasavnið verður tikið í nýtslu, verður eftir ársskiftið

Klokkan er fimm minuttir í sjey um morgunin. Undirritaði avheintar Daniellu Olsen uttan fyri heim hennara í Gundadali. Vit skulu suður at síggja nýggja bókasavnið, nú byggifelagið Articon er liðugt við arbeiðið. Vit eru á veg suður á Sand, at skoða barnadreymin hjá Daniellu, ið nú er veruleiki. Vit bæði hava kent hvønn annan í mong ár. Vit hittust fyrstu ferð i 1983, tá var hon eisini ein eldri kvinna, 70 ára gomul.

Hon stendur í túninum og hyggur niðan á heimið, sum hon keypti einaferð í fimmtiárunum. Hon hevur selt Tórshavnar Kommunu húsini fyri tvær milliónir krónur við tí treyt, at hon sleppir at búgva í teimum so leingi hon orkar. Lívsdagurin er við at styttast, hon er fødd í 1913 og er 95 ár í dag.

– Tað eru pengarnir sum komu burtur úr søluni av hesum húsunum, sum í dag verða brúktir til at byggja bókasavnið á Sandi. Jens Marius Poulsen á býráðnum, sum hevði við søluna at gera, spurdi meg, hvar hann skuldi flyta pengarnar. Eg segði við hann, at hann skuldi flyta teir beinleiðis til Sands kommunu. Nú eri eg spent at síggja hvussu nýggi bygningurin sær út. Palli Gregoriussen hevur teknað og hann dugir síni ting. Stjórin á byggifelagnum Articon Jón Danielsen, er uppvaksin í Trøðum og er av góðum slag, og so ikki at forgloyma hevur hann eisini røtur í Húsavík, og har er hegnið, sigur Daniella, meðan vit koyra oman móti Gomlurætt og Teistin stútar móti tí seinasta av eystfallinum uttanfyri í Hestfirði.

Skelkað

- Nei, hvat er hetta, sigur Dani­ella, tá ið hon sær nýggja bókasavnsbygningin. Hetta hava vit ikki avtalað. Og Jesu navn hetta er stórt. Hvar er Páll, hvar er Palli? Hvat er tað teir hava gjørt. Nei, hetta er slett ikki tað, vit hava avtalað. Eg sá fyri mær ein lítlan hugnaligan bygning leysan frá kommunuskrivstovuni. Nú er alt saman bygt, og so stórt!

- Her eru alt for nógv vind­eygu. Hetta er alt for ógvusligt. Nei hetta er ikki gott,sigur hon. Og síðan fer hon at deila borgar­stjóran og seinni eisini arkti­tektin, sum standa sum slignir á nevið, meðan sólin skínur uttanfyri.

Og nú standa vit uttanfyri. Daniella frammanfyri bókasavni­num, sum er hennara barna­dreymur og sum hon hevur givið bygdini. Hon er ikki so grum meira. Hon lýsnar í andlitinum, meðan veika vetrarsólin skyggir í foyrunum og í eygunum í reyðu ullintu topphúgvuni.

– Hetta er ikki so galið allíka­væl, sjálvt um tað slett ikki er tað eg ímyndaði mær. Tað er eisini nýggja tíðin. Eg eri konservativ og havi altíð verið tað, deiliga konservativ. Og bókasavnið er heldur ikki bygt til mín, men til nútíðina og unga fólkið vil hava tað soleiðis. Eg má heldur fara at siga tað við Páll og Palla, hetta er slett ikki so galið, sjálvt um eg ikki eri nøgd. Bara tey sum fara at brúka bókasavnið er nøgd, so verið eg glað, sigur Daniella og spyr meg hvat eg haldi. Eg royni at siga okkurt, men hoyri­apparat­ið spælir henni eitt puss í morg­un, og hon hoyrir ikki. Antin skrólar tað ella hoyrist einki. Tað er ikki til at stilla inn, sigur hon. Vit ganga oman aftur móti bókasavninum og har hitta vit Rasmus hjá Sigurdi, sum kemur við einum posa av nýupptiknum bláreyðum eplum, sum hann hevur fingið frá einum av bóndunum í Trøðum. Rasmus og Daniella kennast væl og verða stundir, skulu vit inn til tey eisini seinni.

