Øivind lækni v. m.simon

Sum framhald av grein míni um skerpað eftirlit við læknum, og fyri at vísa týdningin av tí arbeiði, sum gerast kann, til frama fyri nógvar sjúklingar, vil eg hervið koma við mínari egnu sjúkrasøgu, og hví eg fór í viðgerð hjá læknanum Øivind K. Mathiassen

Fyri skjótt 30 árum síðani, kom eg út fyri ferðsluvanlukku sum kollrendi lívinum hjá mær og mínari familju. Í umleið 25 ár eftir vanlukkuna livdu vit eitt lív, sum eg ikki ynski, at nakar annar skal koma út fyri. Eg royndi stutt sagt alt, sum hugsast kann av viðgerðum, men lítil og ongin hjálp var at fáa, uttan eitt hav av heilivági av øllum handans slag. Eg fekk ymiskar diagnosur settar á meg, ein var so flott sum “posttraumatisk høvuðpína”, men hetta hjálpti bara ikki mær. Fyrst í 90. unum setti ein kendur fysioterapeutur á Argjum navn á mítt brek, og eri eg ómetaliga takksamur fyri, at funnið var fram til hetta. Piskesmæld ella koyrilsbrest hevði eg ikki hoyrt grett fyrr, og tá eg nevndi hetta fyri læknum o. ø., kendu teir tað heldur ikki. Løgið, tá hugsað verður um, at fyribrigdið við nakkaskaðum v. m., hevur verið kent rættuliga leingi í útlondunum. Ja heilt aftur til tíðina, tá góði gamli egyptin Imhotep var uppi á døgum, fyri umleið 5000 árum síðani. Sjálvt um roynt var at geva mær viðgerð fyri mína sjúku, so hjálpti lítið. Orsøkin var stutt sagt, at viðgerðin bert fevndi um umráði, har eg føldi meg hava mest ilt, og ikki sjálvt skaðastaðið. Í øll árini hevði eg ilt í nakkanum, rygginum og serliga niður millum herðabløðini, og harafurat kroniska høvuðpínu. Skaðin sat djúpt í hálsinum / nakkanum, men av tí at nervarnir ganga harfrá og aftur um og niður um herðabløðini, fekk eg óteljandi viðgerðir við varmateppi og gnígging á staðnum, har mesta pínan føldist, og hjálpti hetta sjálvsagt ikki. Tók kanska tey ringastu “symptomini”, men pínan kom skjótari aftur.

Fyri góðum 5 árum síðani fekk eg samband við læknan, Øivind K. Mathiassen, sum í Danmark er kendur sum “Piskesmældslægen”, av tí at hann, umframt at viðgera fyri flestu brek í sokallaðu bleytu kroppslutunum, eisini viðgjørdi fólk fyri koyrilsbrest, við frálíkum úrslitum. Hetta kollvendi aftur mínum lívi, men nú rætta vegin. Við fingrunum finnur hann staðið, har skaðin situr, og viðger harútfrá. Hetta var ein long og hørð process, við mongum niðurtúrum á vegnum, men alla tíðina tó við størri og smærri framstigum. Áðrenn hetta hendi, var eg vorðin so ringur, at tað bert var ein spurningur um tíð, nær eg heilt mátti gevast at arbeiða, og gerast fulltíðar avlamispensionistur. Arbeiðsplássi mínum beri eg størstu tøkk fyri teirra tolsemi. Eg bjóðaði Øivind lækna til Føroya at vitja, tí eg hugsaði, at kanska gekk onkur í Føroyum, við sama slag breki sum eg. Tíverri hevur tað víst seg, at rættuliga nógv fólk hava skaða í spongum, nervalagi og ikki minst hovnaðum musklum, sum t. d. kroysta pulsæðrar saman, og ger hetta, at blóðtilførslan til eitt nú heilan minkar, og man gerst troyttur og følir seg útbrendan v. m. Hesi, eins og eg, hava bert fingið at vita, at hasum mást tú bara læra at liva við. Nógv neyðars menniskju, sum føla seg totalt slept upp á fjall. Tey kenna seg ikki verða tikin fyri fult, og føla seg sum blakaði í hypokondaraleypin, har ringt er at sleppa burtur úr aftur.

