dag trivaligar sigrar á heimavølli. FC Suðuroy hevði vitjan av teimum næstbestu hjá AB, sum fóru norður um aftur við 5-0 tapi,ið ber við sær, at AB nú er niðast á støðutalvuni. Búi Egilsson og Mamuka skoraðu [...] skoraði Velerian Iobashvili. Giza/Hoyvík hevði vitjan av B71, sum fór suður um fjørðin við 4-1 tapi, hóast tað eydnaðist at halda tørn um málleysan javnleik í fyrra hálvleiki. Fyrrverandi B71 spælarin í Giza/Hoyvík [...] staðfesti 4-1 sigurin. Johan Hendrik Lydersen minkaði um munin fyri B71 til 2-1. Við 1-0 sigri á heimavøllinum í Leirvík ímóti HB lyfti Víkingur seg upp um niðurflytingar strikuna. Einsamalla málið skoraði
vóru fyrireiking til víðari lestur. Eg var ikki í iva um at velja málaraskúlan og grafikk. Har vóru góðir møguleikar fyri at mennast. Minnist ikki um eg tá burturav ætlaði mær at virka sum listakvinna, men [...] útbúgving av Kongliga Akademiinum í Keypmannahavn, burturav arbeitt við list. Í kjallaranum við útsýni Norður á Dal hevur hon atelier. Har standa hópin av málningum og á stafelinum, sum abbi hennara hevur átt [...] sum sett verða á stovn. - Listaráðini eiga at verða raðfest líka høgt. Stórt framstig er tað eisini um listafólk fáa betri atgongd til atelier, men sum skilst er ætlanin at samarbeiða við kommunurnar á
Tað eru ikki bara suðuroyingar, ið fara norður um Suðuroyarfjørð at halda ólavsøku. Nógvir norðoyingar eru komnir til Suðuroy at halda frí, nú ólavsøka er Kunningarstovan á Tvøroyri sigur við Suðuroyarportalin
nýggjur, men talan er tó ikki um nýggjar sangir, sum eru skrivaðir til leikin. Heldur er talan um eitt breitt úrval innan føroyskan tónleik. Og tó at allir sangirnir ikki ganga um sama evni, so er kortini [...] Talan er um imponerandi verk, nú nýggjur sangleikur er at síggja í Norðurlandahúsinum. Leikarar eru næmingarnir í innskúlingini hjá Kommunuskúlanum – t.v.s. næmingarnir, sum ganga í 1. til 4. flokk [...] ígjøgnum allan leikin. Sjálvt heitið vísir til veruleikan um, at tað ofta er ein kongur í skúlagarðinum, men hinvegin snýr leikurin seg eisini um, at øll eru góð á hvør sín hátt. Happing, tíðartrotið
síðani fingu eigararnir av 62º Norður, sum eigur kaffi- og matstovuna í Floghavnini í Vágum, at vita, at skeinkiloyvið, ið teir søktu loyvisnevndina um, verður játtað. Talan er um tað minna loyvir, sum merkir [...] sleppa avstað, orsakað av mjørka og veðrinum annars. Spurdur um hetta merkir, at matstovan fer at halda longri opið, sigur stjórin í 62º Norður, at tað væntar hann. - Hetta fer at geva okkum møguleikar fyri [...] loyvi at skeinkja løgir sterkari enn heitvín, ið liggur á leið 22 prosent. Altso verður bert talan um øl og vín og ikki brennivín. - Vit síggja hetta sum eina heilt natúrliga menning, at vit nú fáa loyvi
tilsamans 4.076 yvirlitstrolstøðir á føroyska landgrunninum, 1.478 um várið og 2.598 um heystið. Við støði í hesum kanningum ber til at staðfesta, um fiskurin undir Føroyum hevur flutt seg seinastu árini. Frá [...] 1994-2008 hevur toskurin á landgrunninum týðiliga flutt seg eystureftir um várarnar. Hendan broyting sæst tó ikki hjá toskinum um heystið. Meðan tann stóri kongafiskurin hevur flutt seg á djúpari vatn og [...] ritgerðini verður spurningurin reistur, hvussu støðan er undir Føroyum, og um útbreiðslumynstrið hjá fiski eisini er broytt um okkara leiðir? Hetta vildu Hannipoula og Helga Bára finna út av í sínum kanningum
Hvørja ferð tær flestu kommunurnar í Suðuroy hava tekniskar trupulleikar av týdningi, noyðast tær norður um fjørð fyri at fáa teir loystar. Vágs Kommuna er nevniliga einasta kommuna í oynni, sum hevur verkfrøðing [...] ein tvørleiki, at ongin er í oynni. Borgarstjórarnir í oynni hittast av og á at tosa leyst og fast um ymisk viðurskifti í oynni. Og á einum av hesum fundum varð trupulleikin, at oyggin er so illa stødd [...] , men ongin søkti. Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at kommunurnar eru tí samdar um at søkja eftir verkfrøðingi í felag. Hetta verður ein verkfrøðingur, sum allar kommunurnar skulu brúka
luftdálking frá skipum, sama um hesi sigla úr Suez-veitini og inn í Miðjaðarahavi, ella um tey sigla framvið evropeiski strondini, inn í Norðsjógvin, Eystrasalt ella leggja leiðina norður í Norskahavið ella yvirum [...] skulu lúka strangastu krøv hjá IMO til forbrenning í motorum. Herdu krøvini fara at minka um luftdálkingina, betra um fólkaheilsuna og verja havumhvørvið í Arktis og Evropa. Umframt at svávulinnihaldið í [...] Føroyar hava tikið undir við einum uppskoti um at lýsa eitt nýtt útlátseftirlitsøki í Landnyrðingsatlantshavinum, ið skal avmarka luftdálking frá skipum. Á seinasta fundi í umhvørvisnevndini í Altjóða
døgum, fyri umleið 5000 árum síðani. Sjálvt um roynt var at geva mær viðgerð fyri mína sjúku, so hjálpti lítið. Orsøkin var stutt sagt, at viðgerðin bert fevndi um umráði, har eg føldi meg hava mest ilt, og [...] høvuðpínu. Skaðin sat djúpt í hálsinum / nakkanum, men av tí at nervarnir ganga harfrá og aftur um og niður um herðabløðini, fekk eg óteljandi viðgerðir við varmateppi og gnígging á staðnum, har mesta pínan [...] at hann visti um fleiri fólk, sum gingu við hesum breki, men onki var at gera við tað. Eg hugsaði mítt, men segði onki, tí eg visti, at antin ypti læknin bara øksl, ella bleiv hann óður, um eg nevndi Øivind
var sjálvur sloppin úr bilinum. Maðurin varð fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, men varð um kvøldið fluttur við Smyrli norður á Landssjúkrahúsið, har hann var innlagdur á intensivu deild. Kavarar vórðu boðsendir [...] Tað var klokkan 16.20, at alarmsentralurin fekk boð um, at ein maður fleyt lívleysur í bátahylinum á Tvøroyri. Politi og sjúkrabilur komu skjótt á staðið, men tá høvdu menn frá virkjum har nærhendis longu