Daniella gongur og hyggur seg um í nýggja bygninginum, sum hon er upprunin til. Hennara tvær milliónir útloysa tvær milliónir úr landskassanum og Sands Kommuna hevur lagt eina millión í rúgvuna og burtur úr tí fæst eitt nýmótans arkitektteknað bókasavn, sum stendur mát til krøvini frá Mentamálaráðnum, og sum gleðir Daniellu, hóast hon ikki rættuliga hevði hugsað sær, at tað kom at síggja soleiðis út.

– Og sum her er fínt, men nei, soleiðis høvdu vit ikki avtalað, og eru tey ungu glað fyri tað, so eri eg eisini, mutlar hon.

Aftur á slóðina

Daniella hevur privatsjaffør í dag og tað ger hon gagn av. Hon dirigerar og eg koyri. Vit skulu niðan í Horn, har Daniella er uppvaksin. Hon eigur eini hús har, sum hon keypti á eini uppboðssølu í fimmtiárunum. Húsini liggja avsíðis og vit fara til gongu niðan gjøgnum váta velta lendið.

– Her vaks eg upp. Hon peikar á toftirnar av garðinum í Horni. Húsini eru fyri langari tíð síðan avtoftaði og húsini hjá Daniellu, sum standa skamt frá, eru bygt tíðliga í seinastu øld. Tað var skyldmaður Daniellu, Rasmus í Horni, sum bygdi tey. Daniella hyggur seg um, nú vit eru komnir niðan til portrið. Allarhelst ger lívssøgan eitt rend gjøgnum hennara hugaheim nú og hon sær øll barnaárini fyri sær í einum splitsekundi. Hon sær álvarsom út í andlitinum meðan hon hugsar hart og eg hoyri einki annað enn kalda landsynningin og veika ýlið í hennara hoyriapparati hendan dagin í triðju vikuni í advent.

Mamma Daniellu, Katrina í Horni giftist ongantíð.

– Mamma fór niður í 1919. Hon skuldi niður á háskula, tað var beint eftir fyrra heimskríggj og hon kom ongantíð heim aftur. Eg minnist væl dagin, tá ið hon fór. Vit fylgdu henni inn á Grind, sum er nakað innanfyri Todnes og síðan fór hon til gongu og vit fóru út aftur í Horn. Hon kom aftur seks ár seinni í 1925, men tá treivst hon ikki í Føroyum.

– Hjá mær var omman alt, og hon doyði longu, tá ið eg var fimm ára gomul. Hon fekk kreft og tá ið tíðini gingu tað sjáldan meira enn tvey ár eftir at fólk gjørdust sjúk, so doyðu tey Síðani vaks eg upp saman við mostir míni í Horni. Hon var ikki so nógv ár eldri enn eg. Abbi mín hevði eisini stóran týdning fyri meg. Hann vakti mín áhuga fyri sjónleiki. Tað var eitt ríkt mentanarlív á Sandi, tá ið eg var barn, vit høvdu so góðar lærarar, prestar og læknar. Abbi doyði tá ið eg var átta ára gomul, og tað var ein smeitur, sigur Daniella, meðan vit standa inni í lága køkinum í frítíðarhúsi hennara í Horni. Her er kalt inni og nógv fólk hava húsast her undir trongum umstøðum seinastu øldina.

Ein barnadreymur

– Eg havi altíð droymt um eitt bókasavn á Sandi og tað var Sigvald Djurhuus, lærari og ættaður úr Kollafirði, sum vakti mín áhuga fyri bókum. Hann var útbúgvin úr Danmark, og kom heim aftur til Føroya við nógvum nýggjum hugskotum. Hann var tað vit i dag kalla fyri ein modernaður lærari. Hann hevði eitt lítið bókasavn í skúlanum og vit sluppu at læna bøkur við heim. Hann var ógiftur, tá hann kom til Sands og giftist við Kristinu í Koytu. Síðan tá havi eg havt stóran áhuga fyri bókum og eg gleðist yvir, at heimbygdin nú endiliga fær eitt bókasavn, hóast tað kemur mong ár ov seint, sigur Daniella, meðan vit koyra norður móti Skopun.