Fyri umleið 2 árum síðani, datt eg úti í haganum, í arbeiðsørindum, og nakkin brast í vøllin. Eg gjørdist rættuliga ringur, og kom undir læknahond. Fekk trupulleikar við andadráttinum v. m., og fór til kanningar á Landssjúkrahúsinum. Okkurt var at síggja við øðrum lunganum. Eg nevndi hetta við Øivind, sum var staddur í Danmark. Hann grunaði beinanvegin hvar feilurin lá. Hann segði, at eg nokk hevði kleimt ein lítlan muskul aftan á hálsinum. Muskulin var síðani hovnaður, og trýsti á nervarnar, sum ganga niður til flagbróstið og stýra andadráttinum. Eg nevndi hetta fyri einum kommunulækna, og segði hann seg væl kenna til hetta. Segði eisini, at hann visti um fleiri fólk, sum gingu við hesum breki, men onki var at gera við tað. Eg hugsaði mítt, men segði onki, tí eg visti, at antin ypti læknin bara øksl, ella bleiv hann óður, um eg nevndi Øivind. Aftan á 2 viðgerðir hjá Øivind, var alt í lagi aftur. Onki Hokus Pokus, men gott gamalt læknahondverk, sum tíverri er við at hvørva her hjá okkum og í okkara grannalondum. Hetta er ikki nøkur sokallað alternativ viðgerð, sum Dimma valdi at kalla viðgerðarhátt hansara. Kanningar í skannaranum vístu nú, at lunganum onki bagdi. Fór eg í staðin til fysioterapi, so hevði viðgerðin nokk verið ein varmapúta á búkin, og út frá tí ástøði, hevði læknin nokk rætt, at ongin hjálp fekst fyri slíkt.

Eg nevni hetta ikki fyri at seta niður á læknar og viðgerarar í øllum vanligum viðurskiftum. Men tá ið tað kemur til skaðar í sokallaðu bleytu økjunum, t. v. s. slíkt sum ikki sæst í røntguni ella scannara, vísir tað seg, at teir í mongum førum standa púra óhjálpnir. Í røntguni sæst næstan bert beinagrindin, og er onki at síggja har, ja so fært tú bara at vita, at tær feilar onki fysiskt, so tað mugu vera sálarligir trupulleikar sum gera, at tú hevur pínu!! Men hvat við øllum, sum situr uttan á beinagrindini av musklum, spongum, nervum v. m? Hendan manglandi vitan hevur kanska sína grund, tí tann gamla útbúgvingin við fysiurgiskum læknum bleiv avtikin í Danmark fyri skjótt mongum árum síðani. Í staðin fyri at læknarnir sjálvir skuldu viðgera sjúklingarnar, fingu vit skipanina við fysioterapeutum o. ø. sum skuldu “behandla”, meðan læknarnir bert skuldu “diagnosticera” , sum tað so fínt nevnist. Síðani komu reumatologar, ella giktalæknar, men aftan á at Elin Mørkøre, yvirlækni, fór frá fyri aldur, er mær vitandi ongin lækni settur í føroyska heilsuverkinum, at taka sær av slíkum sjúklingum. Fysioterapeutar hava heldur ikki somu kompetancu sum læknar, at viðgera sjúklingar, har skaðar t. d. sita djúpt ella nær mønuni v. m.

Nú skuldi man trúð, at ein slíkur sum Øivind, bert fekk vinir og tøkk av slíkum vælgerðum. Men tíverri vísir tað seg, at hann hevur nógvar fíggindar, sum ynskja hann niður við nakkanum. Men sannleikin kann ongantíð tigast í hel, ella sigrast á við lygnum. Í staðin fyri at fara eftir bóltinum, verður heldur farið eftir manninum. Í dag skulu vit øll vera so vælsignað eins, og ikki skal vera pláss fyri einum slíkum einara – genii – sum hevur vígt lív sítt til tænastu fyri tey, sum eru uppgivin av tí etableraða systeminum. Ongin lækni, heldur ikki Øivind Mathiassen, kann hjálpa øllum fyri alt. Men hann er ikki bangin fyri, at vísa til aðrar serlæknar, tá brekini eru uttanfyri hansara øki. Hevði tað mótsatta verið galdandi, hevði hetta gagnað mongum sjúklingi, bæði við at sloppið av við pínuna, at kunna verið á arbeiðsmarknaðinum, og ikki minst, fingið økta lívsgóðsku.

Tað er ikki til stuttleikar, ella fyri at raka nakran, at eg skrivi hetta, men bert fyri at vísa á tann stóra tørv á hjálp hjá fólki, sum bert eru kveistrað til síðis við orðum sum: “ hasum finst ongin hjálp fyri, og hasum mást tú bara læra at liva við” , og at hetta ikki neyðturviliga, er tann ævigi sannleikin hjá hesum sjúklingum.

Til fysioterapeutar o. a. vil eg bera hesa heilsan: Latið ikki stoltleika og øvundsjúku fáa yvirhond. Heitið á Øivind um ráð og vegleiðing, tá tit føla, at tykkara viðgerð ikki røkkur. Kenni eg hann rætt, lærir hann við gleði frá sær.