Vit hava koyrt runt við jóla­gávum. Fyrst út á Grótteigar og síðan niðan til systkinabarnið Hjørdis, sum er deyð fyri langari tíð síðani. Har byr hennara sonur Alti og hansara familja og nú standa vit í túninum hjá Kathrinu Lognberg í Skopun, sum er nakað yngri enn Daniella. Tað eru 60 ár síðani hon giftist av Argjum til Skopunar og tær hava kenst leingi. Katrina hevði búð hjá mammu Daniellu, tá ið hon hevði verið niðri sum ung.

– Tað er vælsignað, at vit báðar sluppu at síggja hvørja aðra aftur, sigur Katrina við Daniellu og tær seta seg báðar at práta hart í køkinum, meðan nýkók­aðar kleynum og søtt te fer niður um. Í gongini standa tveir november­kaktusar og blóma við reyðum blómum og lýða á.

– Eg havi átt teir leingi. Fekk teir frá svigermammuni, fyrst eg kom til Skopunar og hon hevði havt teir leingi. Teir eru gamlir og blomstra á hvørjum ári frá oktober, sigur Katrina. Hon hevur nakað milt yvir sær og mildheitin kemur serliga týðuliga fram, tá ið Daniella gerst ivrig í prátinum og bítur frá sær.

Lívið í oysregni

Og ferðin er við at koma at enda. Vit standa í góðari tíð niðri í bíðirøðini í bilinum meðan Teistin er onkustaðni uttanfyri. Her er stormur og oysregn og Daniella fortelur kut úr lívssøguni, meðan vátir skopun­ingar ganga hálvrennandi framvið.

– Eg fór til Havnar á háskúla í 1930 og var á húsholdningsskúla í 1931. Í 1932 fór eg á lærara­skúla og tók prógv í 1935, men tá vóru ringar tíðir og ómøguligt var at fáa arbeiði. Eg var arbeiðsgenta hjá Jens Paula í Dali. Í 1936 fór eg niður. Har kom eg saman aftur við mammu. Vit búði ikki saman beinanvegin. Men seinni fluttu vit í eina íbúð saman. Eg tók studentakursus og í 1939 fór eg á universitetið til hægri lesnað. Eg læs týskt sum høvuðsfak, eg læs eisini enskt og danskt. Eg arbeiddi eisini meðan eg læs. Eg fekk starv á Berling­aranum og var á redaktiónini hjá Friis, har eg tókst við ymiskt skrivstovuarbeiði. Hetta var ein sera spennandi tíð, sigur Daniella.

Daniella var niðri øll krígsárini og kom heim aftur til Føroyar í 1952. Tá var hon cand. mag í týskum og enskum Hon tekur til hvussu gott samanhaldið var millum føroyingar niðri undir krígnum.

– Mamma var í øðini, tá ið eg fór heim aftur, men heim vildi eg. Eg veit ikki um tað var rætt, eg var í hvussu er yvirkvalifiserað bókliga til læraraarbeiðið í fólka­skúlanum tey fyrstu mongu árini. Her var einki annað arbeiði, sigur Daniella. Hon byrjaði sín lærara­gerning í real og mellemskolen í Klaksvík. Fór síðan til Havnar, har hon var lærari á Studenta­skúlanum, seinni á Lærara­skúlanum og í kvøldskúlanum.

Einaferð í januar verður almenn móttøka, tá ið bókasavnið hjá Daniellu alment verður tikið í nýtslu.

Daniella hevur privatsjaffør í dag og tí er lagamanni at fara í keypsamtøkuna í miðbýnum til handils, áðrenn koyrt verður aftur niðan í Gundadal, har ketturnar bíða spentar eftir mammuni og kettumati.